Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Familjufyrisitingin: Yvirtikin og stóra lønarlækking

Innanlands, Lesarabrøv | 20/04-2021 15:52

Fimm starvsfólk á Familjufyrisitingini fara um nakrar fáar mánaðir millum 1.880 og 4.462 krónur niður í løn í einum høggi, um Fíggjarmálaráðið fær sín vilja. Aðalráðið tvíheldur um, at lønin fer “ikki niður”, tí ein persónlig viðbót “líknar út munin” millum donsku og føroysku lønina.

Fyrst í apríl fingu fimm starvsfólk, sum starvast hjá Familjufyrisitingini ætlanarskriv frá sínum arbeiðsgevara, har boðað verður frá broytingum í teirra lønar- og setanarviðurskiftum.

Ætlanarskriv: niður í løn ella uppsøgd
Hesi fimm stavaðust hjá Ríkisumboðnum og vóru yvirtikin og flutt til nýstovnaðu Familjufyrisitingina, tá ið familjurætturin kom á føroyskar hendur á ólavsøku 2018.

Fíggjarmálaráðið hevur alment ført fram, at lønin hjá starvsfólkunum verður óbroytt; at “lønin hjá starvsfólkunum fer “ikki niður”, tí at tey fara at fáa eina persónliga viðbót, sum “líknar út munin” millum verandi løn og komandi føroysku lønina.

Men hetta er bara ikki rætt. Tað váttar ætlanarskrivið, starvsfólkini hava fingið sendandi fyrst í apríl.

Taka starvsfólkini av “tilboðnum” frá Fíggjarmálaráðnum um broytta setan fer bruttolønin hjá starvfólkunum nevniliga at lækka fleiri túsund krónum um mánaðin. Heilt nágreiniliga millum 1.880 og 4.462 krónur, alt eftir hvørjum starvi, tey eru í.

Broytingin kemur í gildi frá einum mánað til annan, so skjótt fráboðanartíðin – sum svarar til uppsagnartíðina hjá starvsfólkunum – er úti, t.v.s um 3 til 6 mánaðir.

Myndirnar niðanfyri vísa tølini, sum greitt staðfesta, at útsøgnin hjá ráðnum er skeiv og misvísandi.

Greinin heldur fram niðanfyri myndirnar...

Lønarlutir verða strikaðir, lægri pensjón og longri arbeiðstíð
Lønarviðurskiftini hjá starvsfólkum, ið starvast hjá ríkinum eru øðrvísi skipað enn lønin eftir føroyskum sáttmálum. Umframt grundlønina er lønin er sett saman av ymiskum lønarpørtum, sum tilsamans geva eina bruttoløn.

Stóri munurin millum føroysku og donsku setanarviðurskiftini er eisini, at arbeiðsvikan hjá starvsfólkunum í dag er 37 tímar – sammett við 39 tíma arbeiðsvikuna í “tilboðnum” um føroyska setan.

Harafturat hevur onkur av starvsfólkunum 18 % í eftirlønargjaldi – sum koma afturat lønini – sammett við tey 15 %, sum Fíggjarmálaráðið nú ætlar at bjóða starvsfólkinum.

Hvat Fíggjarmálaráðið heilt ítøkiliga meinar við, tá ið sagt verður, at lønin hjá starvsfólkunum “fer ikki niður” vita vit ikki. Men greitt er, at aðalráðið má tosa um onkra aðra løn enn bruttolønina.

Sambært ætlanarskrivinum hjá Fíggjarmálaráðnum til tey fimm starvsfólkini fara starvsfólkini at missa árliga viðurlagið, sum svarar til eina meðal lønarlækkin á 1.354 krónur um mánaðin. Onkur skal niður í pensjón og harafturat ætlar Fíggjarmálaráðið, at øll starvsfólkini skulu arbeiða tveir tímar eyka meira um vikuna. Men fyri somu løn.

-Fíggjarmálaráðið sigur ikki alla søguna. Veruleikin er, at samlaða lønin, bruttolønin, sum altíð er grundalagið í lønarsamráðingum, fer at minka fleiri túsund krónur um mánaðin, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum.

-At Fíggjarmálaráðið við leiðslurætti ætlar at strika partar av lønini við eini handavending, sum hesi starvsfólkini hava fingið í fleiri ár, og samstundis pástendur, at “lønin verður óbroytt” er eitt. Tað, sum kanska er uppaftur verri er, at aðalráðið ætlar at leingja arbeiðsvikuna hjá starvsfólkunum tveir tímar, uttan at tey fáa nakað fyri hetta yvirhøvur. Hetta ókeypis meirarbeiðið svarar til eina meðal lønarlækking á 1.550 kr. um mánaðin.

-Hvat høvdu okkara limir sagt, um landið knappliga hækkaði arbeiðsvikuna úr 39 tímum upp í 41 tímar, uttan at fáa løn fyri tað? Hetta ber sjálvandi ikki til og er ikki nakað, sum nakað fakfelag kann ganga við til, tí longri arbeiðstíð merkir altíð meira løn.

Umframt omanfyrinevndu broytingar ætlar Fíggjarmálaráðið, at komandi lønarhækkingar skulu mótroknast í persónligu viðbótini. Hetta merkir, at lønin hjá teimum verður fastfryst, og at starvsfólkini tí fara at uppliva eina reallønarlækking tey næstu mongu árini.

Skapa ófrið fyri bert 20.000 kr. um mánaðin
Starvsfelagið hevur ynskt, at Semingsstovnurin kemur upp í málið, eftir at samráðingarnar millum Fíggjarmálaráðið og Starvfelagið endaðu úrtslitaleysar. Men aðalaráðið vil ikki samráðast meira og hevur í staðin givið teimum fimm starvsfólkunum eitt val millum pest ella kolera: Antin góðtaka tey at fara fleiri túsund krónur niður í løn, ella verða tey uppsøgd.

Take it, or leave it!

Hetta er óvirðiligt mótvegis dugnaligum starvsfólkum, sum hava uppbygt ein servitan frá tíðini hjá Ríkisumboðnum, og sum eru trupul at erstatta. Starvsfólk, sum undir fyrireikingini til yvirtøkuna hildu seg hava fingið ein grundaða væntan um, at lønin fór ikki at minkað eftir at tey vóru yvirtikin.

Hetta málið sendir eitt ógvuliga óheppið signal út til øll tey starvsfólk, politistar og onnur, sum starvast á økjum, sum standa til at vera yvirtikin í framtíðini. Tað kann skapa óneyðuga mótstøðu millum starvsfólkini móti yvirtøkunum.

Og til hvørja nyttu?

Lønarniðurskurðurin, sum Fíggjarmálaráðið ætlar at fremja í einum høggi um nakar fáar mánaðir fer, at spara landinum umleið 20.000 krónur um mánaðin. Tilsamans. Fyri øll tey fimm starvsfólkini.

- Spurningurin er um tað veruliga er tað vert. Um landið hevur áhuga í, at ónøgd og ótti sleppa at spjaða seg um komandi yvirtøkur. Fyri ein so lítla upphædd sum hetta. Og at ónøgdin fer at gera, at familjurættarliga økið missir starvsfólk við stórari servitan, mitt sum nýggi føroyski stovnurin er undir uppbygging, sigur Súni Selfoss, formaður.

Starvsfelagið


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi