Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Anfinn Olsen: Eitt átak hjá KVF móti Framherja 

Vinnulív | 10/04-2021 13:27
Anfinn Olsen, stjóri og eigari í Framherja | Mynd: r7.fo

Eftir at hava hugt eftir sendingini “Teir ómettiligu II” í KVF tann 6. apríl, sat eg eftir við eini løgnari kenslu.  

Eg mátti ásanna, at hesum kom eg ikki væl frá. Hví hevði eg ikki tryggjað mær, at eg hevði fingið allar spurningarnar áðrenn samrøðuna, so eg hevði kunna fyrireikað meg betri? Hví hevði eg ikki tryggjað mær, hvat endamálið við samrøðuni var? Hví tryggjaði eg mær ikki, at upptøkutólið varð sløkt, tá samrøðan var liðug? Hesar og aðrar spurningar setti eg mær sjálvum.

Men hetta broytir ikki veruleikan. Eg kendi meg als ikki aftur í tí, sum varð framført í sendingini. Tí skal eg koma við hesum viðmerkingum, so at politikarar, sakførarar og myndugleikar, sum eftir sendingina hava úttalað seg um transfer pricing, útlendskan ognarskap og annað í føroysku fiskivinnuni, ikki nýtast at halda fram við at gera viðmerkingar á skeivum grundarlagi.

Eg havi ferð eftir ferð alment greitt frá ognarviðurskiftunum í samtakinum Framherja, men kortini verður støðugt illgitt um hesi viðurskifti. Eg og konan eiga 67% av partapeninginum í Sp/f Framherja, sum er móðurfelagið í samtakinum. Hini 33% eigur Sp/f Framinvest. Í hesum felag eigur Samherji 73% og eg og konan 27%. Samanlagt er ognarluturin hjá Samherja í samtakinum Framherji 24%. Eg eri stjóri og havi fullan avgerðarrætt saman við nevndunum í  móðurfelagnum og dóttirfeløgunum, sum eru P/F Akraberg, P/F Eysturoy og P/F Regn.

Í sjónvarpssendingini vóru víst skjøl frá 16 peningaflytingum til og frá Framherja og Framinvest síðan 2010. Allar hesar flytingar eru gjørdar í sambandi við keyp og sølu av skipum.

Í 2011 varð føroyska makrelkvotan hækkað úr 85.000 tonsum upp í 150.000 tons. Bert eitt uppsjóvarvirki var í Føroyum tá, sum kundi taka ímóti makreli til matnað, og makrelstríðið gjørdi, at vit ikki kundu landað uttanlands. Tí varð neyðugt at útvega frystiskip, ið kundi fiska og virka sum móðurskip, so mest møguligt fekst burtur úr hesi stóru makrelkvotu.

Høgaberg í 2011 og 2012
Gjøgnum okkara samstarv við Samherja bar til at útvega eitt tílíkt skip skjótt. Vit keyptu í 2011 trolaran Geysir frá felagnum Katla Seafood, sum hevði heimstað í Las Palmas á Kanarisku oyggjunum. Hetta var eitt dótturfelag hjá Samherja. Vit treytaðu okkum, at Katla Seafood keypti skipið aftur fyri somu upphædd, tá vertíðin var av. Sama avtala varð gjørd í 2012 við Katla Seafood í Las Palmas. Tá er talan um systurskipið Alina. Skipini vóru formliga keypt, tí tey skuldu skrásetast í Føroyum, fyri at kunna fara til fiskiskap.

Ein partur av manningini vóru útlendingar, sum kendu skipini. Avtalað varð, at lønin hjá hesum monnum skuldi avroknast eftir montøravtaluni í donskum krónum. Tríggjar flytingar vórðu gjørdar upp á tilsamans 4,9 mió. kr.

Katla Seafood vildi hava, at annar kostnaður fyri at lata okkum skipini hesar báðar vertíðirnar, skuldu gjaldast í dollarum og euro, tí teir vildu ikki átaka sær kursvága. Hesar flytingar vórðu gjørdar gjøgnum Framinvest, tí hetta felagið hevði valutakonto til at rinda kostnaðin til Katla Seafood. Framherji endurrindaði síðan Framinvest hesa upphædd í donskum krónum. Gjørdar vórðu fýra flytingar upp á tilsamans slakar 6,1 mió. dollarar og 38.047 euro.

Fríðborg
Í 2010 eru samráðingar millum Samherja og reiðaríið, sum átti rækjuskipið Fríðborg, um sølu av skipinum. Samherji avgjørdi at avgreiða hetta keypið gjøgnum Framinvest, sum er teirra dótturfelag í Føroyum. Katla Seafood á Akureyri, sum er eitt dótturfelag hjá Samherja, er keypari, og felagið flytir keypspeningin til Framinvest. Tá keypið er avgreitt, vísir tað seg, at keypsprísurin er lægri, og munurin verður fluttur aftur til Katla Seafood á Akureyri.

Akraberg
Síðan eru seks flytingar í sambandi við, at P/F Akraberg keypir trolaran Odra frá týska felagnum DFFU – Deutsche Fischfang Union, sum er dóttirfelag hjá Samherja. Skipið verður umbygt til at kunna heilfyrsta kruvdan og avhøvdaðan fisk, uppisjóvarfisk og rækjur.

Umbyggingin gjørdist dýrari, enn roknað varð við, og Realurin og Arion Banki, sum høvdu játtað at fíggja keypið, vildu sýna skipið, áðrenn endaliga fíggingin varð avgreidd. Tí var brúk fyri eini millumfígging, sum varð fingin frá Esja Seafood, sum var eitt dóttirfelag hjá Samherja, ið hevði heimstað á Kypros.

Hetta lánið varð latið í februar 2014, og var tað upp á 2,6 mió. euro. Tað verður afturgoldið í fýra ratum, sum vóru fluttar seinni í 2014. Tann sætta flytingin í sambandi við millumfíggingina varð gjørd í mai 2015. Hon er fyri rentur og endaliga uppgerð av láninum. Hetta lánið var í euro, og tað varð avgreitt gjøgnum Framherja, sum nú hevði fingið valutakonto. Seinni varð avroknað við P/F Akraberg.

Í sambandi við keypið av Akraberg heldur KVF, at tað er illgrunasamt, at eg, tá Akraberg kom til Føroyar, í samrøðu við útvarpið segði, at kostnaðurin varð mettur til 145-150 mió. kr., tá endaligi kostnaðurin í roknskapinum var 165 mió. kr. Keypsprísurin fyri Akraberg var 111,8 mió. kr. Umbyggingin kostaði 51,2 mió. kr., og útreiðslurnar til klassa, sakførara o.t. vóru 2,0 mió. kr.

Tað vóru trupulleikar við skipinum, og útreiðslur vóru til føroyskar veitarar fyri ábøtur og umvælingar, eftir at skipið var komið til Føroyar. Tí er munur millum kostnaðin, sum eg metti, tá skipið kom og endaliga kostnaðin.

Faroe Origin
Tann 16. og seinasta flytingin, sum KVF vísti, hevur samband við endurreisingina av Faroe Origin. Tá partafelagið Faroe Origin varð stovnað við tí endamáli at keypa ein part av aktivunum frá búnum eftir Faroe Seafood, kom Samherji við 25% av partapeninginum.

Men tað gekst ikki væl við rakstrinum av hesum felag, og partapeningurin varð í 2015 niðurskrivaður til 0. Síðan varð nýggjur partapeningur teknaður, og parturin hjá Samherja varð 3,5 mió. kr. Henda pening legði Framherji út. Framherji fekk sítt útlegg afturgoldið í desember 2015 við eini flyting frá felagnum Esja Seafood á Kypros.

Við hesum havi eg gjøgnumgingið tær 16 flytingarnar, sum vóru umrøddar í sendingini “Teir  ómettuligu II”. Eg havi fyrr ført fram, at tað er ein fyrimunur at kunna samstarva við eina sterka útlendska fiskivinnufyritøku, og tað haldi eg, at hesi dømini vísa. Vit hava samstarvað við Samherja síðan 1994, men innanhýsis viðurskifti hjá Samherja eru okkum óviðkomandi.

Allar flytingar, sum eru vístar omanfyri, eru gjørdar til konto hjá feløgum hjá Samherja í Den Norske Bank. Vit hava ikki kannað viðurskiftini viðvíkjandi hesum, tí vanligt er, at ein seljari upplýsir, hvar hann ynskir peningin fluttan, og tað ber væl ikki til at flyta pening á eina konto, um hann ikki kemur til rætta móttakaran.

Samrøðan
Eg skal síðan greiða frá tilgongdini til mína luttøku í sendingini. 2. mars ringir Barbara Holm til mín og biður um ein fund. Dagin eftir kemur hon á fund við meg, men nú er Jan Lamhauge saman við henni. Vit avtala, at tey skulu senda mær spurningarnar, ið tey ætla at spyrja, so eg kann fyrireika meg.

Eg fái spurningarnar sama kvøldið. Teir snúgva seg um sambandið millum Framherja og Samherja, keypið av Akraberg og sølufeløg. 5. mars ger Jan Lamhauge samrøðu við meg. Í práti eftir samrøðuna, og eftir at mikrofonin er tikin av mær, vísir Jan Lamhauge mær eina síðu úr roknskapi hjá Esja, har felagið Framherji ella Framinvest er nevnt.

Eg hugsaði ikki tá um, at Esja hevði heimstað á Kypros, og avvísti, at vit høvdu samstarvað við felag á Kypros. Tað varð ein feilur. Tá eg síggi sendingina, vísir tað seg, at hetta var tilætlað, og at Jan Lamhauge helt fram við at taka upp, eftir at avtalaða samrøðan varð liðug. Henda upptøka er brúkt í KVF og umrødd í íslendska RÚV. Eg havi omanfyri lýst tað samband, sum vit hava havt við Esja Seafood. Eg eri sannførdur um, at tað var við vilja, at Jan Lamhauge ikki vísti mær hetta skjal áðrenn samrøðuna. Hevði hann gjørt tað, so hevði eg havt møguleika fyri at kanna hesi viðurskifti, og so hevði eg sjálvsagt svarað øðrvísi.

Eftir fyrru sendingina 9. mars tók eg avgerð um, at eg ikki vildi luttaka í fleri samrøðum við Jan Lamhauge, og hesum boðaði eg honum seinni frá.

Høvuðskeldan til sendingarnar er Jóannes Steffansson, sum í 2019 valdi leiklutin sum whistleblower. Samherji koyrdi hann til hús í 2016, eftir at hann hevði starvast í felagnum í mong ár. Tað eru nógv, sum kenna til viðurskiftini hjá Jóannes Steffansson. Tað kann undra, at KVF í sendingini ikki upplýsir um viðurskiftini hjá Jóannes Steffansson, so hyggjarnir sjálvir kundu meta um hansara viðurskifti.

Tað hevur verið tyngjandi fyri meg, mína familju og okkum øll í Framherja at verða hongd út á henda hátt í KVF, og at verða skuldsettur fyri at vera partur í ólógligum og óregluligum viðurskiftum, sum eg ongan lut eigi í.

Eg skal ikki gera meg til dómara yvir, hvar mørkini hjá almenna stovninum KVF eru. Tað mugu tey, ið stjórna og vara av hesum stovni, taka støðu til.

At enda skal eg siga frá, at um so er, at myndugleikar ynskja at kanna upplýsingarnar í hesi frágreiðing og at síggja skjølini, so eru teir vælkomnir at seta seg í samband við meg.

Anfinn Olsen  
Stjóri og eigari í Framherja.  


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot lands­kassans 150 milliónir
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi