Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Ársaðalfundur hjá SEV

Vinnulív | 23/04-2021 12:57

Tað hevur týdning, at land og kommunur finna felags stev fram í móti málinum um 100% grøna elframleiðslu á landi í 2030

Á ársaðalfundi hjá SEV í dag kom nevndarformaðurin Kári Johansen við áheitan um felags stev. 
“Vit eru øll samd um týdningin av at gerast leys av oljuni, men útbyggingarnar mugu gerast við skili og við atliti til veitingartrygd, veitingarskyldu og elgóðsku” sigur Kári Johansen, nevndarformaður í SEV.

Týðiligasta prógvið um manglandi stev er avgerðin hjá Umhvørvisstovuni at lýsa leyst eitt vindorkuloyvi á Gellingarkletti oman fyri Havnina, eftir eina open-door umsókn. Hetta varð gjørt uttan neyðuga og lógarkravda ráðføring við SEV, og uttan at taka hædd fyri búskaparligum og tøkniligum avleiðingum av eini slíkari verkætlan.

SEV hevur kært avgerðina hjá Umhvørvisstovuni, tí at ein triðja vindmyllulund í sama øki sum ein verandi vindmyllulund og ein onnur í umbúna, er snøgt sagt alt ov nógvur nýggjur óstøðugur máttur samstundis og á sama stað. Ítøkiliga verður óstøðugi vindmátturin í meginøkinum nærum fimmfaldaður eftir einum ári. Tað er burtur úr vón og viti, og fer mest sannlíkt at hava neiliga ávirkan á elgóðskuna.

Í løtuni eru tvær stórar vindorkuverkætlanir í umbúna, onnur í Flatnahaga og hin á Eiði. Tað, sum hevur størstan týdning fyri grønu kósina í løtuni, og sum eigur at fáa hægstu raðfesting, er, at myndugleikin viðger og avgreiðir umsókn um pumpuskipan beinanvegin – og ikki at byggja út nú við enn meiri vindorku, sum ikki kann fáast til høldar á netinum.

Við pumpuskipan í meginøkinum verður rúm fyri meiri vindorku í skipanini. Hinvegin kann ein seinkað pumpuskipan lættliga gerast ein fløskuhálsur á grønu kósini.

Fimm grønar orkukeldur í elskipanini í 2020
Fleiri frambrot vórðu framd á grønu kósini í 2020. Fyri fyrstu ferð var elorka framleidd úr fimm ymiskum burðardyggum orkukeldum inn á netið hjá SEV – ávikavist úr vindi, vatni, biogassi, sól og eitt sindur úr sjóvarfallinum.

Eisini kom nýggj vindmyllulund upp í Suðuroy, sum er fyrsta vindorkuútbygging í Føroyum síðan Húsahaga í 2014. Sjálv vindmyllulundin í Porkerishaganum er tó bert partur av størri verkætlan, sum umfatar battarískipan og synkronkompensator, sum hava til endamáls at goyma og javna elorkuna út á netið. Battarískipanin í Porkeri verður væl størri enn battarískipanin í Húsahaga, og kann virka sum tiltaksverk í upp til ein hálvan tíma í senn í staðin fyri motorarnar á Vágsverkinum, um vindorkan brádliga minkar.

Vit síggja fram til at heysta úrslit av hesi verkætlanin, sum er slóðbrótandi, við tað, at battaríini hava eins nógvan mátt sum sjálv vindmyllulundin og slík loysn er ikki roynd áður. Alt eftir, hvussu royndirnar frá hesi verkætlan í Suðuroy hilnast, er ætlanin at nýta sama leist í meginøkinum.

100 ár eftir at fyrsta føroyska vatnorkuverkið varð tikið í nýtslu í Suðuroy, fer henda vindorkuverkætlan at flyta Suðuroynna fram aftur í oddin, tá ræður um grøna orku, bæði her á landi og úti í heimi, tí nógv eygu eru vend ímóti SEV í sambandi við hesa verkætlan.

Búskapur og fígging
Úrslitið hjá SEV fyri árið 2020 var 49,8 mió. kr. eftir skatt. Úrslitið er í lakara lagi í mun til virksemi felagsins, men nøktandi, tá hugsað verður um avbjóðingarnar við koronufarsóttini. Samanumtikið er leiðslan nøgd við úrslitið.

Komandi úrslit hjá SEV skulu liggja á hesum støðinum og hægri, nú stórar útbyggingar til gagns fyri veitingartrygdina, veitingarskylduna og grønu kósina skulu gerast, samstundis sum munandi eginfígging skal útvegast.

Endurfígging av stórum parti av verandi fígging og nýggj fígging til m.a. komandi pumpuskipan skal útvegast sum skjótast, og miðað verður ímóti at fáa hetta liðugt avgreitt í seinasta lagi við ársenda 2021.

Oljan er framhaldandi ein stór útreiðsla hja SEV, og oljuútreiðslurnar í 2020 komu upp á 165 mió. kr. Seinkaður, nýggjur grønur framleiðslumáttur, og eitt ár har elframleiðsla við vindi og vatni hevur verið undir miðal, umframt ein stór øking í nýtsluni hava saman elvt til øktu oljunýtsluna.

Ársroknskapur 2020


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi