Fiskimálaráðið: Avgerðirnar skulu annullerast
Í skrivi datera 6. juni 2017 boðar Fiskimálaráðið frá, at avgerðirnar um at flyta veiðiloyvini ikki vóru í samsvar við lógargrundarlagið og skulu annullerast
Í skrivi datera 6. juni 2017 boðar Fiskimálaráðið frá, at avgerðirnar um at flyta veiðiloyvini ikki vóru í samsvar við lógargrundarlagið og skulu annullerast.
Fiskimálaráðið sigur, at tað í § 8 í lógini um vinnuligan fiskiskap ikki er grundarlag fyri at flyta veiðiloyvi frá línuskipi í bólki 3 til uppsjóvarskip. Avgerðirnar um at flyta veiðiloyvini frá Helenu og Eysturoyingi yvir á Slættaberg og Næraberg vóru tí í ósamsvari við lógargrundarlagið.
Í skrivinum vísir Fiskimálaráðið á, at tá ið ein avgerð ikki er í samsvari við lógargrundarlagið, er talan um ein týðandi rættarligan mangul og útgangsstøðið er tí, at avgerðin er ógildig.
Ráðið heitir tí á Vørn um at annullera avgerðirnar. Um avgerðirnar verða annulleraðar, so er útgangsstøðið, at veiðiloyvini verða flutt aftur á Eysturoying og Helenu, og Slættaberg og Næraberg missa tí veiðiloyvi
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Framløgudagur um Fiskivinnuroyndir

Rós til løgmann – ja takk til nýskipan
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











