Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Aftursvar til Signhild Johannesen í sendingini GMF tann 8/12-2020

Innanlands, Lesarabrøv | 08/03-2021 22:00

1.partur! 

Vit, bólkurin Familjuhjálpin, undra okkum yvir, at tað einans er almannaverk, kommunur og barnaverndir, sum koma til orðanna í KVF, hóast vit hava bjóðað okkum til, at geva okkara søgu, tí geva vit okkara aftursvar á henda hátt og takk fyri, at KVF gevur okkum ríkiligt av møguleikum at senda aftursvar, so hvørt til hvønn einstakan. Eisini undra vit okkum yvir at nú hevur KVF í fleiri dagar havt innsløg um Barnaverndartænastu, men tey seta teimum ikki nakran kritiskan spurning. KVF verturin Barbara Holm er annars kend fyri at seta kritiskar spurningar. Vit vilja hervið greina orðið vansorgan: hetta sigur Sprotin um orðið: vantandi røkt og umsorgan. Lógin brúkar ikki orðið vansorgan, heldur ikki heitið vantandi røkt og orðið umsorgan verður ikki tosa um í lógini fyrr enn í grein 19 og tann greinin snýr seg einans um høvuðsbarnaverndararbeiði og als ikki barnaverndartænastuna. Ùt frá hesi grein verður barnið umsorganaryvirtikið. Samanumtikið má tí staðfestast, at lógin tosar ikki um vansorgan, tað er bara barnaverndartænastan sum tosar á henda hátt um føroyskar barnafamiljur. Signhild Johannesen hevur sítt egna boð uppá, hvat tað vil siga, at børn eru fyri vansorgan og hvørji tekin eru at halda eyga við. "Tað kann síggjast uppá ymsar mátar og vera týðulig kroppslig tekin" og metir hon tað liggur í orðinum (her vil Bólkurin vísa á tað Sprotin sigur um orðið) og nevnir hon til dømis: "ikki hóskandi klæðir (peikifingurin til øll tykkum, sum eiga børn sum krevja, at fáa fínu glitruttu summarsandalirnar við tá kavin liggur tjúkkur uttanfyri), barnið er skitið og ikki í reinum klæðum (ikki fleiri stuttligar runukakur), skúlating ikki við ella barnið kemur ikki í skúla ofta (børn sett á døgnstovn hava stórstu skúlafráveru og ganga ikki í skúla í áravís aftaná tey eru umsorganaryvirtikin), broyttur atburður (er tað nakar okkara, sum bara hava góðir dagar?), sárbarð (almennu kanningar vísa á ein sera sárbarðan føroyskan ungdóm - og tey eru enn børn - almennar kanningar vísa á avbjóðingar við prógvtølum og øðrum, sum ikki er familjurelatera), reagerar ógvusligari (tað kann absolutt ikki vera svongd ella skúlahapping?), ikki megnar at vera í tí sosiala sambandinum við hini (um man megnar at møta upp í skúlanum er júst sosialt samband valt til), um tey ganga til frítíðarítrív (also tvangssálarfrøðing, so barnaverndartænastan kann brúka enn meira ímóti barnafamiljuni, sum er sagt í trúnaði undir álitið?) og so framvegis"... Hvat er o.s.fr.? Hvat liggur í o.s.fr.? Staðfestast kann, at øll okkara børn vera umsorganaryvirtikin undir heitinum o.s.fr. Staðfestast kann eisini, at øll okkara børn vera umsorganarsvikin av barnaverndartænastuni og so framvegis, tí sum Signhild Johannesen sjálv sigur, er frávera av umsorgan, at børnini ikki trívast nóg væl, álvarsamur likamligur og sálarligur ágangur er jú tað okkara børn líða undir - aftaná - tey eru komin í klørnar á barnaverndartænastuni. Vit sum bólkur kenna ikki okkara børn aftur í orðunum barnaverndartænastan lesur upp fyri okkum, sum orsøk til burturflytan, og tí metur Bólkurin næsta prát KVF hevur við barnaverndartænastuna kann snúgva seg um, hvussu ein søkir endurgjald fyri forráðan og fyri at fáa stolið børn, síðan okkara børn ikki koma undir hetta Signhild Johannesen ramsar upp. Signhild Johannesen leggur fólk, sum ikki fráboða, undir at vera bangin. Vit meta, tað krevur dirvið at lata vera við at fráboða, serliga tá hugsa verður um grein 73 og hetta at ein og hvør, sum ikki fráboðar verður revsaður við bót ella hefti upp til 3 mðn. Samstundis sigur Signhild Johannesen at fráboðanir eru ordiliga vanligar at móttaka og at barnaverndaartænastan móttekur fráboðanir fleiri ferð um vikuna.2.partur!

 Víðari sigur Signhild Johannesen, at tað er trupult hjá fakfólkið at fráboða. Hetta hava vit fingið játta frá fleiri fakfólkum, sum nokta at gera brúk av hesi óhugnaligu valdsmisnýtandi skipan, sum svíkur menniskju og helst børn. Skipanin er ikki eitt hjálparamboð, er ikki ein TÆNASTA, er ikki stuðlandi á nakran hátt fyri føroyskar barnafamiljur. Skipanin sker allar barnafamiljur yvir ein kamb, metir øll vera skýrd andliga ófullfør og øll foreldur í Føroyum nýta harðskap og eingin hevur umsorganarevnir. Aftaná eina tíð vera øll børn í skipanini skýrd viðgerarkrevjandi og kunnu tí aldrin sleppa heim aftur. Heldur ikki liggur fyri at barnafamiljur fáa meir enn minstamark í samveru og sysktin sleppa hvørki at búgva saman, hava samveru saman ella síggjast á nakran hátt. Sama søga endurtekur seg og verður um og um aftur løgd fram í Høvuðsbarnavernd og Føroya Rætti og síðan umsorganaryvirtøka skal játtast regluliga møta somu fólk hvør øðrum regluliga og somu søgur vera endurtiknar og somu avgerir vera tiknar um og umaftur. Hava vit einki annað at brúka okkara skattapening til? Signhild Johannesen metir, at vegna ov smá viðurskifti verður ov leingi bíða, til barnafamiljur í Føroyum vera fráboðaðar. Geri so væl Føroya barnafamijur, nú kunnu tit hvør sær sita í bíðistøðu í hesi annars hugnaligu tíð og óttast, at avlevera tykkara børn á dagstovn ella í skúla, síðan tað eru júst hesi fakfólk, sum í fylgi almennu hagtølini, fráboða allaroftast til barnaverndartænastuna. Nú Signhild nevnir, at tey einastu, sum ikki kunnu vera dulnevnd eru fakfólk, og leggur upp til, at fólk, sum eru stúrin, kunnu ringja og tosa við sosialráðgeva men, tá ein ringir og vil tosa um stúranina barnafamiljur vanliga hava fyri málsviðgerum og barnaverndini yvirhøvur, hava tey aldrin tíð at taka telefonina og summi fólk føla seg blokkera og útihýst. Niðurstøðan hjá barnaverndartænastuni er ALTÌÐ at foreldur ikki samstarva og á tann hátt fellur altíð tvírøðan burtur og barnaverndartænastan sleppur undan at kunna meir um barnið. Ynskiligt hevði verið, um Rannvá Fossaberg kundi sett sjóneyga á, hvussu nógvar av hesum fráboðanum vera útfyltar eftir fyriskrivtunum í fylgi almenna útfyllingarblaðið hjá barnverndarstovuni. Vit fakfólk vita, hetta skjal skal útfyllast og vísast fram fyri familjunum, men eingin av okkum familjum hava sæð hetta útfylta skjal nakrantíð og tá vit spyrja eftir tí, er tað sum um barnaverndartænastan ikki veit av, at hetta skjal er til. Týðuligt er í hvussu er, at tað barnaverndartænastan letur inn til Føroya Rætt og Høvuðsbarnavernd, er leiðandi spurningar, einans pástandir, nul fakta og ikki rætt útfylt. Sambært Signhild Johannesen er tað ein avbjóðing at fólk ikki fráboða. Tó er ikki greitt, um tað er ein avbjóðing fyri føroysku barnafamiljurnar, barnaverndartænastuna ella Signhild Johannesen. Bólkurin metur ikki tað er ein avbjóðing fyri føroysku barnafamiljurnar, tí tað, at enda í klórnum á barnaverndartænastuni er als eingin hjálp ella batið alíkavæl. So takk til øll, sum ikki fráboða. Takk fyri tykkara stóra hjarta og umsorgan. "Hvussu verður avgerð tikin, um at barnið skal til fosturs", spyr Rannvá Fossaberg og Signhild Johannesen vaskar skjótt sínar hendur í, at tað als ikki er ein avgerð barnaverndartænastan hevur ábyrgdina av ella tekur einsamøll. Løgi, vit, sum hava fingið innlit í mál, lesa annars, at barnaverndartænastan bankar uppá og biåur um at fáa børnini útlevera antin við hús ella ringir barnaverndartænastan aftaná børnini eru tikin úr stovnum/skúlum og sett heiman og líka kunnar foreldrini um, at tey ikki skulu avheinta í dag. "Vera foreldur kunnað um fráboðanina" spyr Rannvá Fossaberg. Signhild Johannesen sigur ja og at tað er týdningarmikið og at tað er tað fyrsta man ger. Sipar Signhild tá til aftaná 5 tímar forhoyr av børnum uttan hjásita? Tí tað er hvat vit sum hava fingið minstamark innlit eru kunnað um hendir. Ìmyndi tykkum svong børn undir press á fund, einsamøll, við umleið 7 vaksnum, tey ikki kenna? Bólkurin ivast í, um tað er harðskapin Signhild Johannesen sipar til? Bólkurin hevur tørv á at kunnað Signhild Johannesen um, at tað er óteljandi ferð fakfólk ikki vera navngivin. Av einari orsøk: allar sakir vera orðaðar, upplisnar og dømdar eftir somu grein. Talan er ALTÌÐ um harðskap. "foreldur eru kedd, stúrin og skilja ikki fráboðan", fortelur Signhild Johannesen. Signhild Johannesen er útbúgvin sálarfrøðingur og hevur ikki fleiri lýsingarorð enn hatta?! Bólkurin vil hervið leggja afturat: At sita heima og lesa fyri børnunum, meðan nátturðin er úti á, at siga vit síggjast og Jesu pápi verið hjá tær, til eg komi eftir tær á døgnstovni, eisini tá foreldur ikki vita, um tey síggja sítt barn aftur tí tey skulu á krabbameinsviðgerð. At barnaverndartænastan fráboðar seg at hava umsorganaryvirtikið eins barn og at tað aldrin kemur heimaftur. Tað MÀ vera soleiðis tað følist tá man frontalkrasjar. Sjokkið sum lammar ein. Man missur ondina. ì fleiri dagar og undrar seg yvir, at man er enn á lívið. At man kann innihalda SO nógv tár. Man missur svøvnin. Eisini í daga og mánaðarvís. At grannar siga, tey hoyra ein gjøgnum veggin liggja í songini og gráta. At man knappliga manglar breyð og undrar seg yvir, at man stendur í handlinum og vil hava nakað so tápuligt, sum ein pakka av breyð tà kaos er innaní og kosmos er í krígsstøðu. At man missur matarlyst og ikki orkar at eta. At man knappliga aftaná eina viku fær etið eitt heilt súrepli, hóast kvalma. At man lýgur og sigur man hevur etið og sovið, men hevur avgjørt, at svølta, til man kann broyta støðuna. At man innsær, man kann ikki broyta støðuna. At barnið er stolið. Vekk. Og kemur aldrin aftur. Man leggur seg í songina hjá barninum og roynur at snodda seg fram til barnið. Man sovnar við soviklæðunum hjá barninum og vil ikki koyra klæðini til vask. Tá man langt um leingi vaskar klæðini, strýkur tey og brýtur saman, tí man aftur luktar barnið. Barnið man ikki longur sleppur at hava í sínum lívið og ikki kann hava annað enn millum null og minimala samveru við, tí tað er so skaðiligt fyri manipulerandi arbeiði hjá barnaverndartænastuni. Man fær at vita, at man sleppur einaferð um árið at fáa innlit í barnið og líka spentur møtir man upp hvørt ár til Høvuðsbarnaverndina og fær somu niðurgerandi orð upplisin og sama avslag. Man fær at vita, man kann møta aftur um eitt ár. Man hugsar: nær steðgar sorgin automatiska andadráttinum? Nær steðgar sorgin hjartanum at sláa meir? Tí tað einasta sum slær harðliga í øllum sakum, Bólkurin hevur innlit í, er hjarta, sum heldur fast í vónini um, at henda óhugnaliga, ísakalda, vakna marra ein dag kann steðga, hóast skaðin aftaná TÆNASTUNA hjá barnaverndini altíð er óbøtiligur. Fyri hvørt barn ið verður stolið, vera fimm ússaligir tímar givnir til sálarfrøðing og undir hesi pressaðu støðu, verður eisini ein foreldraførleika kanning tikin, har tey flestu -enn í sjokk - dumpa. Hetta er sera kostnaðarmikil TÆNASTA barnverndin bjóðar, sum frívilligt tvingsil. Vildi tað sama verið gjørt yvirfyri øðrum, sum mistu sítt barn, á annan hátt? Sjokki og sorgin er í hvussu er júst tann sama, bara ikki ákærurnar.

3.partur! 

Signhild Johannesen fortelur stutt um "kanningina", sum hon kallar tað. Well, kanningin er grein 45. Stutt sagt, verður ikki títt lívfrøðiliga burturkast kanna, men annars allur lortur. Uttan tína vitan. Kanningin skal einans vara í tríggjar mánaðir, men ofta í fleiri ár. Er hetta ágangurin Signhild Johannesen tosar um? " So børn koma í betri menning" Sigur Signhild Johannesen. Summi fosturforeldur eru frisørar, bilførarir og onnur fak, sum, sum so, ikki geva førleika til kreppurakt børn. OKKARA kreppuraktu børn Føroyar! Flestu starvsfólk á døgnstovnum eru ungir, ófaklærdir miðnámsnæmingar uttan fakførleika, so, hvønn førleika hava hesi, sum vanlig foreldur ikki hava? Bólkurin metir, trauma barnaverndartænastan burdi arbeitt mest við, er tá løgreglan kemur í fleiri bilum og brýtur seg inn í títt privata heim, eftir livsforskrektum børnum sum rópa umskylda, men sum ikki vita hvat tey hava gjørt og setur foreldur inn í løgreglubilar og koyra avstað við teim hvør sær. "Lagaliga tilgongd", kallar Signhild Johannesen tað. Ì 48 langar tímar hevur barnaverndartænasta loyvi til, at tilbakarhalda børnum. Um vikuskifti verður aftaná hesar 48 tímar, má bíðast til nær enn næstu ferð er, at Høvuðsbarnaverndin er saman aftur og tá kann takast avgerð um 4 mðn fyribils barnastuldur. Hetta einasta um barnaverndartænastan er liðug at skriva sítt ákæruskriv um hesa stakkals familju. Um barnaverndartænastan ikki letur inn til tíðina, blundar Føroya Rættur, løgregla, og Høvuðsbarnavernd og tá so ákæruskrivið er avlevera, verður tað bara samtykt, uttan at seta ein spurning, við nakran sum helst pástand. Aldrin er eitt einasta prógv í hesum fyribils 4 mánaðir avgerð. Heldur ikki tá barnið áðrenn teir 4 mánaðarnir eru farinir, verður varandi umsorganaryvirtikið. Eisini er tað simpelten bara humbuk og tvatl at sita og siga fyri opnari mikofon, at man sleppur at vitja fosturfamiljuna áðrenn barn flytur inn. Lagaliga tilgongd.. fyri hvønn also? Bólkurin ivast í, um tey skilja Signhild Johannesen rætt: um Barnið ikki fær tað betur av fyriskipanum barnaverndartænastan setur, skal Barnið ikki longur vera meir undir barnaverndartænastuni? Ella er tað einans galdandi einvegis og ikki ímóti barnaverndartænastuni sjálvari? Okkara børn eru vrak av hesi sokallaðu TÆNASTU. Júst tann parturin er eisini prógvaður í londum kring okkum í almennum tølum. Okkara føroysku børn liggja eisini í hesum tølum, tí tey vera send av landinum, so eingi mistøk vera sjónlig á hesum klettum. Bólkurin eru sera stúrin aftaná at hava hugt eftir barnaverndartænastu økinum,umsiting á døgnstovnum og fosturfamiljum. Fyri tað um børn ikki trívast til fosturs, sleppa tey alíkavæl ikki burtur. Hinvegin sigur lógin, at tykkara børn kunnu tilbakarhaldast og stongjast inni í einrúmi. Bólkurin metur hetta vera tað, sum kallast isolatión í fongslum, móti vaksnum fólki. Heimleys, krabbameinstrakt og stakir uppalarir kunnu ikki biða um hjálp. Har er eingin hjálp til slík. Tilflytan er, sum øllum kunnugt, ikki møgulig í Tórshavnar kommunu. Prísirnir eru ov høgir og einki er at finna, at búgva í. Tórshavn er ikki eitt stað fyri barnafamiljur, so Bólkurin vil biða Signhild Johannesen koma við betur frágreiðing enn hatta. Bólkurin vil samstundis staðiliga leggja upp til, einari endurhyggjan bæði av barnaverndartænastum og barnaverndarlógini. "Ikki bíða longur eftir at foreldrini forbetra teirra foreldraførleikar" sigur Signhild Johannesen. Tað kemur eingin inn og lærir foreldur at taka koyrikort í, hvussu eitt barn skal handfarðast. Jú heilsusysturin hyggur inn viðhvørt, men tað er sjálvdan, akkurát tá barnið fær tenn kl 3 um náttina, hevur oyrastingir ella spýtur eplamorlið útaftur. Hetta, at gerast foreldur er alt nakað vit øll foreldur mugu læra okkum sjálvi og tey flestu duga. Men tey flestu kenna seg sum brotsfólk, aftaná barnaverndartænastan bankar uppá. "Bøta um livikorini" kallar Signhild Johannesen tað, Føroya børn vera útsett fyri. Hetta er als ikki í tráð við sannleikan, sum vit kenna hann frá tí verinliga lívinum, í marruni, sum vit liva í. Hinvegin letur barnaverndartænastan øll vita, at tey kunnu ikki hjálpa og gera einki fyri at hjálpa og leggja altíð dent á at nevna upp í saman: "um bara vit lótu teimum børnini frívilliga so skulu tey nok hjálpa". Tað vísur seg so heldur ikki at vera satt. Heldur ikki tá vit taka okkara samtykki um frívilliga tvingsilstøku aftur, broytist støðan til tað betra. "Jú fyrr børnini koma inn í okkara skipan jú betur - fyri hvønn?" Fyri barnaverndartænastuna? Signhild Johannesen sigur barnaverndartænasta arbeiðir "við foreldrunum." Kolasvørt lygn. Bólkurin vil hervið sláa fast við sjeytumma seymi, so øll vónandi fata tað: tað verður IKKI arbeitt, hvørki við foreldrum, barnið ella nøkrum sum helst. Bólkurin situr spyrjandi fyri vaksandi talinum av børnum. Hava vit eina skipan sum riggar? Hví er einki fyribyrgjandi arbeiði, ella hjálp til heimini, sum fær talið at minka heldur enn vaksa? Eru fráboðanirnar hækkaðar ella er talið tað sama? Talið burdi verið á null, tí vit hava "verðins besta Barnaland" og "her er sooo gott at veksa upp". Møguliga vit hava onga nullhugsjón á hesum økið? Møguliga vit burdu fingið okkum eina nullhugsjón? "Hvar gongur markið, har man metir, at nú má onkur grýpa inn" spyr Rannvá Fossaberg og svarið er: trupult er at seta mark. Løgi, tí, vit sum brúkarir hava als ikki lagt merki til, at har er nakað mark. Tá man er stúrin um eitt barn skal man lurta eftir fornemmilsinum man hevur. Bólkurin er sera, sera stúrin um okkara børn, hvussu kann man fráboða, tá barnaverndartænastan er einasti fráboðanarmøguleiki? Hvussu fráboðar man skipanina at mistaka seg sjálva? Løgtingsins Umboðsmaður og Føroya Kærustovnur taka ikki nógvar sakir á seg. Ùt frá almennum hagtølum eru einans 10 sakir um barnaverndartænastuna. Lat ivan koma barninum til góðar, verður nevnt í innslagnum. Ja, kæru menniskju, latið fyri Guðs skyld ivan koma barninum til góðar! Men ikki á tann hátt Signhild Johannesen leggur upp til. Heldur, á tann hátt, at hjálpa familjuni á annan hátt: Manglar barnið gummistúvlar, so gev eina gávu! Manglar barnið klemm, so klemma! Manglar barnið skipaði korð heima, so vitja heimið! Ikki vænta, at barnaverndartænastan gevur skipaði korð heima ella hvar enn tey flyta barnið. Ikki vænta, at barnaverndartænastan klemmar nakran. Ikki vænta, barnaverndartænastan keypur nýggjar stúvlar fyri einki! There is no such thing as a free lunch! Við hesum vilja vit takka fyri møguleikan at svara alment enn einaferð. Vit vilja enda við spurninginum: hvussu ber tað til, eingin nevndi orðið hjásiti í sendingini?

 Vegna Familjuhjálpin


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot lands­kassans 150 milliónir
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi