Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Viðmerkingar til landsstýriskvinnuna í almannamálum

Innanlands, Lesarabrøv | 30/03-2021 09:00

Landsstýriskvinnan vísur á at tað eru áleið 120 børn, ið eru umsorganaryvirtikin. Eftir hagtølum hjá Barnaverndarstovuni fyri 2019 er talið á børnum, sum eru umsorganaryvurtikin 87. Her er ein stór øking, sum er viðvirkandi til spurningin, hvussu nógv fyriskipan verður sett inn?

Í sjálvum sær, hava vit eina góða barnaverndarlóg, men sæst í alt ov stóran mun at barnaverndartænastan ikki virkar sambart ásetingunum í barnaverndarlógini ella ST- barnaverndarsáttmálanum. Landstýrikvinnan sigur seg onga orsøk hava til at halda, at barnaverndartænastan ikki virka eftir ætlan. Verður tá bert hugt eftir hvat barnaverndarlógin sigur og hvat verður upplýst frá eftirlitsvitjan? Ella er hetta út frá barnaverndarmálum sjálvum?

Landsstýriskvinnan sigur at barnaverndartænasturnar hava skyldu til at virka sambart ásetingunum í barnaverndarlógini. Vil tað so siga, at barnaverndartænasturnar virka sambart ásetingunum í barnaverndarlógini, -uttan frávik?

Landsstýriskvinnan vísur eisini á kærumøguleikar, har ímillum almannamálaráðið. Hvussu nógvar av kærunum, sum koma til almannamálaráðið, verða avvístar tí almannamálaráðið ikki fer inn í einstøk mál?

Landsstýriskvinnan sigur, tá ein umsorganaryvirtøka verður framd, so verða tað altíð allar aðrar fyriskipanir royndar fyrst. Her vildi verði gott, at fingið upplýst hvørjar fyriskipanir verða brúktar?

Tá barnaverndartænastan far eina fráboðan ella av sínum eintingum hevur tikið eitt mál upp, skal ein kanning eftir §45 setast í verk, sum skjótast og innan 3 mánaðir. Tó so, kann hetta leingjast til 6 mánaðir í serligum førum. Verður hetta altíð gjørt?

Í flestu førum verður ein foreldraførleikakanning gjørd, men henda kanning verður gjørd eftir áralanga tíð, har familjan er blivin stressa og niðurkoyrd ella tá børnini eru umsorganaryvirtikin. Ein foreldraførleikakanning verður gjørd eftir §45, sum skal brúkast fyri at síggja hvørjar fyriskipanir skulu setast inn, og eigur ongantíð at verða gjørd fyri at kunna blástempla foreldur fyri at fáa grundarlag fyri eina umsorganaryvirtøku. Tó so liggur foreldraførleikakanningin, sum grundarlag fyri umsorganaryvirtøku, og verður ikki brúkt til at seta fyriskipanir í verk.

  • Kann landsstýriskvinnan vísa á hvussu nógvar foreldraførleikakanningar eru gjørdar innan 3-6 mánaðir, eftir at barnaverndartænastan hevur gjørt av at kanna eina familju nærri?
  • Kann landsstýriskvinnan vísa á hvørja fyribyrgjandi fyriskipanir verða brúktar?
  • Kann landsstýriskvinnan vísa á um allar fyrispanir eftir §15 eru brúktar áðrenn børn verða umsorganaryvirtikin?
  • Kann landsstýriskvinnan vísa á hvussu nógv einstøk mál eru tikin upp av kærumynduleikunum?
  • Kann landsstýriskvinnan vísa á hvønn mynduleika foreldur kunnu venda sær til um hjálp og vegleiðing? -Sum samstundis setur seg inn í málið, og hyggur eftir um alt er gjørt sambart ásetingunum í barnaverndarlógini.
  • Kann landsstýriskvinnan prógva at ein hjásitari er til staðar undir eini barnasamrøðu gjørd av barnaverndartænastuni og høvðusbarnaverndarnevndini?
  • Kann landsstýriskvinnan vísa á hvussu ofta fosturforeldur eru hjástødd undir eini barnasamrøðu?
  • Metur landsstýriskvinnan at tað er ílagi, at ein sosialráðgevi fer einsamallur í bil, at keypa bomm við barnið tá tey skulu hava barnasamrøður? -ella í Burger King, einsamøll við sosialráðgeva, eftir eina avhoyring í barnahúsinum.
  • Kann landsstýriskvinnan vísa á hvør heftur fyri at ásetingarnar í barnaverndarlógini ikki verða fylgdar?
  • Kann landsstýriskvinnan vísa á hvørjar fylgjur tað fær um ástetingarnar í barnaverndarlógini ikki vera fylgdar?
  • Metur landsstýriskvinnan at tað er ílagi, at foreldur fáa at vita, tú má samtykkja umsorganaryvirtøkuna fyri at vísa at tú samstarvar?
  • Kann landsstýriskvinnan vísa á hvussu nógv børn higartil eru heimsett? Kann landsstýriskvinnan vísa á um tað verður arbeitt fyri heimsetan?

Tá eitt barn skal útgreinast á barna-umgdómspsykiatriini, bjóðar barna-umdómspsykiatriin barnaverndartænastuni við, fyri at kunna veita hjálp. Hesa innbjóðing tulkar barnaverndartænastan sum eina fráboðan. Barnaverndartænastan sigur seg ikki kunna hjálpa út frá hvat barna-ungdómspsykiatriin sigur, tá barnaverndartænastan bara kann seta hjálp inn fyri at eygleiða so tey sjálvi kunnu meta um hvat/um tey skulu hjálpa. Barnaverndartænastan kann ikki seta hjálp inn út frá hvat aðrir stovnar siga, tá tað ikki er teirra uppgáva at seta hjálpina inn.

Sum skipanin er nú, eru alt ov nógvir manglar. Um skipanin skal gerast betur, má skipanin tora at eftirhyggja seg sjálva, og má ein óheftur mynduleiki seta seg inn í hvørt einstakt mál fyri at síggja um umbarnaverndartænastan virkar sambart ásetingunum í barnaverndarlógini og ST- barnaverndarsáttmálanum. Um ongi prógv eru fyri at arbeitt verður eftir ásetingunum í barnaverndarlógini, hjálpur ikki bert at gera broytingar í lógini.

Sum skipanin er nú, skal sami persónur sita við 2 hattum. Eini hatturin skal umsorganaryvirtaka børn og ein hattur skal veita hjálp. Hetta viðførur í alt ov stóran mun samstarvstrupuleikar, sum altíð verða lagdir á foreldur. Hvussu torført er tað at skilja at foreldur skulu samstarva og biðja sær hjálp frá sama viðkomandi, sum skal sita og vísa á hvussu vánaligt foreldur tú ert?

Sosialráðgevar verða settir í eina støðu har stórur spurningur er um innhabilitet. Hvussu skal ein sosialráðgevi kunna veita hjálp við høgru hond og samstundis umsorganaryvirtaka við vinstru hond?

Ein sosialráðgevi, sum skal virka undir dagsins skipan, skal skifta millum Dr. Jekyll and Mr. Hyde. Hetta ger samstarvði nærum ógjørligt, og liva foreldur í eini faslæstari stress støðu. Hetta er eisini viðvirkandi til at ein sosialráðgevi, sum hevur havt nógvar kampar við foreldur í ov stóran mun handlar meir út frá egnum kenslum enn teirra fakligu vitan. Hetta er menniskjaligt, og eru sosialráðgevar bert vanlig menniskju. Har okkara skipan krevur at sosialráðgevar skulu vera eitt serstakt slag av menniskjum, ið ongar kenslur hava.

Okkara skipan er bygd upp fyri at vísa á manglar og feilir hjá ørðum. Ein eginleiki øll menniskju hava innbygdan. Henda skipan megnar ikki at hyggja inn í seg sjálva, tí hon er bygd á skeivar fortreytir. Skipanin skal vísa manglar og feilir og finna smutt vegir fyri at sleppa undan ábyrgd.

Vit menniskju eru bara soleiðis samansett, at vit duga best at síggja manglar, feilir hjá ørðum og finna umberingar fyri okkara egnu feilir og manglar. Hesar umberingar innibera eisini at finna orsøkir til hví vit hava gjørt, sum vit hava. Dømi: Barn á stovni uppførir seg keðiliga og óforsvarligt. Starvsfólkini brúka makt, hóðast tey vita hetta ikki er til barnsins besta. Hetta makt brúkið verður forsvara við, jamen vit kunnu onki annað gera tí barnið er farligt. Hóast starvsfólkini vita nógvar aðrar møguleikar, sum eru betur fyri barni, handla tey í maktarloysið. Eitt maktarloysið, sum er fy fy skamme og bara ikki má viðurkennast, tá hetta kann seta spurnartekin við førleikan hjá starvsfólkunum, og blívur hetta ein mentan, sum øll starvsfólkini á stovninum stuðla, við at føra skylduna yvur á barnið tí barnið er farligt.

Sama støða hendur millum barn og foreldur á einum viðgerðar stovni, sum Familjudepilin, har starvsfólkini standa og eygleiða. Starvsfólkini taka foreldur til síðis, har sagt verður: “hatta var ikki ílagi, tú megnaði ikki at mentalisera teg í barnið og síggja aftur um handlingina og møta barninum á ein hóskandi hátt”.

Hvør trygd er fyri at ein sosialráðgevi ikki hevur eina barlast, sum kann ávirka teirra viðgerð av málum, sum líkjast teirra egna trauma?

Familjuhjálpin er ein nýstovnaður bólkur við tí fyri eyga at hjálpa barnafamiljum, sum føla seg forfylgdan og ikki hoyrdan av barnaverndartænastuni. Vit hava royndir við hvussu barnaverndartænastan arbeiður, og eru okkara royndir, at her manglar eitt millumlið.

Vit síggja fram til eina skjóta og góða viðger av hesum skrivi.

Vinarliga
Familjuhjálpin


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot lands­kassans 150 milliónir
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi