Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Kommunan er fíggjarliga væl fyri

Lesarabrøv, Politikkur | 22/02-2021 11:30

Tað er ófrættakent, at nýggi meirilutin í býráðnum seinastu vikurnar hevur brúkt nógva orku til at sáa mistreysti og afturhald, eisini við beinleiðis ósannindum.

Ferð eftir ferð hevur verið ført fram, at eingir pengar eru til nakað, hóast tølini vísa klárt nakað annað.

Tí vilja vit við hesum avsanna skeivu myndina, ið hevur verið málað.

Á seinasta fíggjarnevndarfundi varð gjaldførið hjá kommununi gjørt upp pr. 20. januar í ár, og har stóð svart upp á hvítt, at tøkt gjaldføri var 42,3 mió. kr., har peningurin til veghæddina á Biskopstorgi er íroknaður.

Harumframt varð gjørt greitt, at í løtuni er Klaksvíkar kommuna 83 mió. kr. undir einari álíkning í láni, og tískil eru góðir møguleikar fyri at halda framdrift og optimismu.

Bíligari at læna pening enn at eiga pening
Harafturat er tað bíligari hjá Klaksvíkar kommunu at lána pengar enn at eiga pengar. Kommunan hevur vanliga altíð ein kassakreditt, og við einum kassakreditti á 40 mió. kr. hevur kommunan fleksibilitet til at stýra gjaldførinum skilagott, og samstundis tryggja sær eina góða rentu.

Lat okkum ikki tosa eina kreppu í gongd
Kommunan hevur verið í stórari framgongd seinastu árini, og tað hevur stóran týdning, at vit framhaldandi menna og byggja upp. Løtan er ikki at tosa eina kreppu í gongd, men heldur nøra um tað, sum vit eiga í okkara fantastisku kommunu.

Fíggjarliga rásarúmið hjá kommununi at gera íløgur komandi 4 árini er umleið 240-280 mió. kr. Hetta er ikki smávegis, og tí er tað svart tos at tosa eina kreppu ígongd og at tosa um at steðga fleiri verkætlanum.

Vit vilja hava, at fleiri borgarar velja Klaksvíkar kommunu til, eitt sterkt vinnulív, at fleiri búsetingar verða kring í kommunu okkara, og at foreldur, sum ynskja børn síni á stovn, eisini altíð hava møguleika til tað.

Vit mugu hugsa um eina vakstrarstrategi fyri kommununa, og halda áfram at útbyggja og sáa vón um ein spennandi bý. Her býr so nógv fólk, sum dagliga vísa áræði, hugflog og seta kommunu okkara í miðdepilin við spennandi tilboðum og verkætlanum. Tað er hetta, ið vit hava ábyrgdina av at fáa at nørast, so vinna og borgarar blóma.

Lat okkum standa saman, heldur enn at skapa split.

Jógvan Skorheim
Signhild V. Johannesen
Tummas Lervig
Andreas Josephsen


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi