Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Meginfelag Útróðrarmanna

Fiskivinna | 16/04-2021 10:00

Ein kunngerð er væntandi ávegis, sum loyvir bólki 4T víðari heimildir, at trola innanfyri 12 fjórðingar. Felagið Trolbátar hevur biðið um broytingarnar.

Kunngerðin er send til hoyringar tríggjar ferðir. Í januar fyrstu ferð, og tvær ferðir í mars.

Triðju ferð er hon broytt munandi, og tekur kunngerðin tá grundarlag í hoyringssvari frá Havstovuni, sum gav eina lívfrøðiliga viðmerking til kunngerðina 12. januar.

Eitt samt Fiskivinnuráð frámælti allar tríggjar ferðirnar - undantikið umboðið fyri ráfiskaseljararnar.

Komandi dagarnar ætla vit at leggja meiri tilfar á bólkin.

Byrjað verður við seinasta hoyringsskrivinum frá Meginfelag Útróðrarmanna.

Upprit um at broyta kunngerð um trolveiðu innan fyri 12 fj.

Meginfelag Útróðrarmanna tekur ikki undir við uppskotinum, og hevur fylgjandi viðmerkingar:

Við at loyva bólki 4T - mest sum - at fiska frítt innanfyri 12 fjórðingar, verður minni pláss til aðrar aktørar. Her verður hugsað um skip og bátar, sum royna við línu/ snellu. Serliga eru økini A1 og B leiðir, sum smærri og størri útróðrarbátar hava roynt og royna á. D1, D2, E, F og G eru eisini góðar línuleiðir. Søguliga hava trol og lína/snella ikki roynst væl saman. Aftur her fær bólkur 4T fyrimunir - teimum so líkt.

Samstundis økist fiskiorkan og veiðutrýstið munandi á hesum leiðum, sum higartil hava verið friðaði ávísar partar av árinum. Sambært uppskotinum eru fyrilit tikin fyri stovnsrøkt, tí bólkur 4T ikki skal brúka fleiri dagar enn miðal undanfarin ár. Tað er ein ómetaliga undarlig útsøgn, tí valla er uppskotið komið til hoyringar, við ynskinum um sama ella minni fiskarí. Um bólkur 4T sleppur at fiska, sum lagt verður upp til, so økist veiðutrýstið og fiskiorkan innanfyri 12 fjórðingar! Um tað ikki var so, hevði hettar uppskotið aldrin sæð dagsins ljós.

Harafturat hevur felagið Trolbátar brúkt árini 2015, 2017, 2019 sum grundarlag fyri veiðuni. Men til áseting av fiskidøgum er 2020 grundarlag. Tað er neyvan av tilvild. Í 2020 fekk bólkur 4T tillutað 400 eyka fiskidagar. Av tí sama verður miðaltalið 60 í uppskotinum, heldur enn 44, um 2020 ikki varð nýtt sum grundarlag. Tað er átaluvert, at umsitingin ikki hevur viðmerkingar hesum viðvíkjandi.
Vísandi til somu tøl fyri veiðu árini 2015-2019, fiskar bólkur 4T lutfalsliga eina ørgrynnu av toski. Serliga í 2018 er talið sera høgt, 2.996 tons av 5.096 tonsum (smbt hagtølum frá Vørn). Hetta svarar til uml 58% av allari veiðu. Meginfelagið vil minna á, at bólkur 4T hevur tosk sum hjáveiðu.

Meginfelagið vil eisini vísa á hoyringssvar frá Fiskivinnuráðnum dagfest 15.01.21


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi