Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

AMALIEL KNUDSEN - skipari á flaggskipi føroyinga!

Innanlands | 27/02-2021 13:30

Týsdagin 26. januar komu deyðsboðini av Amaliel Knudsen, skipara. Amaliel bleiv 85 ára gamal. Vaks upp í Heiðunum, sum var ein heilt annar heimur tá, samanborin við Runavíkina og Saltangará í dag. 

Amaliel vaks upp í einum systkinaflokki upp á seks. Hann var  bert 10 ára gamal, tá hann misti pápan, og gjørdist faðirloysingur. Mamman, Elisabeth Knudsen, sæt einkja við tveimum dreingjum og fýra gentum. Tað verður sagt um Amaliel, at hann tíðliga á síni lívsleið vísti stóra ábyrgd, tá hann hjálpti mammuni at koma víðari í lívinum. 

Amaliel valdi sjógvin sum sítt arbeiðspláss, og tá Norrøna kom á fyrsta sinni í 1983 (gamla Norrøna), tá varð hann settur skipari, sum tá var okkara flaggskip og av sonnum stoltleiki Føroyinga. Tíðarskeiðið við Amaliel sum skipara á Norrrønu fevnir yvir 8 ár frá 1983 til 1991. Amaliel var fyrsti skipari við Norrønu. 

TRÚARLÍVIÐ
Amaliel kom til persónliga trúgv á Jesus sum ein ungur maður. Hetta kom greitt til sjóndar m.a. við hansara aktiva leikluti innan Frelsunarherin bæði uttanlands og í Føroyum – tó ikki bert har, men eisini sum skipari á Norrønu! 

Tað, sum hevur verið sjónligt og eyðkenniligt bæði umborð á gomlu og nýggju Norrønu, eru kristiligu tiltøkini, sum javnan hevur verið kunngjørt yvir hátalarakervið undir sigling øll árini til dags dato. Her hevði Amaliel Knudsen sum skipari, ein avgerandi leiklut, tá skrivað verður um hví og hvussu hetta fyribrygdi við kristiligum tiltøkum umborð á Norrønu byrjaði - tí vilja vit eisini minnast og heiðra minni eftir Amaliel Knudsen skipara, í hesum sambandi! 

UNGA GENTAN
Tíðliga í siglingini hjá gomlu Norrønu kemur ein ung genta, sum bert var ein 15 – 16 ára gamal tannáringur, at arbeiða umborð. Gentan saknaði, at tað ikki vóru andaktir skipaðar fyri manningini. Við hesum ørindum kom hon ein dagin til skiparan, sum tá var Amaliel, og spurdi, um hann ikki kundi hava andakt fyri manningini. 

At gentan hevði dirvi at fara til sjálvan skiparan, á einum ferðamannaskipi sum Norrønu, við einum slíkum fyrispurningi er næstan eindømi; men tað sigur okkum nakað um útstrálingina, sum Amaliel hevur havt, og tí hevur gentan kent seg tryggan við skiparanum. 

Amaliel tók positivur og við gleði hetta ynski til eftirtektar, og boðaði manningini til andakt umborð. Hetta varð nakað, sum endurtók seg, men Amaliel hugsaði víðari í hesum sambandi, tá hann sá fyri sær møguleikan millum ferðafólkið at savnast til kristiligar sangløtur við einum góðum orði. 

Við hesum positiva og villuga sinnalagi frá Amaliel Knudsen, varð støðið lagt til kristilig tiltøk umborð á Norrønu, bæði gomlu og nýggju, á ferðunum millum Føroyar og útheimin, og hetta støði, sum fyrsti skiparin á Norrønu legði, er framvegis virkandi umborð. 

Amaliel var væl stuðlaður m.a. av starvsfelaga sínum, Klaksvíkinginum John B. Hansen, vanliga róptur John B, ið arbeiddi fleiri ár sum Cruise-host (Cruise-vertur) umborð á Norrønu. John B var altið til reiðar at taka undir við kristiligum tiltøkum umborð á Norrønu, og legði mangan upp til tað sjálvur. 

Í hesum sambandi skal eisini verða nevnt, at orsaka tann framhaldandi góðvilja, bæði frá reiðaríði, starvsfólki  og øllum vakthavandi skiparum umborð á Norrønu, hevur tað verið møguligt at skipað fyri eini breiðari viftu av kristiligum tiltøkum líka til dagin í dag – takk fyri tað og Gud vælsigni skip og manning!

JARÐARFERÐ
Amaliel fór til gravar úr Vestur-kirkjuni í Havn. Tað var ein heiðurlig jarðarferð, tá fimm Frelsunarhersoldátar stóðu heiðursvakt við kistuna undir allari jarðarferðini. Frammanfyri kistuna  stóð ein soldátur við flagginum hjá Frelsunarherinum. Tá kistan varð borin út gingu teir undan við flagginum fremst. Tá kistan varð sett niður í grøvina varð flaggið lorað tríggjar ferðir niður yvir kistuna, sum vanligt er við jarðarferðir hjá Frelsunarherinum.  

Ætlanin var, at jarðarferðin skuldi verða frá Frelsunarherinum, men orsaka koronatilmælini var plássi ov lítið, og tí fekk familjan loyvi at nýta Vestur-kirkjuna. Derhard Jógvansson, prestur og leiðarin í Frelsunarherinum í Havn, Bjørn Ove Frøyseth, majorur høvdu hvør sína vakra prædiku.

Kristiliga Tíðindatænastan lýsir Guds signing og frið yvir minni eftir Amaliel Knudsen!



Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi