Trivnaðarsamskipari er settur
Hildur Durhuus byrjaði mikudagin sum trivnaðarsamskipari í Sunda kommunu. Talan er um eitt farloyvisstarv.
Hildur, ið er búsitandi í Tórshavn, hevur 25 ára royndir frá størvum í upplivingar- og ferðavinnuni, bæði í privata geiranum og í almennu umsitingini. Hildur er útbúgvin Master í upplivingarleiðslu.
Trivnaðarsamskiparin er skrivari í trivnaðarnevndini og hevur ábyrgd av at fyrireika og avgreiða mál hjá trivnaðarnevndini. Harumframt hevur hon hópin av spennandi uppgávum innan samskifti og samskipan. Hildur hevur t.d. ábyrgd av at samskipa tiltøk hjá Sunda kommunu og leiklutin hjá kommununi við onnur, ið fyriskipa tiltøk í Sunda kommunu. Eisini hevur hon samskiftið við ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi, áhugafeløg, trúarlív, einstaklingar v.fl. um hendi.
Les meira her: https://sunda.fo
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











