Fyrsti føroyingur á spælilista í NRK síðan 2006
Marius DC verður tann fyrsti føroyski tónleikarin, ið sleppur upp í part á einum spælilista hjá NRK í 15 ár. Hetta er somuleiðis fyrstu ferð, at nakar føroyingur er á spælilista á NRK P3.
Tað hendir av og á, at føroyskur tónleikur verður spældur í norska kringvarpinum NRK, men tað eru sera nógv ár síðan, at eitt føroyskt lag slapp á ein spælislista, og sostatt kom í fasta og regluliga umferð í eitt longri tíðarskeið. Seinast hetta hendi var í 2006, tá Teitur kom í fasta umferð á NRK P1 við lagnum «Louis, Louis». Vit kunnu tí veruliga fegnast um, at Marius DC ikki einans er tann fyrsti føroyski tónleikarin, ið ger hetta bragd í 15 ár, men at hetta samstundis er fyrstu ferð nakrantíð, at eitt føroyskt lag kemur í umferð á NRK P3.
Lagið, ið hevur fangað áhugan hjá P3, er spildur nýggja staklagið «Gasoline», sum plátufelagið TUTL og útbreiðslufelagið Believe gevur út um allan heimin í morgin, 16. apríl.
«Gasoline» er komin á spælilistan á støðini NRK P3X, sum hevur serligt fokus á hip hop, soul og urban tónleik. Hetta merkir, at normenn komandi vikurnar og kanska enntá komandi mánaðirnar regluliga fara at hoyra lagið í útvarpinum.
Til ber at lesa meira um NRK P3X HER
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot landskassans 150 milliónir
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur