INGÁLVUR - Ferðin inn í tað ókenda
Mikudagin 3. mars frumsýnir Filmsfelagið nýggja dokumentarin um listamannin Ingálv av Reyni, sum Hans Petur Hansen og Dánjal Højgaard hava framleitt. Sýningin er í Havnar Bio.
Í seinnu helvt av 90-unum fylgdu nakrir føroyskir fjølmiðlamenn Ingálvi av Reyni í útvið trý ár. Burturúr kom heimildarfilmurin"Svartur sannleiki" (1999), sum er ein persónslýsing av Ingálvi, við listamanninum sjálvum sum frásøgufólki.
20 ár ár seinni hava framleiðararnir verið í pappeskjunum og leitað gamlar upptøkur fram, sum máttu sáldast frá í klippingini til filmin.Virðismiklar upptøkur um ein af Føroya fremstu listarmonnum, sum ikki hava verið vístar alment fyrr.
Hesaferð møta vit Ingálvi av Reyni soleiðis sum filmsliðið aftanfyri Svarta sannleika upplivdi hann. Á ferðini síggja vit samrøður, sum ikki hava verið vístar fyrr. Vit síggja aðrar síður av listamanninum og fáa innlit í íblástrarkeldurnar, sum ávirkaðu hann.
Dokumentarurin er gjørdur í sambandi við, at tað herfyri vóru 100 ár síðani Ingálvur av Reyni var borin í heim.
Lagt til rættis og framleitt hava Dánjal Højgaard og Hans Petur Hansen. Filmurin varir 84 minuttir.
Frumsýningin verður í Filmsfelagnum mikudagin 3. mars kl. 19:00. Sýningin er, eins og allar sýningar í Filmsfelagnum, almenn og í Havnar Bio.
Mest lisið í farnu viku

Mínir kæru landsmenn: Latum okkum taka okkum saman í stundini!

Tá prestur varð avbrotin á prædikastólinum av vitnisburði

Jákup Sverri fór ikki á Føroyabanka

Yvirlivilisratan fyri Covid er 99,8%

Anfinn Olsen: Eitt átak hjá KVF móti Framherja

18 avgreidd mál frá nýggja býráðnum

Afturkalling av kostískoyti

Merki vundið á stong í Ísrael

Bilurin handaður vinnaranum

Kambur farin á sín fjórða túr

Skráin hjá IKTUS Sjónvarp, sunnudag 11. apríl 2021

Húsarhaldini skulu ikki rinda fyri burturspilta orku

Jens Meinhard Rasmussen fer frá sum nevndarformaður hjá Magn

Missiónsarbeiðið í Leirvík 100 ár

Bjørg er nýggjur leiðari í Fjallafípuni

Ebenezer: Jógvan og sersangur - sunnudagin kl. 10.00 - netvarp kl. 10.50

SuSvim Open byrjar í morgin

Tøkk

Johan Dahl hevur fingið svar um koronupass til føroyingar

Tobbi aftur á tingi

Vega- og gøtunøvn í Runavík

Ágangurin í skúlanum fer niður í helvt, tá ið leiðslan í skúlanum týðiliga talar at

Tekning til familjulegur 2021

Nýtt súkklu- og triathlonfelag stovnað á Skálafjørðinum
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











