Norröna í nýggjum hami
Tað var beint áðrenn jól, at Norröna fór av Havnini at fáa sær sítt facelift. Umfatandi arbeiðið varð gjørt á Fayard-skipasmiðjuni í Munkebo á Fjóni.
Longu 6. mars setti Norröna aftur kós móti Føroyum, nýumvæld og nossligari enn nakrantíð!
Skipið er nógv broytt. Størsta umskiftið er tær nýggju kabinurnar og Laterna Magica, stóra kaféin ovast á 10. dekki.
Tá ið tú kemur umborð, leggur tú merki til ymist annað. Vit hava fingið nýggja móttøku, øll teppi eru skift, a la carte-matstovan er gjørd um, og saman við Tjóðsavninum hava vit prýtt skottini við søguligum myndum.
Her kanst tú lesa meiri um ymsu umbroytingarnar umborð:
Laterna Magica
Laterna Magica trónar so tignarliga á 10. dekki. Av ovastu rók er útsýnið yvir Atlantshav framúrskarandi!
Laterna Magica hevur allar hugsandi rættir og drykkjuvørur, millum annað heimagjørt panini, nordic rolls og charcuterie, ið hóska væl til eitt glas av víni ella bjóri.
Hvønn morgun bjóðar Laterna Magica flógv franskbreyðshorn og nýmalið kaffi.
Nordic Suit
Báðar tær stílreinu sviturnar eru eisini á 8. dekki. Her er kínt og kelað; tað snýr seg um snøgt snið og vælveru!
Sviturnar hava sovikamar við dupultsong og flatskíggja, uppdeilda stovu við góðari sofu, lenistóli og spísuborði - og baðirúm við bæði kari og brúsu!
Nordic Deluxe
Nýggju Nordic Deluxe-kømrini eru á 8. dekki. Øll tey 34 kømrini hava frálíkt útsýni, stóra dupultsong, tveir lenistólar og sofaborð.
Harumframt er nýmótans baðirúm. Til ber at hýsa einum fólki afturat, tí ein minni song kann dragast undan dupultsongini.
Munkastova
A la carte-matstovan, Simmer Dim, á 6. dekki eitur nú Munkastova. Hon er prýdd og hevur fingið nýggjar møblar, lampur og gardinur. Huglagið er mjúkt og sissandi; tað samsvarar við útboðið.
Vit bjóða bara dygdarrættir úr norðurlendska køkinum. Okkara evnaríku kokkar kýta seg fyri at brúka sum mest av burðardyggum og staðbundnum rávørum.
Annað gott
Vit hava skift øll teppini, tilsamans 8.000 fermetrar!
Nýggja móttøkan er størri og stílreinari enn áður.
Tjóðsavnið hevur hjálpt okkum at prýða flestu skottini við myndum, ið lýsa ferðamálini hjá Norrönu.
Myndirnar vísa atløguplássini í Tórshavn, Hirtshals og á Seyðisfirði, eins og tær siga søgur um siðaarv Íslands, Føroya og Danmarkar.
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Broytingar í sjófeingislógini
Føroyar yvirtaka siglingarfráboðanir
Kommunuval ógilda og umval
Løgmálaráðið eftirkannað 158 uppskot
Pensjónsuppsparing
Stórur fiskur etur lítlan fisk (dronovideo)
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur