Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Johan Dahl hevur fingið svar um Talgilda Samleikan og peningastovnar

Politikkur | 03/03-2021 10:09

Svar upp á fyrispurning nr. 52-086/2020 frá Johan Dahl, løgtingsmanni, settur Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um Talgilda Samleikan og peningastovnar.

Fyrispurningurin er soljóðandi:

  1. Hví kann Talgildi Samleikin ikki brúkast til netbankar hjá peningastovnunum?
  2. Nær kann væntast, at Talgildi Samleikin kann góðkennast og brúkast til netbankar hjá peningastovnum?
  3. Hvat væntast kostnaðurin at vera fyri at náa hesum máli og annars at fáa góðkenning eisini aðrastaðni í okkara grannalondum?

Svar:

Á várið 2015 gjørdu Felagið Føroyskir Peningastovnar og landsstýrisfólkini í Vinnumálum og fíggjarmálum avtalu um at føroyskir peningastovnar fóru at brúka eina felags føroyska talgilda undirskrift.

Í juni 2015 varð strategi fyri Talgildu Føroyar, har ímillum eisini strategi fyri talgilda samleikan løgd fram, og á heysti 2015 varð fyrireikingararbeiðið sett í verk fyri talgilda samleikan.

Tann 1. juli 2016 varð samstarvsavtala undirskrivað millum landsstýrið og felagið fyri føroyskar peningastovnar, um at føroyingar skulu kunna nýta føroyska samleikan til tænastur hjá peningastovnunum, og at peningastovnarnir vóru við til at fíggja verkætlanina.

Á vári 2017 varð lóg um Talgildu Føroyar samtykt á Løgtingi, og varð menningin av talgilda samleikanum send í útboð. Hetta útboðið vann eitt samtak millum Klintra og Føroya Tele.

Loysnin skuldi verða liðugt ment í 2019 og klár at taka í nýtslu í 2019. Raksturin av talgilda samleikanum varð sendur í útboð apríl 2018. Elektron vann útboðið, og tekur sær av rakstrinum tey fyrstu árini.

Lógin um Talgilda Samleikan varð samtykt í mai 2019. Sambært lógini skulu allir almennir myndugleikar, almenn partafeløg og peningastovnar loyva persónum at nýta føroyska talgilda samleikan til eyðmerking.

Samleikin varð yvirtikin í mai 2020. Síðani oktobur 2020 hava føroyingar kunna fingið sær Talgilda Samleikan. Samleikin hevur kostað 60 mió. kr. at menna. Føroyski Samleikin er millum teir fremstu í øllum heiminum. Í løtuni eru fleiri føroyski stovnar, fyritøkur og kommunur í holt við at menna atkomu til samleikan. Eisini eru fyrispurningar úr útlondum um at góðkenna samleikan til eyðmerking av tænastum uttanlands.

Í oktobur 2020 hava føroysku peningastovnarnir boðað frá, at føroyski samleikin kann brúkast til netbankan í 2021 og at føroyskir peningastovnar mæla sínum kundum at útvega sær og brúka Samleikan til aðrar tænastur.

Ætlanin er sostatt, at netbankarnir verða knýttir í Talgilda Samleikin í heyst. Í løtuni samstarva Talgildu Føroyar og peningastovnarnir um menningina av skipanini, og veitarin hjá peningastovnunum (SDC A/S) er í fer við at gera royndir, har Samleikin verður nýttur at innrita í teirra test-skipan.

Vegna nýggj altjóða lógarkrøv til peningastovnar (PSD2), er arbeiðið við at knýta netbankarnir í Talgilda Samleikan seinkað. Nevndu lógarkrøv hava við sær týðandi broytingar av Talgilda Samleikanum, soleiðis at møguligt verður hjá peningastovnunum at nýta Samleikan í sambandi við at undirrita skjøl og peningaflytingar. Broytingarnar av Talgilda Samleikanum verða mettar at kosta 2,5 mió. kr., og taka umleið 6 mánaðir at menna og seta í verk.

Tekniskt sæð kann Talgildi Samleikin nýtast til at rita inn á netbankarnir, sum nú er. Vegna nýggju altjóða lógarkrøvini (PSD2) hava føroyskir peningastovnar tó avgjørt at bíða við at knýta netbankarnir í Talgilda Samleikan til nýggju krøvini eru liðug ment.

Talgildu Føroyar vórðu gjørdar varugar við nýggju lógarkrøvini síðst í 2020, og tí hevur ikki verið møguligt at fremja broytingarnar áðrenn íverksetanina av Talgilda Samleikanum í oktober 2020.

Talgildi Samleikin fekk í oktober 2020 altjóða lóggilding (certificering). Hetta merkir, at Talgildi Samleikin lýkur ES lóggávu á økinum, sum er ein grundleggjandi fyritreyt fyri, at Samleikin kann brúkast av føroyingum til at fáa atgongd til talgildar tænastur í okkara grannalondum.

Tinganes, 02. mars 2021

Jørgen Niclasen
landsstýrismaður í fíggjarmálum


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi