Samband
R7 Portal
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Heri Joensen, prestur
Vespureiðrið
Vespureiðrið (163) - 07. des. 2020 - Seinasta sending
EvR
Kelduvaðið 06. des. 2020: Símun Absalonsen "Uppreisnarvónin" - Orðið: "Signaði lívsæli dagur"
Ymiskar sendingar
Samrøða: Hans Marius í Byrgi um Sjógæti
Ymiskar sendingar
Samrøða: Bjarni K. Petersen og Aksel K. Berg um royking
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Heilsusendingin Puls (11) - 04. des. 2020
EvR
Á Torginum 1. des. 2020 - Samrøða: Gunnleyg og Victor Dánjalsson (uppt. 2012)
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Borghild Ellefsen
Vespureiðrið
Vespureiðrið (162) - 30. nov. 2020
EvR
Kelduvaðið 29. nov. 2020: John í Skemmuni "Myndugleiki og fyriskipa­nir í Skriftini"
Kristiligar Tíðindasendingar
ANNA OG DAVID RODDA - farin aftur til Onglands!
Kristiligar Tíðindasendingar
FONGSULS­TÆNASTAN Í RUMENIA - 1000 fangar
Lýsing
Lýsing

FØROYAVITJANIN HJÁ WURMBRAND - nú kanst tú hoyra á netinum!

Átrúnaður | 18/02-2021 10:49
Undir vitjanini í Føroyum í 1977 í høllini á Nabb, Tórshavn. Poul Jóhan tulkar Wurmbrand.

Sabina og Richard Wurmbrand vitjaðu í Føroyum í september í 1977 og í 1981. Tey greiddu frá aktuellu støðuni hjá teimum kristnu handan jarntjaldið, sum tá var upp á tað ringasta. Tað var ein føroysk nevnd, sum hevði bjóðað Wurmbrandhjúnunum til Føroyar og sum legði vitjanina til rættis. Í nevndini sótu Palli Højgaard, Runavík. Kajfinn Hammer, Kollafjørður, Helgi Jacobsen, Tórshavn og Heini Hansen, sáli, Tórshavn.

Vitjað varð í Vágunum, Tórshavn, Klaksvík, og Suðuroy, og møtini vóru hildin í ítróttarhallum, sum á øllum støðum vóru fullsettar við fólki. Í ítróttarhøllini á Nabb í Havn, var so nógv fólk, at tað var met tá. Gamla biohøllin í Sørvági var fyrsta møti, sum Richard Wurmbrand hevði í Føroyum. Tað fyrstu náttina gistu tey niðri í Vatnsoyrum hjá Elsu og Poul Jóhan Djurhuus, sum eisini var tulkur hjá teimum undir allari vitjanini.

Undan fyrru vitjanini var nógv blaðskriving bæði fyri og ímóti. Teir, sum vóru ímóti vóru harðir og ógvusligir í

síni skriving, men hetta tók Wurmbrand við stívum ørmum, tá hann fekk alt týtt til enskt – hann hevði verið í verri lótum enn hesum!

Sabina og Richard Wurmbrand komu bæði til trúgv á Jesus Kristus eftir, at tey vóru gift. Tey lótu seg doypa sum eina lýdnisger móti orði Jesusar, og tað var skjótt, at tey brendu fyri útbreiðslu evangeliums millum sínar landsmenn – men tað hevði stóran persónligan kostna fyri tey bæði!

Tey eru av jødiskari ætt og uppvaksin í Rumenia. Wurmbrand sæt 14 ár í komunistiskum fongslum í harðrenda komunistiska Rumenia. Hann upplivdi ósigilar pínslur, men ígjøgnum hesar ómenniskjansligu royndirnar varðveitti hann trúnna á Jesus. Kona hansara, Sabina, sæt eisini fleiri ár í fongsli í Rumenia við eini tyngjandi óvissu um støðuna hjá manninum.

Miðskeiðis í sekstiárunum, í 1965, eftir drúgvar diplomatiskar samráðingar við komunistisku myndugleikarnar, fingu tey loyvið at flyta úr Rumenia ímóti einum loysigjaldi upp á 10.000 dollarar, sum tá í tíðini hevur verið ein risastór upphædd í Rumenia. Tað vóru Missiónsfelagsskapirnir, NORWEGIAN MISSION TO THE JEWS og THE HEBREW CHRISTIAN ALLIANCE, sum samráddust við Rumensku myndugleikarnar.

Leiðarar í undirgrundskirkjuni/-samkomuni í Rumenia, heittu innarliga á Wurmbrand-hjúnini, tá tey høvdu búsett seg í Vesturheiminum, um at verða røddin hjá atsøktu samkomuni/kirkjuni handan jarntjaldið. Hesa uppgávu tóku tey upp á seg í fullum álvara, og halgaðu restina av lívi teirra til Rødd pínslaváttana/The Voice of the Martyrs. Tey ferðaðust um allan heimin sum rødd teirra atsøktu. Tey skrivaðu og góvu út blaðið, The Voice of the Martyrs, sum eisini kom út á donskum máli Martyrernes Røst, og sum stórt tal av føroyingum hava fingið regluliga sendandi í fleiri áratíggir.

Tey hava skrivað og givið út væl meir enn 20 bøkur. Tann best kenda bókin er Tortured for Christ. Hon kom eisini út á donskum undir heitinum Tortur for Kristi skyld. Bókin er væl lisin millum føroyingar, og er at finna í mongum føroyskum heimum um alt landið.

Í Føroyum í 1977. Her á pallinum í høllini á Nabb, Tórshavn. Frá vinstru: Poul Jóhan Djurhuus, Wurmbrand hjúnini og Palli Højgaard. Tað var spennandi at síggja nógva fólki koma inn í høllina.
Tað var í hesi tænastu, at tey vitjaðu í Føroyum í september í 1977 og 1981. Alt Guds fólk og allar samkomur og kirkjur í Føroyum tók ímóti teimum við opnum ørmum og oyrum. Fólk streymaði í hallirnar at hoyra teirra aktuella boðskap. Hetta vóru spennandi dagar, ikki minst fyri tá 27 ára gamla tulkin, Poul Jóhan Djurhuus, sum sigur, at hann vildi ikki verið hesa erfaringina uttan, tí hetta gav honum so ómetaliga nógv, sum hann hevur notið ríka signing av til dagin í dag.

Øll møtini vóru bandaði á kassettubond, sum vóru seld í stórum tali. Tað var blaðforlagið Nýtt lív, sum stóð fyri upptøkunum og útbreiðslu av bondunum. Hesar upptøkur eru nú lagdar út á netið við Evangelisku Røddini (EVR) – á síðuna Orðið.fo. Tú kanst hoyra møtini við at fara inn á: http://ordid.fo/richard-wurmbrand-i-foeroyum/

Á bondunum hoyra vit Wurmbrand nágreiniliga siga frá hvussu hann og konan, og aðrir samvitskufangar, vóru viðfarnir hesi 14 árini hann sæt sum fangi, har av fleiri í myrkum fangaklivum undir jørð. Eisini hoyra vit hann greiða frá hvussu kreativir fangarnir vóru til tess at halda humørinum uppi.  

Tað vóru bert 6 mánar millum andlátini hjá hjúnunum Sabinu og Richard Wurmbrand. Hon andaðist 87 ára gomul 11. august í 2000, og Hann andaðist 91 ára gamal 17. februar í 2001.

Í 2006, 5 ár eftir at hann andaðist, varð Wurmbrand skýrdur millum 5 tær størstu persónligheitirnar í Rumenia.

Um onkur er, sum eigur ella veit um filmupptøkur av møtunum, so vilja vit fegin frætta um hetta – TAKK!
Frá vinstru: Kajfinn Hammer. Aftast: Heini Hansen, sáli. Frá høgru: Helgi Jacobsen og Palli Højgaard. Hetta var nevndin. Else og Poul Jóhan Djurhuus í miðjuni. Myndin er tikin á Oyrargjógv.

Møtini kunnu hoyrast á: http://ordid.fo/richard-wurmbrand-i-foeroyum/


Kristiliga Tíðindatænastan - v/poul jóhan djurhuus, Glyvrar
Tlf: +298 228314 - gjaranes@gmail.com
Skrivað: pjd, Glyvrar 10.02.2021


Keldur:
www.historyswoman.com
www.wikiward.com/en/richard_wurmbrand

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
AMALIEL KNUDSEN - skipari á flaggskipi føroyinga!
BORG er høvuðsstuðul hjá NSÍ
Villleið­andi KvF sending um fráflyting og fólka­vøkstur
Rætturin at verða gloymdur
Tillaging av prísum fyri vørubilar í Eystur­oyartunlinum
Norrøna kom til Hirtshals í morgun í fagrasta veðri
Kykir rekamenn
Fimm spurningar til Jenis av Rana, lands­stýrismann, um forfylgd kristin
Longsti sjókaðal, sum er lagdur til  fóðurflakar í Føroyum  
Slagið er gott, men nøgdin ov lítil
1. mars er vaktin liðug og seinasta reseptin skrivað
Trivnaðarsam­skipari er settur
City Church Tórshavn
Nýggja Blá Kross búðin vitjan av kommununi
Skráin hjá IKTUS sjónvarp, sunnudag 28. februar 2021
Skonnartin Norðlýsið skjótt klár aftur aftan á umfatandi umvæling 
Steypafinalur: Sørvingar vunnu vágadystin 
Tveir 25 ára starvsdagar í barna­tannrøktini
Lesiringur: Góðir lesivanar og hugni
Peer Bentzen stjóri í  Nemlia
Røða, í sambandi við SkúlaFM í íverksetan
Stór avbjóðing at fáa næmingar at gera ítrótt
Næmingar vitjaðu borgar­stjóran
Johan Dahl hevur fingið svar um Talgilda Samleikan og peningastovnar
Samband
R7 Portal
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Heri Joensen, prestur
Vespureiðrið
Vespureiðrið (163) - 07. des. 2020 - Seinasta sending
EvR
Kelduvaðið 06. des. 2020: Símun Absalonsen "Uppreisnarvónin" - Orðið: "Signaði lívsæli dagur"
Ymiskar sendingar
Samrøða: Hans Marius í Byrgi um Sjógæti
Ymiskar sendingar
Samrøða: Bjarni K. Petersen og Aksel K. Berg um royking
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Heilsusendingin Puls (11) - 04. des. 2020
EvR
Á Torginum 1. des. 2020 - Samrøða: Gunnleyg og Victor Dánjalsson (uppt. 2012)
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Borghild Ellefsen
Vespureiðrið
Vespureiðrið (162) - 30. nov. 2020
EvR
Kelduvaðið 29. nov. 2020: John í Skemmuni "Myndugleiki og fyriskipa­nir í Skriftini"
Kristiligar Tíðindasendingar
ANNA OG DAVID RODDA - farin aftur til Onglands!
Kristiligar Tíðindasendingar
FONGSULS­TÆNASTAN Í RUMENIA - 1000 fangar
Nýggjastu tíðindi