Nógvar umsóknir til Mentanargrunnin ´21
Hesaferð vóru serliga nógvar umsóknir til Mentanargrunnin ´21 hjá Klaksvíkar kommunu. Vanligt er, at grunnurin er tøkur at søkja úr um hálvan februar, og er freistin fyri søkja seint í mars, hesaferð 31. mars.
Tað komu ikki færri enn 22 umsóknir inn, sum allar vóru rættiliga áhugaverdar og viðkomandi. Tiltøkini, sum stuðul verður latin til, skulu vera almannagagnlig, fjølbroytt og helst við nýhugsan á mentanarøkinum í víðari merking. Tey skulu so verða framd í Klaksvíkar kommunu í 2021.
Jóhanna C. Christiansen, forkvinna í Mentanarnevdini fegnaðst um mongu umsónknirnar og breiddina í teimum, eins og tær fortelja, at her býr eitt rættiliga kreativt fólk í kommununi, sum vil so nógv á mentanarøkinum.
Tá ið talan var um so nógvar umsóknir, og í grunnum hesaferð vóru kr. 190.000,- at luta út av, var torført at nøkta teimum øllum til vildar. Fyri at kunna gera mun í onkrum føri, hevur tað so tíverri ávirkað til minni stuðul í øðrum føri. Hetta var so valið, sum Mentanarnevndin stóð fyri á fundinum í gjár, har umsóknirnar vóru til viðgerðar.
Mentanargrunnurin, ið er eitt gott íkast til mentanarlívið í kommununi, hevur nú verið 10 ár á baki, og eru vit helst komin hagar til, at hann kundi verðið dagførdur til komandi ár. Vónandi við eini størri avseting, sigur ein Jóhanna C. Christiansen, forkvinna í Mentanarnevdini, sum er fegin um, at tað í øllum førum hevur borið til at vera viðvirkandi til, at 22 rættiliga ymiskar og spennandi verkætlanir á mentanarøkinum fara av bakkastokki í 2021.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











