Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Johanna Cathrina gevst fyri aldur

Innanlands | 23/04-2021 16:45

Í nærum 46 ár hevur Johanna Cathrina arbeitt sum bókavørður á Býarbókasavninum. Seinnapartin var ein fráfaringarløta fyri henni í Posthúskjallaranum. Bæði núverandi og fyrrverandi starvsfelagar vóru við til hugnaløtuna í Posthúskjallaranum.

Frá 1. august í 1975 og fram til í dag hevur hon verið við til at mynda og ment Býarbókasavnið sum ein týðandi mentanardepil hetta langa tíðarskeið, sum fer at tátta í eina hálva øld.

Í fjør hevði hon 45 ára starvsdagu, og 16. februar í ár fylti hon 70 ár.

- At fylgja starvsleiðini hjá tær, er sum at fylgja søguni hjá Býarbókasavninum í fimm áratíggju. Ja, nærum eins leingi, og Býarbókasavnið hevur virkað her í miðbýnum, hevur tú verið í starvi.

- Tú hevur sostatt verið partur av og myndað menningina á Býarbókasavninum frá tí tíðini, tá Býarbóaksavnið var lutfalsliga nýtt. s

- Býarbókasavnið læt upp tann 1. apríl 1969 og hevði sostatt bara verið opið í seks ár, tá tú byrjaði sum nýútbúgvin bókavørður.

- Tú byrjaði sum 24 ára gomul í teimum hendingarríku 70’unum, og hetta var eitt tíðarskeið, har bókasøvn kring allan heim gjørdust meir opin og innbjóðandi við fleiri tiltøkum, serliga fyri børnum og barnafamiljum.

- Í 1970’unum búðu uml. 11.000 fólk í Havn, og Havnin gjørdist ein meiri fjølbroyttur og livandi býur, nógv virksemi varð í býnum, nógvur ítróttur, tónleikur og sjónleikur settu sín dám á býin.

- Býarbókasavnið gjørdist ein týðandi mentanarstovnur í býnum. Havnarfólk tóku so við og við bókasavnið til sín, og mitt í rokanum vart tú við tínum vituga og nærlagda lyndi, og vart við til at leiðbeina lánarum til júst røttu bókina, ella tilfar um eitt ávíst evni.

- Góðar tíðir vóru í Føroyum í 1980’unum. Havnin vaks, og í 1980 búðu uml. 15.000 fólk í Havn. Bókasavnið mentist nógv hesi árini. Fleiri fermetrar løgdust afturat, og alsamt fleiri bøkur vóru til útláns á bókasavninum.

- Eisini familjan í heiminum á Hvítanesi, har tú saman við manni tínum, Jákupi, setti búgv, vaks í vavi. Marianna varð fødd í 1978, Christina Elisabeth í 1981 og Julianna í 1989. Øll árini hevur tú miðvíst og við nærlagni - saman við Randi Nolsøe - staðið fyri skráseting av bókasavnstilfari, og tað til lítar.

- Umframt tríggjar døtur eigur tú í dag 8 ommubørn, so tú fært ríkiligt at takast við.

- Í 1990’unum vóru ringar tíðir í Føroyum. Hóast hetta keypti bókasavnið sína fyrstu teldu í 1990. Nógv umlegging og umskifting var hesi árini, og tú átti tín virkna lut í at talgilda bókaskránna og at modernisera virksemið til nógv broyttu umstøðurnar.

- Í 1994 fylti Býarbókasavnið 25 ár. Í 1998 fingu brúkarar atgongd til internetið á Býarbókasavninum, og tá var umsíðir farið frá teimum gomlu kartotekskortunum til at brúka talgildar bókasavnsgrunnar.

- Í 1990’unum og langt inn í Nulluni eru árini, har KT og tøkni var alvaldandi, og har bókin varð skýrd at vera deyðanum nær, tí nú fór bókasavnið bert at vera virtuelt til staðar úti í einum tykisheimi.

- Bókasavnið var alla tíðina við hesi árini og menti tilboðið til eisini at fevna um talgildar ljóð- og e-bøkur, umframt at bjóða fram ókeypis atgongd til nettænastur.

- 2011 fekk Býarbókasavnið við nýinnrættaðu veghæddini møguleikar at skipa fyri framsýningum, sum tú við eldhuga hevur tikið tær av saman við Maluni Hilmarsdóttir.

- Í 2013 vóru vælumtóktu lesiringarnir settir á stovn á Býarbókasavninum, og øll árini hevur tú hjálpt til við lesiringunum, har tín lesihugur og holli kunnleiki til bókmentir komu væl við.

- Eisini má nevnast megnararbeiðið at ritstjórna minnisritið, sum Anna Brimnes, fyrrverandi býarbókavørður, skrivaði í samband við 50 ára haldið hjá Býarbókasavninum í 2019. Býarbókasavnið 50 ár – brot úr søguni.

- Í arbeiðinum, sum tú gjørdi saman við Randi Nolsøe, komu tínir førleikar sum rættlesari og nærlagdur ritstjóri til sín rætt, umframt at tín stóri tokki til og ansur fyri søguligum viðurskiftum veruliga kom til sjóndar. Ómetaliga nógv er broytt hesi árini.

- Fólkatalið í Havnini er nærum tvífaldað, og Havnin er vorðin ein nýmótans býur, og tá er tað ein sjálvfylgja, at býurin hevur eitt gott nútímans bókasavn at vísa á, og tað er í stóran mun tær fyri at takka, Johanna Cathrina, sum hevur verið við øll hesi mongu ár, at tað er so.

- Tað verður ein stórur missur fyri bókasavnið og allar brúkararnar, nú tú traðkar inni í eitt nýtt tíðarskeið í lívinum. Starvsfólkini á Býarbókasavninum missa ein góðan starvsfelaga, og stovnurin missir ein sera dugnaligan bókavørð við eini fakligari tyngd, sum ikki er løtt at finna nú á døgum.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, ynskti at enda Johonnu Cathrinu alt tað besta og blíðan byr.


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi