Samband
R7 Portal
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Heri Joensen, prestur
Vespureiðrið
Vespureiðrið (163) - 07. des. 2020 - Seinasta sending
EvR
Kelduvaðið 06. des. 2020: Símun Absalonsen "Uppreisnarvónin" - Orðið: "Signaði lívsæli dagur"
Ymiskar sendingar
Samrøða: Hans Marius í Byrgi um Sjógæti
Ymiskar sendingar
Samrøða: Bjarni K. Petersen og Aksel K. Berg um royking
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Heilsusendingin Puls (11) - 04. des. 2020
Lýsing
Lýsing

18 avgreidd mál frá nýggja býráðnum

Tíðindaskriv | 09/04-2021 15:57

Leygardagin eru 100 dagar farnir, síðani nýggja býráðið tók við. Tað er siðvenja at taka samanum tað, sum er komið á skaftið hesar fyrstu hundrað dagarnar.

Her eru 18 mál úr rúgvuni, sum nýggja býráðið hevur avgreitt síðani ársskiftið.

Býráðið er evsti politiski myndugleiki í Tórshavnar kommunu. Higartil hava tveir býráðsfundir verið, har vanlig politisk mál hava verið á skrá.

1.  Nýtt graslíki á ovaravøll, niðaravøll og Tórsvøll
Allir tríggir fótbóltsvøllirnir í Gundadali fáa nýtt graslíki. Tórshavnar kommuna hevur góðar royndir við graslíkisvøllum frá veitaranum Polytan, og tað verður hetta graslíki, sum nú verður lagt á allar vøllirnar – fyrst á ovaravøll, síðani Tórsvøll og at enda niðaravøll.

2.  Hús til ÍSF omaná FIMI
Nýtt ÍSF-hús verður bygt omaná Fimi. Útrokningarnar vísa, at tað ber til at byggja tvær hæddir oman á verandi bygging. Soleiðis verður ÍSF verandi í Gundadali, har stórur partur av ítróttinum í kommununi fer fram. Alt tað nógva virksemið, sum felagsskapurin umboðar, fer at síggjast aftur í umhvørvinum.

3.  Tórsvøllur liðugur
Fyrsti landsdysturin á nýggja Tórsvølli verður leiktur 4. juni. Henda dagin bresta Føroyar og Ísland saman, og tá kunnu 5.500 fólk sita væl til rættis kring Tórsvøll, sum nú er liðugur.

4.  Spælipláss í Gundadali
Norðan fyri ovaravøll kemur eitt náttúruspælipláss. Almenna spæliplássið fer at koma væl við eitt nú, tá ið fótbóltsdystir eru á ovaravølli. Hetta fer at skapa trivnað fyri tey mongu, sum savnast í Gundadali. Frítíðarskúlin fer eisini at brúka nýggja spæliplássið, sum hevur fingið 2 mió.kr. í játtan.

5.  Góð átøk á Karlamagnusarbreyt
Fleiri átøk verða gjørd á og kring Karlamagnusarbreyt. Átøkini skulu skipa økið betri. Munandi fleiri parkeringspláss verða kring íbúðargøtuna. Gott ljós verður báðumegin koyribreytina, sum hevur stóran týdning fyri trygdina og trivnaðin í økinum. Tey grønu økini við Karlamagnusarbreyt verða raðfest til trivnað, uppihald og spæl. Ymiskt verður eisini gjørt til børnini umframt at ymiskt annað verður sett upp til uppihald.

6.  Havnará verður latin upp
Áartutlið verður aftur at hoyra í miðbýnum, nú Havnará verður latin uppaftur á strekkinum frá Betri banka og oman á Vaglið framvið Tinghúsgarðinum. Tað var um ár 1960, at áin varð lokað á leiðini frá Ebenezer framvið Tinghúsinum og oman á Vaglið. Í fyrstu atløgu verður strekkið frá Betri banka og oman á Vaglið latið upp. Síðani verður støða tikin til, um tað er ráðiligt at lata ánna upp allan vegin omaneftir Áarvegnum og oman á Kongabrúnna.


7.  Bátadráttur í Nólsoy
Nýggjur bátadráttur verður gjørdur í Nólsoy. Bátadrátturin verður gjørdur úti á Klyvum, og við honum fer eisini at bera til hjá størri bátum at brúka hann.

8.  Fýra landsvegir gerast kommunalir
Kommunan yvirtekur fýra vegir frá landinum, sum allir liggja innan fyri kommunumark. Við yvirtøkuni koma nýggir møguleikar fyri at stykkja út o.a. uttan at fyrihalda seg til strongu krøvini um frástøðu framvið vegunum. Millum vegirnar, sum kommunan nú yvirtekur, er Velbastaðvegurin frá vegamótinum frá Marknagilsvegnum til rørportrið við Norðasta Horn. Og so fer kommunan eisini at eiga Oyggjarvegin frá økinum undir Krákugjógv niðan til íbindingina til Hotel Føroyar.

9.  Jarðhiti hitar Ráðhúsið
Ein jarðhitapumpa hitar nú allan tann stóra bygningin umframt brúksvatnið. Við jarðhitanum minkar CO2 útlátið við 50 - 75 prosentum. Hitapumpan fær hita úr jørðini gjøgnum slangur, sum eru boraðar niður í jørðina. Jarðhitin á Ráðhúsinum er partur av einum umfatandi orkuátaki, sum skal leggja kommunalar bygningar um til grønar orkukeldur.


10.  Berghol millum Villingadal og Hotel Føroyar
Innkomuvegurin hevur verið á tekniborðinum síðani miðskeiðis í áttatiárunum. Nú hann nærkast, er ætlanin at gera eitt berghol millum Villingadal og Hotel Føroyar. Pengar eru settir av til at gera forkanningar. Bergholið verður áleið 1300 m til longdar.

11.  Keypa Stórutjørn
Stóratjørn er næsti stóri býarparturin í høvuðsstaðnum. Kommunan er farin undir samráðingar við landið og Búnaðarstovuna um at keypa lendið í stigum. Við Stórutjørn verða bygdar eitt stað millum 1000 og 1200 nýggjar búeindir, alt eftir hvør loysn verður vald. Peningur er eisini játtaður til at skipa økið.

12.  Heildarætlan fyri Eystara havnarøki
Ein dómsnevnd mælir til at staðseta Tjóðleikhúsið á Eystara havnarøki. Fyri at Tórshavnar kommuna kann taka endaliga støðu til staðsetingina, verður staðsetingin nágreinað í eini heildarætlan, sum tekur atlit at krøvunum til økið í framtíðini. Fimm ráðgevaratoymi tekna í løtuni Tjóðleikhúsið, og samstundis verður økið skipað í eini heildarætlan. Hetta er sami leistur, sum Reykjavíkar kommuna framdi, tá ið Hørpan í Reykjavík og økið kring Hørpuna varð skipað.


13.  Umlættingardepilin letur upp
Í næstum letur Umlættingardepilin í Hoyvík dyrnar upp við 27 nýggjum plássum. Her fara 250 eldri borgarar at fáa endurmenning og fáa mistar førleikar aftur. Depilin styrkir munandi um tilboðini til tey heimabúgvandi og teirra avvarðandi.

14.  Tjarnargarður letur upp
Tjarnargarður er nú liðugt høvuðsumvældur. Við út- og umbyggingini eru tænasturnar til fólk, har minnið er farið at bila, savnaðar á Tjarnargarði. Nýggi depilin sameinir dagtilhald, kvøldtilhald og tænastur til tey avvarðandi. Nú verða 7 nýggj umlættingarpláss, betri umstøður eru til venjingar og dagtilhald, nýggjur ídnaðarkøkur er settur upp og báðir høvuðsbygningarnir samanbundnir. Øll ovara hædd er gjørd av nýggjum, og fleiri fermetrar eru sostatt til venjingar og dagtilhald. Fólk flyta inn í næstum.

15.  Umvæla kloakkir
Kloakkin undir Mikkjalstrøð verður umvæld, nú vegurin eisini skal asfalterast. Játtaðar eru 4,7 mió.kr. til arbeiðið.  Kloakkin við Sjógv, sum er økið við gamla skúla í Kollafirði, verður eisini umvæld fyri 700.000 krónur. Yvirflatuvatnið verður skilt sundur frá kloakkini, og so verður grátt spillivatn leitt í ein pumpubrunn. Hetta fer at minka um útrenningarnar út í fjørðin.

16.  Gongubrýr tvørtur um Sandá í Havnardali
Tríggjar brýr verða gjørdar yvirum ánna í Havnardali. Sambært frílendisætlanini fyri økið, hevur júst hetta sambandið yvirum ánna ein berandi leiklut í upplivingini, tá ið fólk njóta vælumtóktu náttúruna í økinum. Sostatt fer økið frá at hava onga til at hava tríggjar brýr, so tað er skjótt og trygt at koma sær yvirum.


17.  Fleiri orkusparandi gøtuljós
Arbeitt verður miðvíst við at leggja um frá gomlum armaturum til nýggja LED-tøkni. Játtaðar eru 2 mió. kr. til at skifta fleiri gøtuljós út við LED.

18.  Nútímansgera Vágsbotn
Vágsbotnur verður skipaður, so økið verður eitt savningarstað fyri borgarar. Eitt stað at njóta sólina, til undirhald og sølu. Vágsbotnur verður eitt uppihaldsstað, har fólk kunnu hugna sær millum bátar og ymiskt virksemi. Samstundis verður sølutorgið í Vágsbotni nútímansgjørt við millum annað bæði betri atkomu- og ljósviðurskiftum.

Næsti býráðsfundur verður 29. apríl, og tá fer at leggjast aftrat við góðum loysnum fyri borgararnar í allari kommununi.

Heðin Mortensen
borgarstjóri


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Eiler stórtrívist umborð á Georg Stage
MOWI keypt fóðurflaka frá JT electric til at brúka á Sandsvág 
Er fjáltur komið áTjóðveldi?
Løgreglan kannar teledatamál
Hvør er órímiligur?
Nýggj kostráð
Leikarar­nir fegnast um ovara vøll
Kringvarp Føroya sendir 32 dystir frá EM í fótbólti
Skráin hjá IKTUS Sjónvarp, sunnudag 13. juni 2021
Hvør umboðar Føroyar og Føroya fólk?
The Fairy Island Festival verður í Norðadali 2-4. juli
Makrelfiski­skapu­rin byrjaði á Oyrareingjum
Summar­ansing 2021
“Tað er ilt at koma til aðra niðurstøðu enn, at FAS-skipanin er misnýtt”
Áheitan á nýggja Búskapar­ráðið
Borgar­stjó­rin stongt Skinnarasker
Jógvan Andrias við forvitnisligum staklag 
Barna­garðu­rin á Norðoyri reistur
Vilt tú vera bólkaleiðari hjá Ung í arbeiði?
Kanna skeiðvirksemi fyri pólendingar í Føroyum
Sensurur er sensurur, harra løgmaður!
1-0 til Grønland
Ítróttahá­skúlin skal hava nýggjan leiðara
Nýggj pantiskipan er á veg
Samband
R7 Portal
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Heri Joensen, prestur
Vespureiðrið
Vespureiðrið (163) - 07. des. 2020 - Seinasta sending
EvR
Kelduvaðið 06. des. 2020: Símun Absalonsen "Uppreisnarvónin" - Orðið: "Signaði lívsæli dagur"
Ymiskar sendingar
Samrøða: Hans Marius í Byrgi um Sjógæti
Ymiskar sendingar
Samrøða: Bjarni K. Petersen og Aksel K. Berg um royking
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Heilsusendingin Puls (11) - 04. des. 2020
Nýggjastu tíðindi