Sakførari hjá Trump gevur fjølmiðlum av grovfíluni
Hetta videbrot er eitt gott dømi um tá fjølmiðlafólk sum main-stream media ikki duga sær hógv og fara heilt av sporinum tá tey kenna á sær at tap er í hendi viðvíkjandi orðadrátti.
Hesin Michael van der Veen, sakførari hjá Trump, sum vardi Trump í Senatinum, gevur hasari sjálvglaðu fjølmiðladamuni nakað veruligt at hugsa um, og hann gevur eisini tilhalla fjølmiðlaheiminum av grovfíluni.
Hon dugir ikki at fjala sína týðiligu tilhelling og viðhaldsstøðu, hóast hon roynir at spæla objektiv, hetta er tað reina fjølmiðlagass, men van der Veen gjøgnumskoðar hana og til endans veit hon ikki hvat hon tosar um, sera pínligt.
Hetta er gott og sera spennandi, eg njóti tað.
Rick Rekieta analyserar samrøðuna, hann er eitt sindur forherðaður.
Tú átti at lurta eftir hesum, um ikki annað so av forvitinskapi.
Hetta skrivar Victor á Lakjuni á Facebook vanga sínum.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur