Nema Vátta
Nema Vátta er nýggja skipanin frá Nema, sum ger tað einfalt og skjótt at vátta tínar fakturar á netinum.
Við Nema Vátta sparir tú tíðina, ið vanliga fer til pappírsarbeiði og ringbind. Kanningar vísa, at tað kostar fyritøkum millum 150 og 500 krónur at avgreiða ein faktura. Vátta ger tað skjótt og einfalt at heinta, góðkenna og bóka tínar fakturar fyri ein brotpart av hesum metingum.
Fyrimunir við Nema Vátta:
- Ómakaleyst at innlesa fakturar og áseta, hvør skal vátta á netinum.
- Sjálvvirkandi váttanarmannagongdir og knýti til bókhaldsskipan.
- Talgild skipan, sum avloysir manuelt arbeiði og pappír.
- Trygg loysn, ið ger trygdaravrit av øllum skjølum, hevur góða brúkarastýring og minkar um vandan fyri váttanarfeilum.
- Einfalt snið, ið ger tað skjótt at koma í gongd, er einfalt at nýta og gevur eitt gott yvirlit.
Við Nema Vátta fært tú atgongd til eina snilda og einfalda loysn, ið gevur tær greitt yvirlit yvir alt váttanararbeiði og allar mannagongdir. Skipanin minkar um arbeiðsbyrðuna, tí tú skjótt og lætt ásetur, hvør skal vátta – uttan pappír, meylar og ringbind. Vátta tryggjar tær eisini, at einki skjal verður burtur og ger tað skjótt at síggja, hvussu váttanarstøðan er á hvørjum einstøkum skjali.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











