Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Hóast avbjóðingar hilnaðist 2020 væl á MEST

Vinnulív | 18/03-2021 15:00

Nettosølan hjá MEST er økt mundandi tey seinastu 5 árini frá 265 mió krónum í 2016 til 420 mió krónur í 2020. Hetta sæst eisini aftur í lønargjaldingum, sum vóru góðar 200 mió kr í 2020. Í MEST samtakinum eru í dag 578 ársverk - harav 60 lærlingar. Hóast COVID-19 avbjóðingar var avlopið eftir skatt 12,8 mió krónur í 2020.  Leiðslan er samanumtikið nøgd við úrslitið.

MEST er ein fíggjarliga sterk fyritøka við einum eginpeningini á góðar 105 milliónir krónur og einum soliditeti á 48%.

Samtakið fevnir um MEST skipasmiðjurnar í Havn og á Skála, MEST framleiðsluútgerð í Runavík, Sleipibáta virksemi og PAM-Offshore Service, sum veitir tænastur til frálandavinnuna í Noregi.  

COVID-19 – ein avbjóðing
MEST hevur verið ein av teimum fyritøkunum, sum bæði beinleiðis og óbeinleiðis hevur verið rakt av koronasmittuni, sum legði landið lamið í mars í fjør. Virksemið hjá felagnum er tætt tengt at vinnuni, sum er partur av alheims búskapinum. Umsetningurin í 2020 minkaði við nærum 100 mió krónum í mun til metárið 2019. 

Tessvegna gjørdist 2020 eitt ár við óvanligum avbjóðingum, har neyðugt var at laga virksemið eftir umstøðunum. Hetta eydnaðist hampuliga væl, men hevur koronasmittan havt sína ávirkan á bæði raksturin og úrslitið í 2020.

PAM Offshore Service
Tað hevur verið serliga avbjóðandi hjá dótturfelagnum PAM Offshore Service at fremja sítt vanliga virksemi vegna avmarkingar í ferðamøguleikunum millum Noregs og Føroyar. PAM Offshore Service hevur tó valt at halda fast í góðu kundasambondunum og hildið á við virkseminum – hóast krøv og tilmælir um sóttarhald bæði í Noregi og í Føroyum. Tessvegna er eydnast, at hava arbeiði í Noregi í meginpartinum av 2020, svarandi til 58 ársverk.

Skipabygging – kann skapa nógv arbeiðspláss
Nýggja havrannsóknarskipið Jákup Sverri var latið í fjør til avtalaða góðsku og prís. Umleið 65 starvsfólk á MEST vóru knýtt at verkætlanini umframt eini 50 ársverk frá undirveitarum. 

Staðfestast kann, at skipabygging í Føroyum viðførir nógv avleitt virksemi til aðrar vinnugreinar. MEST fer at gera sítt til, at hetta kann gerast ein støðug vinnugrein í Føroyum.

MEST vorðin ein partur av grøna økinum
Seinastu árini hevur MEST lagt seg eftir at økja um virksemið til vinnuna á landi. Umframt nógv virksemi innan alivinnuna hevur MEST økt um virksemi innan orkuøki bæði til fjarhita- og aðrar orkuútbyggingar. Harumframt er tað eydnast MEST at fáa í lag tænastuavtalur um viðlíkahald og umvælingar innan vindmylluøkið og sjóvarfalsorku. 

Í kapping við aðrar fyritøkur í vinnuni eydnaðist tað MEST at vinna uppgávuna at byggja fyrstu føroysku grønu tvíkiljuna, sum verður latin Bakkafrost í desember í ár.

MEST brynjar seg til framtíðina
Skip, sum í dag verða bygd til føroyskar fyritøkur, eru av slíkari stødd, at tey ikki kunnu dokkast í verandi umstøðum í Føroyum. Tessvegna arbeiðir MEST miðvíst við at fáa til vega eina nýggja størri dokk, sum kann taka ímóti munandi størri skipum. 

Samstundis verður arbeitt innanhýsis við at økja um effektivitetin og styrkja um kappingarføri hjá fyritøkuni og harvið bjóða kundunum eitt alsamt betri tænastustøði.  

Framtíðin tengd at heimsbúskapinum
Tað eru framhaldandi nógvar óvissur í samband við COVID-19 í mun til virksemið á MEST. Fyri vinnuna í Føroyum er serliga spennandi at fylgja við nær vend kemur í heimsbúskapin og tessvegna eftirspurningin eftir vørum og tænastum. Ein glotti er fyri framman nú koppsetingar fara fram kring allan heimin. 

 “Sum ein partur av føroysku virðisketuni kenna vit ábyrgd fyri at hava eina so væl virkandi framleiðslu- og tænastufyritøku sum møguligt.  MEST og kundar okkara eru tengd at samskifti og samhandli við útheimin og gleða vit okkum til, at tað verður ein meiri vanligur gerandisdagur aftur í okkara vinnu”, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi