Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

BankNordik lækkar rentur fyri bústaðir við varandi orku 

Vinnulív | 04/03-2021 12:15

BankNordik fer nú at bjóða eitt nýtt, grønt bústaðarlán, ið ger tað bíligari at taka lán til sethús og íbúðir, ið verða hitað við varandi orku. Harumframt hevur samtakið sett sær fyri at minka CO2-útlátið frá egnum virksemi við 50% í 2025. Átøkini skulu vera við til at styðja upp undir grøna orkuskiftið í føroyska samfelagnum. 

Lægsta renta á grøna bústaðarláninum verður 2,45%, og til samanberingar er lægsta renta á vanliga bústaðarláninum í dag 2,75%. ”Vit ráðgeva hvønn dag viðskiftafólkum, ið skulu undir at byggja ella umvæla bústaðin, og sum í tí sambandi skulu velja eina hitaskipan. Okkara leiklutur sum peningastovnur gevur okkum tí góðan møguleika at stuðla viðskiftafólkunum í at velja grønar orkuloysnir, og hesa ábyrgd vilja vit fegin átaka okkum. Við nýggja, grøna bústaðarláninum ber til at velja eina varandi orkuloysn og samstundis fáa eitt bíligari lánsgjald. Á henda hátt vilja vit geva okkara íkast til at seta ferð á grøna orkuskiftið,” sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.  

Grøn orkuskipan - ein góð íløga fyri umhvørvið og pengapungin 
Øll viðskiftafólk, ið hita bústaðin við einari grønari orkuskipan, kunnu frá 1. apríl skifta vanliga bústaðarlánið um við nýggja, grøna bústaðarlánið og harvið fáa eina lægri rentu og eitt bíligari lánsgjald. Grønar orkuskipanir eru hitapumpur – m.a. jarðhiti - og fjarhiti, ið brúkar varandi orku. Tað er ein treyt fyri at fáa grøna bústaðarlánið, at húsarhaldið ikki brúkar oljufýring. Á henda hátt gerst tað ein fyrimunur fyri bæði umhvørvið og pengapungin hjá tí einstaka at velja eina grøna orkuskipan.  

Lagalig fígging til orkusparandi ábøtur á bústaðin 
BankNordik hevur í fleiri ár veitt orkulán, ið ger tað bíligari hjá viðskiftafólkum at gera orkusparandi ábøtur á bústaðin. Orkulánið fer framvegis at kunna brúkast til t.d. bjálving, nýggj vindeygu og til umlegging frá oljufýring til grøna orkuskipan. Lægsta renta er 1,75%, og til ber at læna í mesta lagi 300.000 kr. Tey, ið vilja skifta oljufýringina út við eina varandi orkuskipan, kunnu sostatt fíggja ta íløguna við orkuláni. Tá ið orkuskipanin er skift, kann vanliga bústaðarlánið leggjast um til eitt grønt bústaðarlán við lægri rentu.  

Einki hámark á láni til elbilar
Í 2019 fór bankin undir at bjóða elbillán við serliga lagaligari rentu, samstundis sum løðingarstøðir til elbilar vórðu settar upp við allar bankadeildir kring landið. Higartil he vur elbillánið havt eitt hámark á 300.000 kr., men tað markið verður nú strikað, og so statt verður møguleikin at taka lán til elbilar í BankNordik uppaftur betri. Nýggja, grøna bústaðarlánið er tó tann størsta íløgan hjá bankanum í grønu umstillingina higartil.  

CO2-útlátið hjá BankNordik skal minka við 50%
Tað eru ikki bara viðskiftafólkini, ið skulu hjálpast á eina grønari kós. Eisini innanhýsis í  BankNordik-samtakinum hevur burðardygd fingið alsamt størri týdning. Samtakið mátar CO2-útlátið, ið stavar frá egnum virksemi, og í sambandi við kunngerðina av ársroknskapinum og CSR-frágreiðingini tann 26. februar upplýsti bankin 14 lyklatøl, ið lýsa ta ávirkan, ið virksemið hevur á umhvørvi og fólk. Leiðslan hevur sett sær sum mál at minka CO2-útlátið við 50% í 2025, og hetta skal m.a. røkkast við at skifta allar bilar út  við elbilar, við at leggja um til varandi orkuskipanir í bygningum, og við at SEV sum  ætlað fer at veita grønari streym komandi árini.  

Tey, ið vilja hava meira at vita um nýggja, grøna bústaðarlánið, og møguleikarnar at fáa  fígging til umlegging til grønar orkuskipanir, kunnu seta seg í samband við sín ráðgeva í  bankanum. 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi