Rósa Samuelsen hevur fingið svar um sosial byggjarí í kommununum
Fyrispurningur um sosial byggjarí í kommununum, settur landsstýrismanninum í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.
(at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
- Hvussu nógvar kommunalar íbúðir ella bústaðir tilsamans eru í Føroyum, sum verða brúktar til málbólkin: einsamallir forsyrgjarar, einsamallir menn/ kvinnur og fólk, sum hava rúsdrekkatrupulleikar?
- Hvat verður mett er tørvurin á fleiri íbúðum ella bústøðum í teimum størru kommununum til málbólkin: einsamallir forsyrgjarar, einsamallir menn/ kvinnur og fólk, sum hava rúsdrekkatrupulleikar?
- Er munur á, í hvønn mun kommunurnar taka sær av hesum serliga málbólkinum?
- Hevur ein kommuna heimild at játta pening til íløgur ella bygging av íbúðum til henda serliga málbólkin, og tilhoyrandi rakstur av bústøðum?
- Hvør myndugleiki hevur ábyrgdina av hesum serliga økinum og málbólkinum, landið ella kommunurnar, herundir er nøkur lóggáva, sum tilskilar, hvør hevur ábyrgdina av hesum serliga málbólkinum?
Viðmerkingar:
Tað er ein serligur málbólkur av okkara borgarum, sum hava sera trupult við at fáa tak yvir høvdið, og sum er dottin heilt niðurímillum í t.d. teimum bústaðarpakkum, sum tað almenna hevur arbeitt við seinastu árini og sum arbeitt verður við í løtuni. Harafturat er tað ógvuliga ymiskt, hvussu lands- og kommunumyndugleikar taka á seg ábyrgdina av hesum serliga málbólki.
Talan er her um sosialt bústaðarbyggjarí, sum eigur at verða tilskilað einum greitt avmarkaðum málbólki, sum fevnir um persónar, sum eru sosialt illa fyri.
Betri fysiskir karmar kunnu vera leiðin til at náa ynskiligar betringar á sosiala økinum. Tað kann gerast ein stórur samfelagsligur vinningur at tillaga og innrætta byggjarí eftir tørvinum hjá hesum málbólkinum. Teir fysisku karmarnir skulu seta førleikar hjá tí einstaka og virðing í miðdepilin.
Tað er heilt greitt, at hesin málbólkurin ongan góðan hevur í politisku skipanini hjá landinum og kommununum og er t.d. ikki partur av teimum bústaðarpakkum hjá landinum, sum eru settir í verk seinastu árini og tí, sum arbeitt verður við í løtuni.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











