Páskastevna í Skálafirði byrjar í kvøld
Í døgunum 1. – 4. apríl bjóðar samkoman Keldan til páskastevnu í Skálafirði.
"Ynski og bøn okkara er, at øll skulu kenna seg væl ímillum okkum. At henda páskahátíð kann eggja og gevur íblástur fram á leiðini" sigur Pauli Høj, samkomuleiðari.
Í ár verður vitjan av Carl-Gustaf Severin úr Svøríki. Hann hevur longu fleiri ferðir verið í Føroyum. Umframt Carl-Gustaf koma Pauli Høj og Bjørgfinnur Heinesen eisini at tala.
Inni í salinum verður rúm fyri 300 fólkum, ið er samskipað saman við mynduleikunum á økinum. Tó verður mælt til skráseting á heimasíðuni. Afturat tí verða eisini øll møtini stroymd.
"Á skránni verður okkurt til allar aldursbólkar. Tað verða bæði familjumøtir, kvøldmøtir, ungdómsmøtir og syngið við tiltak." siga fyrireikarnir at enda, ið ynskja at bjóða fólki vælkomnum á stevnuna.
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur