Meiri áhugavert at royna við lemmun enn at samtrola
-Eftir umstøðunum hevur fiskiskapurinn verið í lagi. Vit fóru út hósnáttina og gjørdu stutta roynd, áðrenn vit fóru undir land at kroka, vegna vánaliga veðrið. Tá vit komu út aftur á fiskileiðirnar, var fiskiskapurin rímuliga góður. Vit hava 180 kør, sum er umleið 65 tons, harav gott 50 kør eru toskur,-
Tað sigur Kristian Thomsen, skipari, á Lerki. Teir landaðu til Faroe Origin týsmorgunin.
-At royna við lemmum, hevur sínar fyrimunir, og at samtrola, hevur sínar. Tó vil eg siga, at tað er meiri spennandi at royna við lemmum, tí tá eru vit einsamallir og eru fríari at taka avgerðir, so sum til dømis, hvar vit skalt royna,- sigur hann.
-Vit eru bara sjey mans; so fáa vit væl av fiski, er tað strævið, tí tað verður lítil hvíld og svøvnur. Við samtrolara taka teir jú inn aðruhvørja ferð, meðan vit við lemmum taka trolið inn hvørja ferð, vit hála,- sigur hann.
-Tað hevur verið smáligt við upsa í vetur, hóast vit eru komnir inn í góðari tíð eftir upsa. Men vónandi verður tað betri og kanska okkurt tíður uppá tað. Hitin á botni er komin niður á 6-7 hitastig; og tað er ein góður hiti fyri upsa, so vit hava gott mót,- sigur Kristian Thomsen.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð til eitt prát. Tíð var eisini til Guds orð og bøn.
Lerkur vór avstað aftur í gjárkvøldið.
Teimum og sjófólkunum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Mest lisið í farnu viku

Mínir kæru landsmenn: Latum okkum taka okkum saman í stundini!

Tá prestur varð avbrotin á prædikastólinum av vitnisburði

Jákup Sverri fór ikki á Føroyabanka

Yvirlivilisratan fyri Covid er 99,8%

Anfinn Olsen: Eitt átak hjá KVF móti Framherja

18 avgreidd mál frá nýggja býráðnum

Afturkalling av kostískoyti

Merki vundið á stong í Ísrael

Bilurin handaður vinnaranum

Kambur farin á sín fjórða túr

Skráin hjá IKTUS Sjónvarp, sunnudag 11. apríl 2021

Húsarhaldini skulu ikki rinda fyri burturspilta orku

Jens Meinhard Rasmussen fer frá sum nevndarformaður hjá Magn

Missiónsarbeiðið í Leirvík 100 ár

Bjørg er nýggjur leiðari í Fjallafípuni

Ebenezer: Jógvan og sersangur - sunnudagin kl. 10.00 - netvarp kl. 10.50

SuSvim Open byrjar í morgin

Tøkk

Johan Dahl hevur fingið svar um koronupass til føroyingar

Tobbi aftur á tingi

Vega- og gøtunøvn í Runavík

Ágangurin í skúlanum fer niður í helvt, tá ið leiðslan í skúlanum týðiliga talar at

Tekning til familjulegur 2021

Nýtt súkklu- og triathlonfelag stovnað á Skálafjørðinum
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











