Endurvinn matleivdir við ókeypis Bokashi-spannum, heima við hús
Fyri at varpa ljós á týdningin, tað hevur fyri umhvørvið at endurvinna, fer Tvøroyrar kommuna saman við IRF at bjóða borgarunum sokallaðar Bokashi-spannir, ókeypis. Settið, ið telur tvær spannir og eitt kg. av kompostger, gevur borgarunum møguleika at endurvinna matleivdir við hús.
Mannagongd:
Í høvuðsheitinum snýr tað seg um, at matleivdirnar verða súrgaðar/fermenteraðar. Hvørja ferð matleivdar verða lætnar í spannina, skal kompostger stroyast omanyvir (gerin fylgir við Bokashi-settinum)
Tá tú hevur fylt spannina, skal hon standa tvær vikur í innihita. Síðan eru tveir møguleikar at hagreiða tilfarið í spannunum:
• Grava tað niður í mold (eitt nú í urtagarðin, gamla veltu ella plattarammu)
• Legg tað í ein sankukassa og dekka til við mold
Til ber at lata allar matleivdir í Bokashi-spannina, eisini fisk og kjøt – mælt verður til, at matleivdirnar verða skornar sundur, fyri at fáa súrnanina at virka so væl til ber. Hóast hetta, so er ikki neyðugt at stúra fyri rottu, tí PH-virðið er so lágt, og rottum dáma ikki súran mat. Er tilfarið ikki grivið nóg djúpt, so kann tað tó tiltrekkja hund og fugl. Tí verður mælt til at leggja í minsta lagi 5-10 cm av mold omanyvir, at hava lok á, ella brúka t.d. sankukassa ella plattarammu.
Vegleiðing til Bokashi kann takas niður á síðuni hjá IRF her bokashi-vegleiding_28-09-20.pdf (irf.fo)
Matleivdir, ið stava frá djórum, kunnu føra við sær smittu til húsdjór, tí eru fylgjandi treytir, ið ein eigur at halda seg til:
• Køks- og matleivdur eiga at verða vorðin til sankutøð, áðrenn nýtslu.
• Sankutøð skulu einans verða nýtt í tí húsarhaldið, har matleivdurnar koma frá, og mugu ikki flytast til onnur støð.
• Sankutøð mugu ikki nýtast, har samband er við húsdjór, eitt nú høsn, gæs, seyður, heimalomb o.s.fr.
• Sankutøð mugu ikki verða brúkt á landbúnaðarjørð
Til ber at lesa meira um Bokashi á heimasíðuni hjá IRF sí IRF: https://irf.fo/bokashi ella á www.byhaver.dk. Á Facebook finst bólkurin “Bokashi sankutøð í Føroyum”, ið ein kann lima seg inn í.
Hvussu fái eg fatur á einum Bokashi-setti?
Tú skrivar teldupost til Tvøroyrar kommunu á tvoroyri@tvoroyri.fo og meldar teg til. Upplýs navn, bústað, teldupost og telefonnummar. Bokashi-settini verða, eftir ætlan, latin borgarunum tá Umhvørvisvikan á Tvøroyri er ,í viku 16, t.e. 12. – 18. apríl.
Avmarkað nøgd er av Bokashi-settum. Seinasta freist at skriva seg upp er tórsdagin 4. mars.
Mest lisið í farnu viku

AMALIEL KNUDSEN - skipari á flaggskipi føroyinga!

BORG er høvuðsstuðul hjá NSÍ

Villleiðandi KvF sending um fráflyting og fólkavøkstur

Rætturin at verða gloymdur

Tillaging av prísum fyri vørubilar í Eysturoyartunlinum

Norrøna kom til Hirtshals í morgun í fagrasta veðri

Kykir rekamenn

Slagið er gott, men nøgdin ov lítil

Fimm spurningar til Jenis av Rana, landsstýrismann, um forfylgd kristin

Longsti sjókaðal, sum er lagdur til fóðurflakar í Føroyum

1. mars er vaktin liðug og seinasta reseptin skrivað

Trivnaðarsamskipari er settur

City Church Tórshavn

Nýggja Blá Kross búðin vitjan av kommununi

Skráin hjá IKTUS sjónvarp, sunnudag 28. februar 2021

Skonnartin Norðlýsið skjótt klár aftur aftan á umfatandi umvæling

Steypafinalur: Sørvingar vunnu vágadystin

Tveir 25 ára starvsdagar í barnatannrøktini

Lesiringur: Góðir lesivanar og hugni

Peer Bentzen stjóri í Nemlia

Røða, í sambandi við SkúlaFM í íverksetan

Stór avbjóðing at fáa næmingar at gera ítrótt

Næmingar vitjaðu borgarstjóran

Johan Dahl hevur fingið svar um Talgilda Samleikan og peningastovnar
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











