Blákrossheimið skipar fyri terapeutiskum útbúgvingum
Í heyst í ár og í vár næsta ár skipar Blákrossheimið fyri útbúgvingum í dialektiskari atferðarterapi, ella DAT, og traumaviðgerðini Prolonged Exposure, ella PE.
DAT er ein vísindaliga grundaður sálarfrøðiligur viðgerðarháttur, sum hevur víst seg at veita munagóða hjálp á nógvum økjum, eins og persónsleikaórógvi, rúsnýtsluórógvi, tunglyndi, etingarólagi og øðrum. PE er somuleiðis ein vísindaliga grundaður viðgerðarháttur fyri PTSD, ella posttraumatiskt stressórógv. Við PTSD fylgja ofta aðrar diagnosur, eins og rúsnýtsluórógv, borderline persónsleikaórógv, angist og annað.
Tað er Casper Aaen, løggildur sálarfrøðingur, sum undirvísir. Skeiðið er ætlað teimum, sum arbeiða innan sálarheilsuøkið. Tvs. rúsviðgerðar, sjúkrarøktarfrøðingar, sálarfrøðingar, psykoterapeutar, sosialráðgevar, læknar og líknandi.
Bæði DAT og PE verða nýtt í viðgerðini, Blákrossheimið veitir fyri rúsnýtsluórógv.
Útbúgvingin í DAT verður 9. – 11. sept., 7. – 9. okt., 18. – 20. nov., og tann í PE verður 2. – 5. feb. 2022. Umsóknarfreistirnar eru ávíkavist 1. juni fyri DAT og 1. juli fyri PE.
Tilmelding til útbúgvingina í DAT fer fram her: https://www.blakrossheimid.fo/dat-utbugving/
Og tilmeldingin til útbúgvingina í PE fer fram her: https://www.blakrossheimid.fo/pe-utbugving/
Útbúgving í PE - Blákrossheimið
Útbúgving í PE Vilt tú menna tínar terapeutisku førleikar? Kom so og nem tær útbúgving í Prolonged Exposure. PEPE, sum stendur fyri Prolonged Exposure, er vísindaliga grundað viðgerð fyri PTSD. Mett verður, at millum 60% og 75% av fólkum uppliva traumatiskar hendingar. 10% av teimum menna PTSD, ella post-traumatiskt stressórógv. Traumatiserandi hendingar kunnu vera kynslig […]
www.blakrossheimid.fo
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











