Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur loyst flagið til nýggja sambýlið á Mýrini

Politikkur | 02/03-2021 17:50

Í dag varð fyrsta flagið til nýggja sambýlið, sum skal byggjast á Mýrini í Hoyvík, loyst. Tað var Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, ið loysti flagið. 

Í hesum sambandi var hátíðarhald á staðnum, og nógv fólk var komið saman. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna bar fram røðu:

Góðan dag og vælkomin øll somul!

Í dag er ein stórur dagur, tí at í dag verður spakin settur í til nýggja sambýlið, sum verður bygt her á Mýrini í Hoyvík. Hetta er byrjanin til eina nýggja tíð.

Henda verkætlanin, sum í dag fer av bakkastokki, hevur ein drúgva søgu. Sum øll vita, stóðu tvey sethús her frammanundan, sum var heimið hjá 11 fólkum við menningartarni. Men hesi húsini vóru í ringum standi, og tí valdi man at taka hesi niður og byggja eitt nýtt sambýli.

Hendan verkætlanin byrjaði at álvara í 2017, tá verklagslógin varð løgd fyri Løgtingið. Tá var ætlanin at byggja tveir vardar bústaðir fyri 58 mió. kr. Men tað vísti seg skjótt, at tann kostnaðarmetingin fór ikki at halda. Tí var broytingaruppskot lagt fyri Løgtingið í desember 2020, og samtykti Løgtingið einmælt at byggja sambýlið á Mýrini í januar í ár. Høvuðsprosjektið verður liðugt um ein mánað, og verða arbeiðstøkurnar bodnar út í mai, og klárt at fara undir at byggja í juni.

Og nú eru vit fleiri, sum eru sera spent og gleðast um, at vit endiliga fara undir at byggja hetta nýggja sambýlið. Hetta fer at broyta umstøðurnar munandi til tað betra. Og tey, sum fara at búgva her, og tey, sum varða av, hava fylgt væl við alla tíðina, og eru øgiliga spent uppá, at nýggja heimið verður liðugt, og tey sleppa at flyta inn.

Nýggja sambýlið verður til 18 fólk við lættari og tyngri menningartarni, og ymsum førleikum at klára seg sjálvi í dagligdegnum. Hetta hevur man tikið hædd fyri í innrættingini, og tí verða tað fleiri ymiskt bútilboð í nýggja sambýlinum.

Tey, sum klára seg sjálvi í dagligdegnum, fara at búgva í sjálvstøðugum íbúðum. Onnur hava í størri mun tørv á sosialt samband við hini búfólkini, og at hava starvsfólk rundan um seg. Hetta hevur man tikið hædd fyri í innrættingini. Stórur dentur er lagdur á at byggja soleiðis, og at tað við innrættingini verður stuðlað undir, at búfólkini kunnu hava ein virknan gerandisdag. Bygginevnd og arkitektar hava lagt seg eftir at skapa eitt heimligt og funktionelt heim, har hædd er tikin fyri øllum hesum týðandi pørtum.

Og umstøðurnar verða munandi betri, enn tær vóru – og tað haldi eg, at vit øll frøast um!

Nú byggingin loksins fer av bakkastokki, er hetta byrjanin til eina nýggja tíð, og síðst í næsta ári, verður klárt at flyta inn í nýggja sambýlið.

Og nú henda byggiverkætlan fer at bakkastokki, fari eg at takka bygginevnd, sum við innliti og royndum hevur gjørt eitt stórt arbeiði, og Landsverk fyri ráðgeving og at hava havt verkætlanarleiðsluna um hendi. MAP arkitektar fyri at hava sniðgivið og teknað ein funktionellan og einfaldan bygning, sum tekur hædd fyri tørvin hjá búfólkum bæði inni og uttanfyri. Og allar samstarvspartnarar hjá MAP, sum prosjektera hesa byggiverkætlan. Og takk til Articon, sum fer at standa fyri jørðarbeiðnum, og ynskja tykkum blíðan byr í arbeiðinum.

Eg fari eisini at takka Løgtinginum og allari teirri politisku skipanini fyri at vísa verkætlanini vælvild, eins og øllum teimum, sum hava havt ein virknan leiklut í gera hesa verkætlan til veruleika.

Við hesum orðum er løtan komin, har eg fari at loysa flagið.


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi