Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

Hjálpið smáu fyritøkunum

Politikkur | 22/02-2021 15:13

Hóast landið er lutfalsliga opið aftur, eru tað framvegis nógvar smáar fyritøkur, sum merkja sviðan av koronu. Landsstýrið má syrgja fyri, at tær hóra undan, heldur Aksel V. Johannesen, sum í dag hevur sett Helga Abrahamsen ein fyrispurning um at endurskoða hjálparpakkarnar. 

Í apríl mánaði samtykti løgtingið Hjálparpakka 2, ið var ein stuðul til vinnuna, sum eftir tilmæli frá landsstýrinum legði nógv ella alt virksemið stilt í fleiri mánaðir. Stuðulin var latin teimum, sum kundu vísa á skjalprógvaðar, fastar rakstrarútreiðslur av ávísum slagi. Fleiri fyritøkur hava merkt, at virksemi teirra ikki varð fevnt av stuðlinum frá landinum, tí tær ikki hava fastar rakstrarútreiðslur, sum passa inn í kassarnar. Tað hevur sett nógvar smærri fyritøkur í eina sera trupla fíggjarstøðu, og tí hevur Aksel V. Johannesen í dag sett landsstýrismanninum við vinnumálum ein fyrispurning hesum viðvíkjandi.

  • Seinastu árini hava vit sæð eitt blómandi íverksetaraumhvørvi í Føroyum. Síðan undanfarna samgonga gjørdi tað møguligt at stovna íverksetarafeløg hava vit fingu fleiri hundrað nýggjar vinnuspírar. Men nógvar av hesum smáu og nýstovnaðu fyritøkunum eru sera merktar av koronasmittuni, og tí er vandi fyri, at tær mugu snara lyklinum eina seinastu ferð. Landsstýrið má ikki lata koronastøðuna køva hesar smáu fyritøkurnar, sum ríka okkum vinnulívið og gerandisdagin, og tí má landsstýrismaðurin endurskoða hjálparpakkarnar sum skjótast, sigur Aksel V. Johannesen. 

Formaður Javnaðarfloksins heldur, at landsstýrið hevur eina alt ov siðbunda fatan av, hvat ein fyritøka er, og at hetta helst er orsøkin til, at fleiri fyritøkur detta niðurímillum, tá tað kemur til hjálparpakkarnar. 

  • Tíbetur hava vit eina rúgvu av fólki í Føroyum, sum duga at hugsa nýtt og øðrvísi. Men virksemið hjá teimum passar ikki inn í kassarnar hjá landsstýrinum, og tí standa tey púrasta á berum og fáa lítlan ella ongan stuðul úr nøkrum hjálpapakka. Tað kann til dømis vera ein lítil ferðavinnufyritøka, sum er merkt av sesongarbeiði, og sum tí ikki hevur javnar, fastar útreiðslur, sigur Aksel V. Johannesen. 

Hann vísir eisini á, at tað fyri fleiri var ein góð hjálp, at MVGið fyri fyrsta ársfjórðing varð útsett, men at tað rakti hart, tá fleiri fyritøkur longu í oktobur mánaði fingu stórar rokningar frá TAKS, tí stuðulin ikki varð góðtikin. Hartil fingu varð sera stutt freist givin til at rinda bæði stuðul og MVG aftur. Hetta var í sama ári, sum virksemið steðgaði, og meðan koronasmittan framvegis gjørdi um seg og forðaði virkseminum. 

  • Við íverksetarunum og smærru fyritøkunum hava vit fingið eitt fjølbroyttari vinnulív, og við fleiri aktørum í vinnuni verða virðini savnað á fleiri hondum. Tí vóni eg, at landsstýrið ger alt fyri, at gera karmarnar hjá smáum vinnurekandi so góðar sum til ber - bæði undir og eftir koronu, sigur Aksel V. Johannesen. 

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi