Góð ráð til kvotu2-umsøkjarar
Hósdagin 15. apríl er freistin at søkja um lestrarpláss á Setrinum gjøgnum kvotu2, men hvussu skrivar tú eina góða umsókn?
Hvat telur við, tá tú søkir inn á Setrið gjøgnum kvotu2?
Hetta er umráðandi at vita, tí ein umsókn gjøgnum kvotu2 skal nevniliga vera grundað, og tú kanst gera nógv fyri at fáa umsóknina at telja so nógv sum gjørligt.
Metingin og viðgerðin av øllum kvotu 2-umsóknum verður bara gjørd út frá teimum skjølum, sum eru send inn saman við umsóknini. Um tú t.d. í umsóknini hevur nevnt, at tú hevur viðkomandi starvsroyndir, men einki skjalprógv hevur lagt saman við umsóknini, so verður hendan starvsroynd ikki tald við.
Minst tí til at senda okkum øll neyðug skjøl.
Hetta er eisini galdandi fyri viðgerð av kvotu 2-umsøkjarum, ið hava gymnasialt miðnámsprógv.
Les meira her: www.setur.fo
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot landskassans 150 milliónir
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur