Millum træspønir og hvínandi ljóð
Lukturin er eyðkendur. Roykur av træspønum. Ljóðið er eisini sermerkt. Tað líka sum hvínir í oyrunum.
Teir dreya. Menninir á verkstaðnum, sum í vetur hava gingið á skeið á Tórshavnar Kvøldskúla.
- Tað “dreyar” seg um at hava tol og arbeiða miðvíst, siga teir.
Teir tíma ordiliga væl. Kýta seg av øllum alvi at gera sítt allar besta. Talan er bæði um brúks- og prýðislutir av øllum handa slagi. Og tað liggur væl fyri. Snøgt og væl frágingið handverk.
Men fakligi parturin er ikki alt.
- Verri enn so, sigur Egil Simonsen, sum í fleiri ár hevur undirvíst í fakinum.
Tað sosiala og felagsskapurin hevur minst líka stóran týdning, og hesum borgar kvøldskúlin fyri, sigur hann.
Nógv bendir á, at so er. Tí teir flenna nógv og hava tað stuttligt saman. Siga søgur og onkra skrønu.
Og reypa.
Men ikki bara. Tað kemur væl burturúr. Upp í leypar av brúks- og prýðislutum hava teir við sær, nú boðað er frá vitjan av myndamanni.
Vit síggja her eitt blandað úrval av myndum frá vitjanini og lata myndirnar tala fyri seg.
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Broytingar í sjófeingislógini
Føroyar yvirtaka siglingarfráboðanir
Kommunuval ógilda og umval
Løgmálaráðið eftirkannað 158 uppskot
Pensjónsuppsparing
Stórur fiskur etur lítlan fisk (dronovideo)
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur