Samband
R7 Portal
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Heri Joensen, prestur
Vespureiðrið
Vespureiðrið (163) - 07. des. 2020 - Seinasta sending
EvR
Kelduvaðið 06. des. 2020: Símun Absalonsen "Uppreisnarvónin" - Orðið: "Signaði lívsæli dagur"
Ymiskar sendingar
Samrøða: Hans Marius í Byrgi um Sjógæti
Ymiskar sendingar
Samrøða: Bjarni K. Petersen og Aksel K. Berg um royking
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Heilsusendingin Puls (11) - 04. des. 2020
Lýsing
Lýsing

Politiska skipanin skal vita

Lesarabrøv, Politikkur | 19/04-2021 09:50

Í farnu viku sendi KvF Dokumentarin Meira enn bara vera til, sum vísti á grundleggjandi almennar tænastur, ið ikki eru nøktandi. Spurningurin, sum politiska skipanin skal seta og svara, er tí, hvussu samanhangandi og tvørgangandi tilboð verða tryggjað við grundleggjandi tænastunum sum heild.

Langtíðarætlanir og loysnir
Í ár er lóg um almanna trygd og tænastur sett í verk. Hendan lógin fer at skapa batar, tó bara um nøktandi játtan fylgir við, so ásetingar í lógini kunnu gerast veruleiki. Tí eigur politiska skipanin at raðfesta nøktandi játtan høgt, tí nógv dýrari er í longdini, um borgarar, ið bera brek, ikki fáa tær tænastur, teimum tørvar.

Afturat hesum skulu leggjast langtíðarætlanir og langtíðarloysnir – yvir um løgtingssetur. Hetta kann gerast vit eini brekpolitiskari virkisætlan yvir eini 20 ár, sum vísir á raðfestingar, hvat, nær og hvussu. Virkisætlanin skal vera tvørgreiralig og fevna øll øki og innihalda mál, ið kunnu mátast. Eins og hon skal tryggja vitan við innsavnan av viðkomandi hagtølum um økið, so fylgjast kann við í menningini, eins og hon vísir á, hvussu ætlanir skulu fíggjast.

Gagnligt hevði samstundis verið at avtikið kassahugsanina, sum vísir, hvussu grundleggjandi avlagað hugsanin um bæði geirar og borgarar er. Eingin er ein kassi, og tí hóskar kassahugsan sjáldan til tænastur og tilboð til borgarar, ið bera brek.

Hetta krevur hugburðsbroyting og endurhugsan av økinum.

Røttu tilboðini rættstundis
Hugvekjandi søgan í Dokumentarinum um Jóannes Madsen og familju hansara eigur at ávirka politisku skipanina soleiðis, at sjálvsagt er, at fólk skulu meira enn bara vera til, og tá eru røttu tænasturnar til røttu tíð neyðugar.

Sosialurin hevði 31. mars samrøðu við Jensu Heinesen, sum í 2014 fekk heilasvull sum gjørdi, at henni tørvaði endurmenning/rehabilitering. Hon varð fyrst send niður, har hon fekk góða hjálp. Tá ið hon kom heim helt venjingin fram á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Frá einki at megna, hevur hon í dag eitt virkið lív. Orsøkin er, at hon fekk skjóta og rætta hjálp.

Hon sigur av royndum, at góð uppvenjing er, tá eitt tvørfakligt toymi er um sjúklingin. Toymið kann vera mannað við lækna neurologi, ergo- og fysioterapeuti, talupedagogi, sjúkrasystir og sosialráðgevara. Toymið skal hava regluligar fundir, har mál verða mett og tillagingar verða gjørdar í endurmenningini.

Víðari vísir Jensa Heinesen á, at sjálvandi átti ein endurmenningardepil at verið í Føroyum, tí tað hevði gjørt alt munandi lættari og heimligari. Tað hevði eisini í longdini verið bíligari og fleiri høvdu fingið gagn av tænastuni.

Herí liggur loysnin, ikki meira av tí sama, men frá meira til betri.

Í næstseinasta MEGD-blaðnum, sum kann lesast á megd.fo undir savn, er samrøða við fysioterapeutarnar Hedevig Matras og Eyðbjørg Joensen um endurmenning. Sum tær vísa á í blaðnum, so tørvar okkum eina føroyska heildarætlan um endurmenning, ið kundi givið eina ábending um, hvør tørvurin er í Føroyum, og um hvussu vit skulu skipa okkum í framtíðini hesum viðvíkjandi. Og sum tær vísa á, er tíðin komin, at borgarar, sum hava tørv á endurmenning fáa hesa tænastuna, har endurmenning er bygd á tvørfakligt toymisarbeiði, ið røkkur tvørtur um fakmørk og geirar.

Politiska skipanin skal vita
Í einum vælferðarsamfelagi sum tí føroyska, skulu grundleggjandi almennar tænastur tryggjast. Spurningurin er hvussu, og tá ið vit vita, at av hvørjum 1000 krónum fara 363 krónur til almennar tænastur, og peningurin ikki røkkur, so má økið endurhugsast. Vit fara neyvan nakrantíð at fáa fleiri pengar til økið enn í dag.

Sjálvsagt vinna vit mest, um borgarar, ið bera brek, fáa rættar tænastur rættstundis, tí er spurningurin ikki, hvørjar tænastur skulu skerjast, men heldur, hvussu tær kunnu endurhugsast, so økið kann verða ment.

Tóra við Keldu


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Eiler stórtrívist umborð á Georg Stage
MOWI keypt fóðurflaka frá JT electric til at brúka á Sandsvág 
Er fjáltur komið áTjóðveldi?
Løgreglan kannar teledatamál
Hvør er órímiligur?
Nýggj kostráð
Leikarar­nir fegnast um ovara vøll
Kringvarp Føroya sendir 32 dystir frá EM í fótbólti
Skráin hjá IKTUS Sjónvarp, sunnudag 13. juni 2021
Hvør umboðar Føroyar og Føroya fólk?
The Fairy Island Festival verður í Norðadali 2-4. juli
Makrelfiski­skapu­rin byrjaði á Oyrareingjum
Summar­ansing 2021
“Tað er ilt at koma til aðra niðurstøðu enn, at FAS-skipanin er misnýtt”
Áheitan á nýggja Búskapar­ráðið
Borgar­stjó­rin stongt Skinnarasker
Jógvan Andrias við forvitnisligum staklag 
Barna­garðu­rin á Norðoyri reistur
Vilt tú vera bólkaleiðari hjá Ung í arbeiði?
Kanna skeiðvirksemi fyri pólendingar í Føroyum
Sensurur er sensurur, harra løgmaður!
1-0 til Grønland
Nýggj pantiskipan er á veg
Forskúlaálit handað kommununi
Samband
R7 Portal
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Heri Joensen, prestur
Vespureiðrið
Vespureiðrið (163) - 07. des. 2020 - Seinasta sending
EvR
Kelduvaðið 06. des. 2020: Símun Absalonsen "Uppreisnarvónin" - Orðið: "Signaði lívsæli dagur"
Ymiskar sendingar
Samrøða: Hans Marius í Byrgi um Sjógæti
Ymiskar sendingar
Samrøða: Bjarni K. Petersen og Aksel K. Berg um royking
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Heilsusendingin Puls (11) - 04. des. 2020
Nýggjastu tíðindi