Stilla vika ein marra fyri mong
Klagurnar streyma inn til Heimafrið um høgtíðina. Fólk eru útlúgvað av gangi frá skipum. Í Kollafirði vaknaðu fólk klokkan sjey skírismorgun, tí teir bankaðu rust umborð á einum skipi. Klagurnar um larm koma annars av Strondum, úr Runavík, Saltangará, Ánunum, Kollafirði og Signabø.
Kommunurnar vísa seg ikki at makta uppgávuna at fáa skipað arbeiðið við havnirnar soleiðis, at tað er livandi hjá fólki í grannaløgunum. Ikki so frægt, at tey virða halgidagsfriðin heldur, tí sjáldan eru komnar so nógvar klagur til Heimafrið sum júst hesar seinastu dagarnar.
Ábyrgdarloysi av fúlasta slag
Aftur hesa høgtíðina hava fólk í Føroyum noyðst at rýmt úr egnum heimi fyri at fáa hvíld. Tað er so syndarligt at vera vitni til hesi neyðarrópini, sum koma til Heimafrið. Vit síggja, at hetta eru fólk í dýrastu neyð, tí tey fáa ikki sovið. Ei heldur fáa tey slappað av um dagin, tá tey eru heima við hús, men mugu koyra útvarp, sjónvarp ella tónleik hart frá, tí tey ikki halda áhaldandi dunið og ristingarnar frá skipunum út.
Allastaðni, har klagað verður, er máldur larmur langt omanfyri tað, sum heilsumyndugleikarnir meta verða ráðiligt at útseta menniskju fyri. Tað vil sostatt siga, at fleiri føroyskar kommunur og reiðarí, útseta fólk í grannaløgum hjá havnum fyri óljóð av slíkum slagi, sum hevur álvarsligar heilsuvandar við sær.
Hetta er prógv um, at pástandurin hjá Kommunufelagnum er fultkomuliga burturvið og, at ongantíð áður hevur tað verið meiri átrokandi at taka kommunurnar av ræði enn nú.
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Meginfelag Útróðrarmanna havt limafund

So svakan havi eg ongantíð sæð Tobba verið!
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











