Nólsoyingar skulu ikki sigla sín egna sjógv
Hetta byrjar at gerast álvarsliga troyttandi. Nólsoyingar mótmæla og borgarstjórin tekur undir við teimum og krevur broytingar. Sama plátan spælir bara umaftur – men støðan versnar, og nógvir nólsoyingar eru stúrnir.
Og enntá broytir mann ferðaætlanina uttan at hoyra nólsoyingar.
Sannleikin er, at støðan nú er verri enn hon var í áttatiárunum. Tá høvdu vit Rituna, og hon sigldi trygt aftur og fram, stórt sæð uttan mun til veður og vind.
Frægasta loysnin síðan er Ternan, sum hvør einasti nólsoyingur vil hava aftur sum skjótast. Men hon liggur av sliti og órøkt helst nakrar mánaðir aftrat.
Ímeðan setir SSL Erlu Kongsdóttir inn í siglingina á hávetri, áðrenn nólsoyingar hava fingið frágreiðingina um seinastu vanlukkuna, sum varð teimum lovað, áðrenn Erla varð sett aftur í sigling. Og nú hendi tað aftur.
Tí er onki løgið í, at nólsoyingar í morgun hava meldað SSL til løgregluna og Løgtingsins Umboðsmann.
Erla Kongsdóttir er nú fyribils løgd. Hon hevur enn einaferð prógvað, at hon ikki er egnað til Nólsoyarleiðina um veturin. Kann í besta føri brúkast til ferðafólk um summarið.
Fyri meg sum borgarstjóra er málið sum heild einfalt. Serliga tey ungu mugu síggja eina framtíð í oynni. Annars støðast tey ikki. Og so kunnu allar íløgur annars í oynna gera tað sama.
Tí standi eg í øllum saman við nólsoyingum. Strandferðslan maktar ikki uppgávuna og røkir ikki Nólsoyarleiðina til fulnar. Men vit hava í 2021 eina skyldu til at tryggja øllum borgarum í Tórshavnar kommunu somu tænastu.
Eg havi áður víst á, at Strandferðslan ikki tekur nólsoyingar og hestfólk í fullum álvara. Og vit kunnu ikki liva við, at nólsoyingar og hestfólk noyðast at sigla sín egna sjógv.
Sum er, so hava landsmyndugleikrnir álagt SSL at røkja hesa uppgávu. Vit fara tí beinanvegin at heita á landsstýrið um ein fund um málið, so vit saman kunnu finna eina varandi loysn fyri nólsoyingar.
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Mest lisið í farnu viku

Mínir kæru landsmenn: Latum okkum taka okkum saman í stundini!

Tá prestur varð avbrotin á prædikastólinum av vitnisburði

Jákup Sverri fór ikki á Føroyabanka

Yvirlivilisratan fyri Covid er 99,8%

Anfinn Olsen: Eitt átak hjá KVF móti Framherja

18 avgreidd mál frá nýggja býráðnum

Afturkalling av kostískoyti

Merki vundið á stong í Ísrael

Bilurin handaður vinnaranum

Kambur farin á sín fjórða túr

Skráin hjá IKTUS Sjónvarp, sunnudag 11. apríl 2021

Húsarhaldini skulu ikki rinda fyri burturspilta orku

Jens Meinhard Rasmussen fer frá sum nevndarformaður hjá Magn

Missiónsarbeiðið í Leirvík 100 ár

Bjørg er nýggjur leiðari í Fjallafípuni

Ebenezer: Jógvan og sersangur - sunnudagin kl. 10.00 - netvarp kl. 10.50

SuSvim Open byrjar í morgin

Tøkk

Johan Dahl hevur fingið svar um koronupass til føroyingar

Tobbi aftur á tingi

Vega- og gøtunøvn í Runavík

Ágangurin í skúlanum fer niður í helvt, tá ið leiðslan í skúlanum týðiliga talar at

Tekning til familjulegur 2021

Nýtt súkklu- og triathlonfelag stovnað á Skálafjørðinum
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











