Jólapakkarnir gleða og stimbra - sjálvt í februar
-Vit vildu fegnir havt fiskað til jóla og pakkað jólapakkarnar upp, áðrenn jól, men vit fingu trupulleikar við girinum og máttu gevast við fiskiskapinum fyrst í desember. Báturin hevur tí staðið á sleipistøð í umleið tveir mánaðir,-
Tað sigur skiparin á Volunteer, Jón Rubeksen.
-Trupulleikin við girinum var so mikið álvarsamur, at girið mátti úr og til Danmarkar til yvirhálingar. Nú vóna vit, tað er í lagið, so vit kunnu byrja fiskiskap aftur,- sigur hann.
-Vit plaga at byrja árið við, at sjómanstrúboðarin vitjar umborð og hevur andakt, bøn og lýsir signingina. Hann var umborð á Eiði í dag; og tá andaktin var liðug, helt eg, at tað var hóskandi, at hann deildi pakkarnar út, tá vit kortini vóru savnaðir. Tað var ein góð og stimbrandi løta. Tað vóru kort og adressa í fimm av pakkunum, men onki kort í tveimum. Vit takka sjómanskvinnuringunum og øðrum, sum lata pakkar til sjófólkið, tí teir bæði gleða og stimbra sjófólkið, sjálvt í februar,- sigur Jón Rubeksen.
Volunteer fór aftur til fiskiskap í gjárkvøldið.
Teimum og sjófólkunum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Fleiri myndir: trýst her
Mest lisið í farnu viku

AMALIEL KNUDSEN - skipari á flaggskipi føroyinga!

BORG er høvuðsstuðul hjá NSÍ

Villleiðandi KvF sending um fráflyting og fólkavøkstur

Rætturin at verða gloymdur

Tillaging av prísum fyri vørubilar í Eysturoyartunlinum

Norrøna kom til Hirtshals í morgun í fagrasta veðri

Kykir rekamenn

Fimm spurningar til Jenis av Rana, landsstýrismann, um forfylgd kristin

Longsti sjókaðal, sum er lagdur til fóðurflakar í Føroyum

Slagið er gott, men nøgdin ov lítil

1. mars er vaktin liðug og seinasta reseptin skrivað

Trivnaðarsamskipari er settur

City Church Tórshavn

Nýggja Blá Kross búðin vitjan av kommununi

Skráin hjá IKTUS sjónvarp, sunnudag 28. februar 2021

Skonnartin Norðlýsið skjótt klár aftur aftan á umfatandi umvæling

Steypafinalur: Sørvingar vunnu vágadystin

Tveir 25 ára starvsdagar í barnatannrøktini

Lesiringur: Góðir lesivanar og hugni

Peer Bentzen stjóri í Nemlia

Røða, í sambandi við SkúlaFM í íverksetan

Stór avbjóðing at fáa næmingar at gera ítrótt

Næmingar vitjaðu borgarstjóran

Johan Dahl hevur fingið svar um Talgilda Samleikan og peningastovnar
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











