Samband
R7 Portal
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Heri Joensen, prestur
Vespureiðrið
Vespureiðrið (163) - 07. des. 2020 - Seinasta sending
EvR
Kelduvaðið 06. des. 2020: Símun Absalonsen "Uppreisnarvónin" - Orðið: "Signaði lívsæli dagur"
Ymiskar sendingar
Samrøða: Hans Marius í Byrgi um Sjógæti
Ymiskar sendingar
Samrøða: Bjarni K. Petersen og Aksel K. Berg um royking
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Heilsusendingin Puls (11) - 04. des. 2020
EvR
Á Torginum 1. des. 2020 - Samrøða: Gunnleyg og Victor Dánjalsson (uppt. 2012)
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Borghild Ellefsen
Vespureiðrið
Vespureiðrið (162) - 30. nov. 2020
EvR
Kelduvaðið 29. nov. 2020: John í Skemmuni "Myndugleiki og fyriskipa­nir í Skriftini"
Kristiligar Tíðindasendingar
ANNA OG DAVID RODDA - farin aftur til Onglands!
Kristiligar Tíðindasendingar
FONGSULS­TÆNASTAN Í RUMENIA - 1000 fangar
Lýsing
Lýsing

Hanus í ‘hábergskari’ haturshálku

Innanlands, Lesarabrøv | 20/02-2021 02:17

Løgið, at sami málfróði Hanus Kamban, ið hevur ríkað føroyskar bókmentir við stórverkum sum um Áarstovubrøðurnar, Richard Long o.o, er so hatskur í sínum søguligu hugleiðingum, at hann brigdar føroyskum stórmennum sum Peturi W. Háberg (1914-1984) teirra politisku ungdómsdreymar í blóðfátæku Føroyum í 1930-unum við tí endamáli at pynta sítt intellektuella umdømi við 5 kelduverkum hjá altjóða teinkjarum fyri at sparka Fólka- og Miðflokkin í 2021.

Hanusar lívlanga kompleks er, at hann vóð longur í djúpari Marx-móru í 1960- og 70-unum enn nakar av teim 1000-tals tjóðskaparhugaðu føroyingum (t.m. PWH), ið hildu, at Hitler og Mussolini (nationalsosialistar) megnaðu betur at reisa Týskland og Italia úr 1930-kreppuni, enn sosialistiski Roosevelt (forseti í USA 1933-1945). Nógv betur enn sosialistiski MacDonald og konservativu Baldwin, Chamberlain og Halifax í Bretlandi kláraðu tað millum 1930 og 1939. 

Sosialistiski Roosevelt hevði Mussolini sum fyrimynd og Hitler sá upp til svenskar javnaðarmenn, tá umgalt rasureinsan. Roosevelt kláraði at halda arbeiðsloysi í USA uppi á 18% líka til 1939. So hann var lítið at síggja upp til.

Meirilutin av føroyingum sóu meiri upp til Hitler-týskaland enn Bretland, hvørs trolarar høvdu trároynt føroyskar og síðan íslendskar fiskigrunnar fyri tosk og hýsu, so føroyskir sluppfiskimenn noyddust at flýggja fyrst til Íslands og so til Grønlands. Eini 500 føroyingar fingu váta grøv 1890 -1940, bert 25 ára gamlir í miðal. Tað svarar til 1.500 unglingar í dag eftir fólkatali og tað í besta blóma.

Tann glóðheiti sjálvstýrisunglingin, Petur W. Háberg, starvaði sum skrivari hjá Thorstein Petersen (stak spennandi starv tá). Petur hevði Jóannes Bónda og morbróðirin Kristin í Geil sum politiskar fyrimyndir og føroyskt sjálvbjargni sum stavnhald alt lívið (helst sum foreldur Hanusar og vissiliga míni). 

Gamli Kamban og Vensil á Velbastað við húski mundu vera Bóndans fólk um ein háls fyrst í Sjálvstýri og so Fólkaflokki. Vóru tey hampa- og mentafólkini øll eisini nazistar, sum Hanus skuldsetir ‘evangelisk høgrafólk’ at vera?

Sjálvstýrisflokkurin minkaði sum Føroya størsti niður í minsta flokk og hvarv úr Løgtinginum 1943-1946. Tá vóru næstan bert lærarar og tvørball eftir.

Bóndin, Thorstein Petersen o.a. framburðs- og sjálvsýrismenn stovnaðu (fyrst í 1936 Vinnu- og síðan) Fólkaflokkin í 1940. Hann var og er borgarligur (keynesianskur) sjálvstýrisflokkur, størstur á Løgtingi 1943-1954 og aftur eftir valið 2019, tí hann legði lunnar undir sterkari vinnulív – eitt nú trolarar í 1930-árunum heldur enn træsluppir, flótandi líkkistur við 23 monnum umborð.

Fólkaflokkurin (áðrenn løgtingsumboðan) økti talið á arbeiðsplássum við at útvega 8 av 10 trolarum og sostatt 100-tals ársinntøkur síðst í 1930-unum.

Javnaðurin kastaði seg í føvningin á  Sambandi, ‘gamla’ Sjálvstýri og danska ‘brøðralagnum’ fyri nakrar náðimolar síðst í 1930-unum og undir krígnum. 

Kjølbro og Christian Holm vóru báðir løgtings- og fólkafloksmenn. Kjølbro og Chr Holm upp á tað besta høvdu 1.000 fólk í arbeiði hvør. Slíkir kappar vóru og eru búskaparliga verdir 1.000 Hanusar, undirritaða og Frank Davidsens. Halt uppat at spilla teir út, Hanus, á hvørs herðum 3 ættarlið hava síðan bygt.

Vit eiga tí at vera góð við Regin, Hans Jákup, Atla, Páll, Boga, Anfinn, Hanus, Christian Martin, hvalbingarnar og aðrar fiskimenn, handverkarar, keypmenn, byggimeistarar, skipasmiðir, fiskavirki og øll, ið skapa arbeiðspláss fyri øll.

Stauning, danskur forsætisráðharri (Javnaður), bannaði øllum royndum at styrkja føroyskt sjálvbjargni á vinnuligum grundarlag, men fíggjaði onkra kooperativa fyritøku. Ein var ‘Ísvirkið’ á Tvøroyri við 9 feskfiskabátum og maskinum, sum fór á heysin 2 ár seinni eins og flestu virki tá.

Føroyingar fingu frá Stauning nakrar tunnur av saltaðum destruktiónskjøti. Onkur serliga íðin sosialistur fekk eitt 4-mannafar og aðrir eitt snøri.

Eitt sindur av sosialhjálp og íløgur til infrakervi umframt eina sosiala spjørr bleiv tað til frá Stauning (nakrar 100-tús kr um árið) í 30-árunum. Ein politisk vinnunevnd við danskari yvirvág mælti til ‘at fiskerflåden (snørissluppir) bør bevares og fornuftigt udbygges,’.... og at ‘strikkepindene aktiveres.’

Dagblaðið (málgagn Fólkafloksins frá 1935-) ávaraði mest um nazismu og hóttina móti jødum í Evropa, minst líka ‘krystallklárt sum javnaðarflokkurin’. 

Mentanarliga bragdaði í nøkrum sosialistiskum rithøvundum. William Heinesen (á donskum), Christian Matras (báðir Stalin fjepparar), Heðin Brú og Martin Joensen (javnaðarmenn), vóru mikið virknir í 1930-árunum. 

Men samvirki millum føroyskar javnaðar- og kulturradikalar ‘fínafloksmenn’, sum Jørgen Frantz vónaði fór at tryggja føroyskt mál og mentan, eydnaðist bert lutvíst við, at grein 7 í donsku skúlalógini fyri Føroyar. Prestar sluppu at prædika á føroyskum, um teir dugdu.

Teir ‘evangelisku høgramenn’, ið Hanus skuldsetir fyri at vera nazistar, taldu eini 3-4.000 fólk í 1930-árunum og undir krígnum, tá Petur W. Háberg slepti aktivum politikki og gjørdist av ítastu verkamonnum í Harrans víngarði.

PWH fylktist við tí væla, vaksandi liði um landið, ið prædikaðu, yrktu og skrivaðu greinar og prentaðu smárit á føroyskum, góvu føroyska bíbliu og Sangbók Guðs Fólks út. Teir evangeliskt kristnu, ið prógvaðu protestantiska arbeiðsetikkin í verki, vóru og eru enn øllum føroyingum til tímiliga signing. 

Dahl próstur og Victor Danielsen vóru vin- og samverkamenn í stríðnum fyri føroyskum kirkju- og trúarmáli og mentan. PWH hávirdi og stuðlaði báðum.

Tann andliga veking, sum støðugt fór fram - eisini í heimamissións- og fráhaldsrørsluni - reisti mangan falnan við familju til at gerast sjálvbjargin heldur enn at detta til donsku javnaðarboppuna. Føroyingar skylda andaligum rørslum nógv meiri búskaparliga og sosialt, enn teir skylda sosialismuni.

Hanus - sum flest víðgongd vinstrahall - hatar ‘evangeliskt’ kristin, tí hesi ikki lata seg tøla og kúga til at liva av skattfíggjaðum náðimolum, ið vinstravenda politiska úrvalsliðið sigur seg tryggja okkum skattfíggjaðu úr vøggu til gravar.

Vísindaligar kanningar vísa, at tað eru tøknilig framstig og búskaparvøkstur, ið skapa og útvega fjøldini 90% av okkara bøttu livikorum. Bert 10% av vælferðini stava frá sosialistiskum fesji, politiskum og fakfelagsligum trýsti. 

Líknandi kanning vísir, at hvør íbirtari, vinnulívs- og fiskimaður, handverkari og arbeiðsgevari føðir í miðal 9-10 miðal hampa fólk (funktionértypur sum Hanus, undirritaði (og forrestin eisini Frank Davidsen), sum fáa skatt í løn.

Hanus, hóast týðandi bókabrøgd, kemur ikki Peturi Háberg til kníggja, tá ræður um at hava uppbyggjandi andliga og mentanarávirkan á Føroya fólk. PWH skrivaði hóp av greinum og hugleiðingum í dagspressuni, m.a. eina avhølving av sosialistiska ‘mannvinaliga’ Hanusi Kamban. Tað svíður enn.

PWH helt ótaldar kristnar talur, vakti mong, skrivaði og gav út ‘Jólastjørnuna’ í áravís, hugkveikti í ‘Leirkerinum’ og ritstjórnaði ‘Lív og Læru’, skrivaði bøkur sum  ‘Bumbur yvir Føroyar’, ‘Gumma mín og eg’, ‘Rit um skattarætt’, ‘Søgur um sangir (3 bind), ‘Hugbirtingar’, ‘Ísrael, land lyftisins og vit’. 

Sig so Hanus, at Petur ikki elskaði Ísrael og jødarnar, eygnastein Guds.

At skylda PWH fyri Holocaust er líka svakligt, sum um onkur skuldsetti sosialistin Hanus fyri at hava beint fyri marxismunar 100 mió deyðsoffrum.

PWH yrkti hóp av sálmum og sangum, sum 1000-tals trúgvandi fólk syngja hvørja viku í landsins evangelisku samkomum. Restin av tí nógva eftir PWH er til skjals í 3 bindum ´Frá penni Petur Hábergs.’ (4. bind við yrkingum er í gerð).

Endurreista Nazitýskland hugtók 1000-tals ungar føroyingar í 1930-árunum. Í juni 1935 vóru føroyskir útisetar (ikki PWH) á dansistevnu í Lubeck. Tað nazistiska Nordische Gesellschaft skipaði fyri. Nazistar táraðu, tá føroyingar kvóðu og dansaðu tættir úr Sjúrðarkvæðunum (Nibelungenlied). 

Alfred Rosenberg, rasumálaráðharri Hitlers, var vertur. Stevnan endaði við, at føroyingarnir við armi á lofti ‘heilaðu’ og sungu ‘Deutshcland uber alles’. 

Sigurd Joensen og Karsten Hoydal, seinni tjóðveldissosialistar, vóru við í Lubeck. Eini 35 ár seinni sang Karsten úr Reyðu Bók Mao Tse Tungs í Beijing yvir hópgrøvum við 45-50 mió líkum eftir bert 20 ár við kinesiskari Maoismu.

Mótsett PWH mól Hanus Kamban á kúluni í 15 ár í marxistiskum øðrviti millum studentar í Keypmannahavn, ið hataðu kristni, kapitalismu og tískil demokrati. (Meiri um tað í bókini, ‘Tey sóu reytt’). 

Hanus hevur ongantíð rættað sína roterandi sosialisisku kumpass, hóast marxisman í verki farnu øld ofraði yvir 100 mió mannalív á sosialistiska altari Hanusar. Nakra umbering frá einum sosialisti skal ein ongantíð vænta. Tey eru meiri sjálvrættvís í moralskari relativismu enn so.

Fáir nazistar vóru eftir, tá ið bretar bjargaðu Føroya fólki. Konservativi Churchill sýtti at geva Bretland yvir til Hitler, meðan fascistiska Japan mátti bumba sosialistin Roosevelt og USA inn í kríggið yvir 2 og ¼ ár seinni.

Í Keypmannahavn kastaðu serliga Stauning, Buhl, ‘krystallkláru’ partamenn Hanusar, Scavenius og P. Munch (Radikalt Venstre) seg fram eftir grúgvu 9. april fyri týsku hersetingini og áløgdu dønum samstarv við nazi-hervaldið.

Stutt var og er millum marxismu og fascismu. Bæði brúka snildir, lygn og harðskap sum meginvápn. Bæði byggja á einflokkaræði og ein sterkan leiðara hildin uppi við hermegi og (loyni)løgreglu. Bæði eru (national)-sosialistisk, altso vinstravend og planøkonomisk, banna øðrum flokkum, fríum valum, fakfeløgum og kúga talu- skrivi- og trúarfrælsi. 

Hanus fagnar 90% miðlamonopoli Bidens er eyðsynt í greinini, ‘Glíðibreytini’.

Fasisma er meiri tjóðskaparlig, kommunisma er global (burtursæð frá, at hon sperrar egnar borgar inni handan múrar. Kommunisman krevur at eiga alla jørð, øll flutnings- og framleiðslutól, meðan fasisma loyvir nakað av privatum ‘ognarrætti’ í framleiðslu og tænastum, men stýrir øllum við harðari hond. 

Sum fanatiskur sosialistur liggur Hanus tí nærri kommunismu hugsjónarliga, enn hann er frílyntum fólkaræði við konservativum flokkum og veljarum. 

Aftur til Føroya eftir kríggið. PWH var sjálvstøðugt vinnurekandi, fíggjaði egnar bókaútgávur uttan almennan stuðul (ólikt Hanusi), til Petur gjørdist verfaðir Eilers Jacobsen, stovnaði og stjórnaði reiðarínum frá tess byrjan. 

Eiler var framúr vinnulívsmaður, ið fiskaði saman við 100-tals føroyingum við topp inntøkum og 100-tals mió kr í útflutningsvirði tilsaman í dagsprísum. 

Eiler o.a. raskir fiskimenn føddu og klæddu alment fíggjaðar føroyingar sum Hanus, undirritaða (og Frank Davidsen, professionellan fólkaflokshatara og partamann Hanusar). 

Hanus spottaði eisini Eiler í eini stuttsøgu, tí hesin var kapitalistur, illtonktur fyri at vera fólkafloksmaður og tí hann var versonur Peturs Háberg.

Petur hevur ligið undir grønu torvu í 36 ár. Tey flestu ynskja minni hansara, frið frá, at Hanus grevur hann uppaftur og skuldsetir hann fyri nazismu í 1938.

Nú bleiv hetta greinsvarið nógv drúgvari enn ætlað. Ein kundi tó skoytt uppí, at Hanusar hugleiðingar um demokati, armslongd millum fólkavald og byrokratar, politikk og almenna fyrisiting, lóggávu- og dómsvald eru ikki verdar longri svar.

Humanisma Hanusar er ikki annað enn plagiat av Fjallaprædikuni. Menniskja verður miðdepil ístaðin fyri Gud, og skilið hareftir. Allar teirra royndir at skapa himmiríki á jørð endasum helviti fyri tey neyðars menniskju, ið uppliva tað.

Hann sipar til, at føroyska akademiska embætisveldið (ikki fólkvalt) ynskir frið frá politiskari ávirkan frá fólkavaldum Løgtingi og Landstýri, altso størri vald til almenna sosiala úrvalsliðið at virka eftir vild uttan politiska uppílegging.

Eisini fílist hann á, at tann ‘evngeliski teokraturin’ Jenis av Rana aftrar seg fyri at skattfíggja ein ‘barnafilm’ við bannan og blótan, sum heidna mentamafian nú mobiliserar globalistiskar kreftir til at trýsta niður yvir føroysk skúlabørn.

Hanus er altjóða sosialistur, ið eigur at tevja morgunluft og gníggjar sær í lógvarnar, nú sosialistisku ‘swamp rats’ (‘runurotturnar’) og Deep State (‘djúpa statsvaldið’)  í USA sluppu av við konservativa Donald Trump. Tað gjørdu tey við m.a. at flyta 5 mió atkvøður frá Trump til Biden valnáttina, meðan øll onnur enn Dems vórðu send heim at sova, og ‘taldu’ aftur heila viku eftir valdagin. 

Nú kunnu kavkorrupta Biden familjan og sosialistisku globalistarnir halda fram at selja USA og Vesturheimin til kommunistiska Kina fyri muturspening. 

Trump var okkara seinasta bulvirki. Nú fáa vit París veðurlagsavtalu, sáttmála við Iran, opin amerikansk landamørk, ‘nærri’ samstarv við kommunist-Kina og kanska nýggjar Corona- bumbur tveittar niður yvir heimin annað hvørt ár.

Dems framdu størsta valsvik í vesturlendskari søgu, so Amerika nú er á ´glíðibreyt’ bæði til Sodoma, búskaparfall og sosialistiskt einaræði, altso til ein sovjetiskan einflokkastat sum onnur marxistisk lond. Hanus fegnast.

Hann kundi klára ein túr til Venezuela at vitja sosialistiska paradís nr. 117 í røðini. 6 mió fólk (av 30) eru flýdd úr hesum einaveldi fæloysinga av hungri.

Í USA ráða nú vinstrahallar ‘runurottur’ saman við Democrats, einum senilum forseta við 90% pressusensuri júst sum við Reichsrundfunk  undir Gøbbels, Pravda í Moskva og Fólksins Dagblað í Beijing á sinni og við Xinhua í dag.

Eini vælmeint ráð til Hanus Kamban, ið nú hastar móti teim áttati: Kít teg heldur at skriva nakrar góðar bøkur aftrat, meðan heilsan er til tað. 

Annars er (næstan) 80 ára aldur helst seinasta útkall til at fyrireika teg til ævinleikan, Hanus, har tú innan fyri Perluportrið kanst heilsa Peturi Háberg og biðja fyrigeving fyri at hava hatað hann, Eiler Jacobsen og allar ‘evangeliskar høgravendar og kristnar fólkafloks-nazistar’.

Alternativið til Perluportrið hjá okkum ‘falnu skapningum, ið fattast dýrd Guds - tað veitst tú Hanus - er stak ótespiligt: Hvør veit, kanska strekkmarsjur eftir Reyða Torgi, Unter den Linden ella Himmalfriðartorginum (Tiananmen) í Helviti saman við Stalin, Hitler, Pol Pot, Castro, Hoxha, Ho Chi Minh, Mao, Bin Ladin, Arafat, o.ø marxistiskum og muslimskum slaktarum í síðstu øld.  

Yvir 100 mió mannalív ofrað á sosialismunar altari í 20. øld er ræðuligur politiskur minnisvarði. At tit ‘ideologisku skyldfólk’ marxismunar ikki skammast av altíð at hava kjálkað upp at hesi deyðshugsjón og ikki enn hava viljað biðja heimsins fólkasløg um fyrigeving. Syndarligt.

Óli Breckmann.    


Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
AMALIEL KNUDSEN - skipari á flaggskipi føroyinga!
BORG er høvuðsstuðul hjá NSÍ
Villleið­andi KvF sending um fráflyting og fólka­vøkstur
Rætturin at verða gloymdur
Tillaging av prísum fyri vørubilar í Eystur­oyartunlinum
Norrøna kom til Hirtshals í morgun í fagrasta veðri
Kykir rekamenn
Fimm spurningar til Jenis av Rana, lands­stýrismann, um forfylgd kristin
Longsti sjókaðal, sum er lagdur til  fóðurflakar í Føroyum  
Slagið er gott, men nøgdin ov lítil
1. mars er vaktin liðug og seinasta reseptin skrivað
Trivnaðarsam­skipari er settur
City Church Tórshavn
Nýggja Blá Kross búðin vitjan av kommununi
Skráin hjá IKTUS sjónvarp, sunnudag 28. februar 2021
Skonnartin Norðlýsið skjótt klár aftur aftan á umfatandi umvæling 
Steypafinalur: Sørvingar vunnu vágadystin 
Tveir 25 ára starvsdagar í barna­tannrøktini
Lesiringur: Góðir lesivanar og hugni
Peer Bentzen stjóri í  Nemlia
Røða, í sambandi við SkúlaFM í íverksetan
Stór avbjóðing at fáa næmingar at gera ítrótt
Næmingar vitjaðu borgar­stjóran
Johan Dahl hevur fingið svar um Talgilda Samleikan og peningastovnar
Samband
R7 Portal
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Heri Joensen, prestur
Vespureiðrið
Vespureiðrið (163) - 07. des. 2020 - Seinasta sending
EvR
Kelduvaðið 06. des. 2020: Símun Absalonsen "Uppreisnarvónin" - Orðið: "Signaði lívsæli dagur"
Ymiskar sendingar
Samrøða: Hans Marius í Byrgi um Sjógæti
Ymiskar sendingar
Samrøða: Bjarni K. Petersen og Aksel K. Berg um royking
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Heilsusendingin Puls (11) - 04. des. 2020
EvR
Á Torginum 1. des. 2020 - Samrøða: Gunnleyg og Victor Dánjalsson (uppt. 2012)
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Borghild Ellefsen
Vespureiðrið
Vespureiðrið (162) - 30. nov. 2020
EvR
Kelduvaðið 29. nov. 2020: John í Skemmuni "Myndugleiki og fyriskipa­nir í Skriftini"
Kristiligar Tíðindasendingar
ANNA OG DAVID RODDA - farin aftur til Onglands!
Kristiligar Tíðindasendingar
FONGSULS­TÆNASTAN Í RUMENIA - 1000 fangar
Nýggjastu tíðindi