Bjørn Kalsø spyr Høgna Hoydal um flyting av veiðiloyvum
Í síðstu viku var mikið rok um tvey veiðiloyvi ið vóru flutt av tveimum skipum yvir á onnur skip. Nú hevur Bjørn Kalsø sent Høgna Hoydal, landsstýrismanni, ein § 52a fyrispurning um málið.
Her fyri kom fram, at tvey veiðiloyvi vóru flutt frá Helenu og Eysturoyingi yvir á Næraberg og Slættaberg. Ein eldri niðurstøða hjá Løgtingsins Umboðsmanni hevur annars staðfest, at ongin heimild er fyri slíkari flyting.
Álitið hjá umboðsmanninum stavar frá tíðini hjá Jacob Vestergaard sum landsstýrismanni í fiskivinnumálum. Høgni Hoydal, ið tá sat í andstøðu, vildi hava Jacob Vestergaard at leggja frá sær tí hann hevði fyrisitið í heimildarloysi.
Tað hevur tí fingið rættuliga øði í grindina, at fyrisitingin hjá Høgna Hoydal nú, eftir øllum at døma, hevur gjørt neyvt tað sama sum tá, sambært Høgna Hoydal sjálvum, átti at kosta Jacob Vestergaard sessin.
Bjørn Kalsø hevur nú sett landsstýrismanninum ein § 52a fyrispurning um málið. Tingmaðurin vil hava at vita, hvussu álvarsamt brot, á lóg og reglur, núverandi landsstýrismaður metti tað vera tá veiðiloyvi vóru flutt av línuskipi yvir á ídnaðarskip í 2012. Hann vil eisini hava Høgna Hoydal at greiða frá, hvørjar avleiðingar Høgni tá metti at tað átti at hava fyri táverandi løgmann og landsstýrismann.
Eisini vil Bjørn Kalsø hava at vita um hetta slagið av flytingum er fari fram í tíðarskeiðnum Høgni Hoydal hevur verið landsstýrismaður, og hvørjar avleiðingar hetta eigur at fáa fyri sitandi landsstýrismann.
Seinasta mikudag var samrøða við Jacob Vestergaard í sendingini "Eyssan" her á R7. Vit hava síðani, til fánýtis, roynt at fingið eina viðmerking frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum.
Líknandi tíðindi
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Hjartaliga takk fyri
Klokkuklárt sjálvmál
Kommunuvalið í Oyndafirði
Krógva seg fyri veljarunum
Lygn samgongan
Medisinkistur
Russland stórsti leverandørur av gassi til ES
Skal tunnilsgjaldið í Eysturoyartunlinum brúkast til at rinda fyri Suðuroyartunnilin?
Smá men kná - ein greining av treysti í mikrosamfelagnum
Soleiðis ferðast Tunfiskur
Styrkja tilbúgvingina
Ukraina hevur skotið langtrøkkandi rakettir inn í Russland
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur