Klárt at bjóða 11. stig av innkomuvegnum út
Tað 11. stigið av innkomuvegnum er strekkið frá brúnni undir Vatnaskørðum og oman í Villingardalsvegin. Fleiri hava lagt til merkis, at Landsverk hevur gjørt uppmátingar her í seinastuni.
Útbjóðingartilfarið til hetta økið er nú at kalla klárt og bíðar bara eftir at verklagslógin, sum fíggjarmálaráðharrin nú fer í løgtingið við, verður samtykt.
Tá hetta arbeiðið fer i gongd kemur Tórshavnar kommuna eisini inn í myndina, tí kommunan skal gera íbindingina frá innkomuvegnum niðanfyri brúnna í Flatarvegin, sum gongur niðan Millum Gilja.
- Eg vóni, at áðrenn løgtingið fer til hús, at verklagslógin verður avgreidd í tinginum, sum avtalað varð, og sum fíggjarnevndin við sínum áliti um fjøruvegin álegði landsstýrismanninum at koma við, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, í stuttari viðmerking.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











