Samband
R7 Portal
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Heri Joensen, prestur
Vespureiðrið
Vespureiðrið (163) - 07. des. 2020 - Seinasta sending
EvR
Kelduvaðið 06. des. 2020: Símun Absalonsen "Uppreisnarvónin" - Orðið: "Signaði lívsæli dagur"
Ymiskar sendingar
Samrøða: Hans Marius í Byrgi um Sjógæti
Ymiskar sendingar
Samrøða: Bjarni K. Petersen og Aksel K. Berg um royking
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Heilsusendingin Puls (11) - 04. des. 2020
Lýsing
Lýsing

Johan Dahl hevur fingið svar um koronupass til føroyingar

Politikkur | 12/04-2021 10:37

Fyrispurningur frá Johan Dahl, løgtingsmanni, nr. 52-109/2020 eftir § 52a í tingskipanini um koronupass til føroyingar - svaraður av Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum.

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Hvat slag av vaksinupassi fáa føroyingar í løtuni; lýkur tað altjóða standardar og kann góðkennast altjóða, og er talan um eitt fyribils vaksinupass?

2. Arbeiðir landsstýrismaðurin í heilsumálum við eini ítøkiligari ætlan um at útvega eitt talgilt koronupass til føroyingar, innihaldandi upplýsingar um vaksinasjónir, testir, andevni o.a.?

Um ja: Nær í 2021 kunnu føroyingar fáa eitt slíkt talgilt koronupass, og fer hetta at lúka altjóða standardar og kunna góðkennast altjóða?

Um nei: Hví verður ikki arbeitt við eini talgildari loysn, og hvørji loysn verður so arbeitt við av einum meira framkomnum koronupassi, sum kann lúka altjóða standardar og kunna góðkennast altjóða?

3. Hevur Heilsumálaráðið samskifti og samstarv við danskar heilsumyndugleikar um eitt felags talgilt koronupass, ella eru ætlanir um at gerast partur av eini felags verkætlan um talgilt koronupass við danskar myndugleikar, sum livir upp til ES-standardir, ella er ætlanin at gera eina føroyska talgilda koronupass-loysn?

Til spurning 1:
Øll sum verða koppsett fyri koronu í Føroyum fáa eitt perónligt og altjóða góðkent prógv uppá, at tey eru vorðin koppsett. Sjúkrahúsverkið skrivar í og stemplar altjóða vaksinatiónskortið (sokallaða gula vaccinatiónskortið), sum nógvir føroyingar – ikki minst sjómenn - kenna væl.

Til spurning 2 og 3:
Sjúkrahúsverkið er samstundis í einari tilgongd at menna eina talgilda koppsetingarkvittan, sum fólk kunnu fáa, tá tey eru liðugt koppsett. Kvittanin kann fáast sum PDF, sum tú kanst skriva út, men hon kann eisini leggjast í AppleWallet. Seinni í apríl verður kvittanin væntandi eisini tøk til fartelefonir, sum brúka Android, tá fyritøkan Google er liðug við arbeiðið at gera eitt “standard” koronupass til teirra wallet, sum skal kunna nýtast altjóða.

Sjúkrahúsverkið samstarvar við flutningsfyritøkuna Smyril Line um at menna koronukvittanina. Smyril Line hevur ment báðar bókingarskipaninar, sum Sjúkrahúsverkið brúkar í sambandi við koronukanningarnar og koronukoppsetingina, og eru skipanirnar sniðgjørdar soleiðis, at tær kunnu senda út kvittan – ávíkavist um tú ert testaður negativur fyri koronu, ella tú ert liðugt koppsettur. Tí er í løtuni upplagt at arbeiða víðari við hesum loysnum.

Sjúkrahúsverkið metir, at hendan kvittan kann brúkast sum eitt slag av koronupassi á sama stigi, sum tað, ið júst er tikið í nýtslu í Danmark. Koppsetingarkvittanin er persónlig og inniheldur upplýsingar um navn, upplýsingar um koppingarevni, og nær viðkomandi hevur fingið koppsetingina. Somuleiðis hevur hvør kvittan eina serstaka QR-kotu, sum kann skannast av t.d. flogfeløg og onnur og váttast í skipanini hjá sjúkrahúsverkinum.

Føroysku stjórnarráðini hava seinnu tíðina verið í samskifti við bæði danskar myndugleikar og fólk úr ES-kervinum um møguleikarnar fyri at fáa eitt altjóða góðkent koronupass til føroyingar. Eitt slíkt koronupass skal lúka nakrar treytir og standardir, sum ES-londini seta, og okkum kunnugt verður talan um eina skipan við nationalum loysnum við sínámillum góðkenning. Vit hava eisini fingið kunning um, at ein slík skipan neyvan verður klár fyrr enn seint í juni.

Umframt at samskifta við danskar myndugleikar og ES, hava føroysku stjórnarráðini eisini samskift við IATA, sum er altjóða felagsskapurin fyri flogfeløg, har m.a. Atlantic Airways og SAS eru limir. IATA er farið undir at menna eina talgilda loysn, IATA Travel Pass, sum loyvir ferðandi, flogfeløgum og myndugleikum smidliga at goyma og eftirkanna váttanir um koronakanningar og -koppsetingar umframt at miðsavna myndugleikakrøv í sambandi við ferðing. Samskifti er við IATA um at fáa førysku loysnirnar fevndar av IATA Travel Pass, tá ið tann skipanin er klár.

Samanumtikið síggja vit fyri okkum, at arbeiðið við koronapassinum kann gerast í stigum. Innan heilt stutta tíð verður koppsetingarkvittanin hjá Sjúkrahúsverkinum klár at taka í nýtslu og kann beinanvegin brúkast innanlands. Næsta stig er at fáa talgildu loysnina góðkenda í Ríkisfelagsskapinum, og í hesum sambandi kunnu vit nevna, at í næstu viku verður fundur millum Sjúkrahúsverkið, Finansministeriet og Digitaliseringsstyrelsen um hesi viðurskifti.

Tað er avgjørt ætlanin, at koppsetingarkvittanin við tíðini fer at lúka altjóða treytir og hevur teir standardir, sum krevjast fyri at verða góðkent sum eitt talgilt koronupass, sum spyrjarin eftirspyr. Ilt er at siga neyvt, nær hetta verður klárt, men málið er, at føroyingar koppsettir í Føroyum, hava eitt talgilt koronupass, sum lýkur ES-standardir, tá skipanin hjá ES verður sett í verk.

Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Eiler stórtrívist umborð á Georg Stage
IRF: Vit kunnu endurvinna enn meira pappír og papp
Gunvør meira enn 50 ár hjá nunnunum
Skørutýning
Tilfar um trivnað eigur at verða gjørt
Skráin hjá IKTUS Sjónvarp, sunnudag 13. juni 2021
Prógvhandan í Múllers Pakkhúsi
Brúkiligur túrur
Latið HB, KÍ og B36 umsita UEFA-pengarnar
Starvs­fólk hjá Reyða Krossi Føroya útsent til Kongo
Streymverja tryggjar nýtt aliøki
Sólrun og Jóhanna prógv við serritgerð um korona
Ítróttahá­skúlin skal hava nýggjan leiðara
Makrelfiski­skapu­rin byrjaði á Oyrareingjum
Neyðug undantøk mugu latast
Vit tola als ikki hesa viðferð­ina!
Sensurur er sensurur, harra løgmaður!
Tøkar tíðir til koppseting
Mótmælistiltak við ráðhúsið og Vaglið í Tórshavn
Dollin – havnar­maðu­rin sum skrivaði heimssøgu
Starvsdagar í Lava- og Luddalon
Summarkvøld við Toftavatn mikukvøldið 16. juni kl. 18
Áheitan á lands­stýrið
Áheitan til bilførarar um at vísa varsemi
Samband
R7 Portal
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Heri Joensen, prestur
Vespureiðrið
Vespureiðrið (163) - 07. des. 2020 - Seinasta sending
EvR
Kelduvaðið 06. des. 2020: Símun Absalonsen "Uppreisnarvónin" - Orðið: "Signaði lívsæli dagur"
Ymiskar sendingar
Samrøða: Hans Marius í Byrgi um Sjógæti
Ymiskar sendingar
Samrøða: Bjarni K. Petersen og Aksel K. Berg um royking
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Heilsusendingin Puls (11) - 04. des. 2020
Nýggjastu tíðindi