Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Krossur á Høganesi

Innanlands, Lesarabrøv | 30/03-2021 08:00

Viðmerking frá Tórbjørn Jacobsen til mótmæli móti krossi á Høganesi:

Frælsi framsøgurætturin er avgerandi fyri hálovaða fólkaræðið. Stórviðurin - moralurin og etikkurin - í kristnu læruni er savning um tað góða, men eftir øllum at døma hevur famøsi Krossurin hjá uttanmonnum verið atvoldin til júst tað øvuta. Stríð, klandur og ymsar meiningar. Tað hevur tíverri eisini verið ein partur av søgu kristindómsins í tvey millennium.

Umframt at vera millum okkara alra bestu fólkatónleikarar er Kári Sverrisson eisini ein skilagóður samfelagsviðmerkjari - tá tørvur er á tí. Hann hevur skrivað hesa greinina á www.portal.fo í vikuskiftinum.

Hetta er eisini eitt opið bræv til Runavíkar kommunu, men hon eigur ongan lut í hvussu Nes kommuna agerar í byggimálum, tí eigur Nes kommuna einsamøll hetta málið.

Kortini kennist tað margháttligt, at hvørki Sjóvar kommuna ella Runavíkar kommuna verða hoyrdar í máli sum hesum, sum at kalla bert verður ein "avleiðing" fyri júst tær báðar kommunurnar.
--------------------------

Greinin hjá Kára er annars soljóðandi:

Mótmæli móti krossi á Høganesi

Týskvøldið var kunningarfundur hildin á Svangaskarði um ætlanina at seta eitt verk eftir Trónd Patursson upp á Høganesi. Har var møguleiki at siga sína hugsan ella at spyrja stigtakarar og listamann um verkið, men eg gjørdi av at telja upp í tíggju og festa nakrar reglur á blað ístaðin.

Talan er um ein seytjan metra høgan kross úr rustfríum stáli, LED-perum og litaðum glasi, ið skal setast upp, har ein mastur av onkrum slag stendur í dag. Skapið á krossinum leiðir tankarnar aftur til krossar úr miðøld, og modellið av honum mundi vera okkurt um hálvanannan metur høgt. Mín avgjørda meining er, at hann í fullari stødd - seytjan metrar til hæddar, tíggju metrar breiður, har træið, ið liggur tvørturum á krossinum er, og upplýstur av ljósperum í myrkri - verður alt ov ógvisligur, ágangandi og sjónskur. Ikki minst tí, at hetta fyrst av øllum er trúboðanarvirksemi og ein átrúnaðarliga grundað verkætlan heldur enn ein listarlig. Vóni, at listamaðurin veit av hesum.

At økið kring Skálafjørðin er kent fyri at vera missiónskt og konservativt við nógvum og virknum samkomum, er einki at taka seg aftur í. Hetta kom væl fram í sjónvarpssendingunum “Guð signi Føroyar,” ið KvF sendi fyri nøkrum árum síðani. Uppáhaldið var undirbygt við spurnarkanningum, hagtølum og stabbamyndum av ymsum slag. Í so máta er ætlaði krossurin ein rein keipumynd av ráðandi hugsanarháttinum. At hagtølini vísa tað, tey vísa, eigur kortini ikki at vera eitt frípass hjá serliga ágrýtnum prestum, samkomuleiðarum ella øðrum fólkum innan ymsar samkomur at staðfesta hugsjónir sínar og leggja hald á umhvørvið við at seta himmalhøgar kristnar ímyndir upp, har tær síggjast best, so at eingin skal ivast í, hvør trúgv er í hásæti her um leiðir.

Vit eru uttan iva ein minniluti, men her búgva eisini fólk, ið halda, at missionerandi kristindómur fyllir ivaleysa nógv sum er, og at ein stórur lýsandi krossur, ið stendur ovast uppi á eini høvd við vælsignilsi frá einum samdum bygdaráð, bert er enn ein áminning um, at væntað verður, at tú kastar teg undir ein ávísan átrúnaðarligan hugsanarhátt, ætlar tú tær at vera her. Á fundinum løgdu teir dýran við, at hetta var so sanniliga ikki ætlanin. Øll skuldu kenna seg fevnd av hesum góða krossi, hann skuldi vera øllum til mikla gleði, og ikki vera nakar hamari í høvdið á nøkrum. Men tað er hann so kortini, og tað slepst ikki uttanum.

Ein krossur á Høganesi boðar harumframt frá, at henda ímynd ikki bert er galdandi fyri fólk í Nes kommunu, men fyri øll, ið búgva við fjørðin, tí meðan krossurin neyvan fer at síggjast serliga væl av Nesi og Toftum, tað eg dugi at meta, fer hann í øllum sínum fevnandi veldi at standa og líta útyvir Runavík, Saltangará, Glyvrar, Lambareiði, Søldarfjørð, Skipanes, Undir Gøtueiði, Strendur, Innan Glyvur og ein part av bygdunum Lamba og Skála. Tað kann væl vera, at mong einki hava ímóti tí, og summi fara enntá at fegnast, men eg eri ikki ein teirra, tí hetta er eftir mínum tykki sum at gera fjørðin um til eitt stórt uttandura samkomuhús, ið er opið allan sólarringin.

Sum borgari í Runavíkar kommunu vil eg mótmæla, at hesin krossur, ið eg meti at vera liður í einari áhaldandi trúboðanarherferð, verður settur upp. Her eru longu kirkjur, samkomuhús og krossar í hópatali, tú kanst velja ímillum, og friður veri við tí, tí her er trúarfrælsi í landinum, sigst.

Vinaliga,
Kári Sverrisson, Saltangará

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot lands­kassans 150 milliónir
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi