Samband
R7 Portal
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Heri Joensen, prestur
Vespureiðrið
Vespureiðrið (163) - 07. des. 2020 - Seinasta sending
EvR
Kelduvaðið 06. des. 2020: Símun Absalonsen "Uppreisnarvónin" - Orðið: "Signaði lívsæli dagur"
Ymiskar sendingar
Samrøða: Hans Marius í Byrgi um Sjógæti
Ymiskar sendingar
Samrøða: Bjarni K. Petersen og Aksel K. Berg um royking
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Heilsusendingin Puls (11) - 04. des. 2020
Lýsing
Lýsing

Røða til fernisering hjá Jens Christian Olsen í Gráasteinshúsinum

Innanlands | 28/04-2021 08:00

Góði Jens,
Takk fyri innbjóðingina at siga nøkur orð vegna Nes kommunu í samband við ferniseringina.
Eg var so mikið heppin, at sleppa at síggja málningarnar frammanundan og skifta orð við teg um listaverkini.
Sum eg skilji, er hetta tín fyrsta fernisering, so tú ert uttan iva spentur uppá móttøkuna. Vit gleðast um, at tú vilt deila tína list við okkum.

Ferniseringstilgongdin
Tú hevur málað í nøkur ár. Tað byrjaði, tá ið tú sum AFS skiftisnæmingur var eitt ár í USA og har hevði eitt “Art” fak. Her birtist áhugi tín fyri at mála og síðani hevur tú málað ymiskt hesi árini. Tú fortelur, at tín íblástur kemur ymsastaðni frá. Tað kann vera tað estetiska, sum fangar í løtuni, ella íblástur frá øðrum listaverkum. Vit síggja eisini landslagsmyndir, har ið nógvar eru frá nærumhvørvinum og frá økjum, sum hava ávísan týdning fyri teg.

Inntil nú hevur listin verið reserverað til tín og tíni nærmastu. Tað skal uttan iva ávís tilgongd til, áðrenn listarfólk er klárt at presenterað listina til umheimin. Orðið ”fernisering” merkir eisini klárgering frammanundan listaframsýning. So eftir eina ávísa fernisering, hevur tú nú valt at deila listina við breiðari
fjøld. Tað er vit takksom fyri …

…tí at list kann so sera nógv! Tað undrunarverda er, at eitt listaverk verður skapt í einari ávísari tílgongd, inntil listarfólki metir seg hava gjørt verkið liðugt. Men Verkið er ikki liðugt, tí at listarverkið heldur fram at skapa í
samvinnu við umheimin. Við penslastroki frá Jens. verður listarverkið skapað og fullgjørt. Men listarverkið heldur fram at skapa kenslur hjá áskoðaranum. Íblástur, spurningur, tvístøður, samtalur, undran og kanska enntá øði. Soleiðis fortelur listin okkum okkurt um listamannin, men hon fortelur okkum eisini nógv um okkum sjálvi. Vit menniskju er estestiskar verur, og vit eru drigin at tí vakra. Samstundis er okkum givin førleikin at seta teir stóru og djúpu spurningarnar. List er ein miðil at miðla tað estetiska. List er eisini ein miðil
at miðla teir stóru, djúpu spurningarnar.

Tín list
Sum nevnt fekk eg møguleika fyri einari stuttari, privatari undansýning. Her er eitt lítið úrval av mínum inntrykkum:
Litirnir eru ymiskir og fjølbroyttir. Vit síggja tær nattúrligu jørðfarvirnar, men tú brúkar eisini sterkari litir og ljós at framhevja ávís objekt í onkrum málningum. Hetta spælið við kontrastum ger listaverkini spennandi at hyggja at og birtur hugflogið. Eitt dømi er lundin við eksplosivu gulu bakgrundini, sum er ein kontrast til lundan við bláu bakgrundini. Tú fært eitt forvitni eftir bakgrundini, umhvørvinum og kontextinum hjá
lundanum.

Eisini myndin av Frelsaranum er sterk. Jesus er avmyndaður í størstu lagnustund í heimssøguni, og vit kenna álvaran í bráðnum. Tað víkjandi ljósið vísir okkum á álvaran í støðuni og tyngdina av uppgávuni, sum hann
tekur á seg. Nú sigi eg, at ljósið er víkjandi, men frá øðrum vinkli kann tað eisini tykjast vinnandi. Kanska lýsir hetta vónleysu støðuna hjá Jesusi. Kanska er hetta løtan, tá ið hann rópar “Guð mín, Guð mín! Hví fórt tú frá
mær?”. Í hesi løtu er ljósið svinnandi hjá Jesusi, men samstundis birtist ljós fyri heiminum.

Tey meira abstrakstu verkini tala til dýpdirnar í lívinum. Hvussu vit hava nógv løg í okkara tilveru, og uttan mun til, hvussu okkurt lag ella etapa í lívinum kann tykjast myrkt, tungt og stríggið, so er ljós innast. Hetta talar til
sterkt til mín. Tað er ein lívsneysti í okkum øllum, sum drívir okkum fram.

Persónligt “§ verk”
Til seinast umrøddu vit eisini eitt verk, sum ikki hongur uppi í dag. Hetta verk varð málað til tín sjálvan í samband við, at tú fekst starv hjá TAKS. Eg havi ikki sæð verkið, men hóast alt gav tað mær íblástur. Talan er um eitt føroyskt flagg við einum ”§” merki á. §-merkið umboðar tína fakligheit. Flaggið umboðar fólkið, sum tú tænti í tínum starvi. Hetta verk talar til títt “Purpose”, ella á føroyskum “endamál”, sum er sera drívandi sum motivatiónsfaktorur. Tú fortaldi mær, at tú av og á vitjar hetta listarverk aftur fyri at søkja áminning, íblástur og motivatión. Hetta listaverk er skapað av listamanninum, men hareftir heldur tað fram at skapa í samrøðu við listamannin sjálvan.

Hetta fortelur nógv um teg og títt virkisfýsni. Tú og tín familja hava verið virkisfús í kommununi og nærumhvørvinum og hava tikið tøk, sum eru til gleði fyri mong. Burtur úr rúgvuni kunnu nevnast megnar arbeiði í B68, Nebo og eisini Gráasteinshúsið, sum vit standa í júst nú. Hetta skulu tit vera errin av, og slíkt virkisfýsni vitnar um eitt sterkt “Purpose”.

Endi
Hetta vóru nakrir av mínum tankum, sum birtust úr listarverkunum. Onnur eygu síggja uttan iva mangt annað í listaverkunum. Tað kann eisini væl henda, at listamaðurin hevur havt heilt aðrar tankar við skapanini av listarverkinum. Men tað er júst tað, sum er so spennandi og vakurt við list. Við framsýningini sleppur tú sum listarmaður tamarhaldinum yvir listarverkunum, og tað fær loyvi at liva sítt egna lív í samspæli við áskoðaran.

So við hesum fáu orðum … Hjartaliga tillukku, Jens, við at tú nú kanst leggja enn eitt heiti afturat tínum lívsrensli. Blíðan byr til tín og tína familju. Eg ynski tykkum ein sera góðan dag.

Heini S. Kristiansen, varaborgarstjóri


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Eiler stórtrívist umborð á Georg Stage
IRF: Vit kunnu endurvinna enn meira pappír og papp
Gunvør meira enn 50 ár hjá nunnunum
Skørutýning
Tilfar um trivnað eigur at verða gjørt
Skráin hjá IKTUS Sjónvarp, sunnudag 13. juni 2021
Prógvhandan í Múllers Pakkhúsi
Brúkiligur túrur
Latið HB, KÍ og B36 umsita UEFA-pengarnar
Starvs­fólk hjá Reyða Krossi Føroya útsent til Kongo
Streymverja tryggjar nýtt aliøki
Sólrun og Jóhanna prógv við serritgerð um korona
Ítróttahá­skúlin skal hava nýggjan leiðara
Makrelfiski­skapu­rin byrjaði á Oyrareingjum
Neyðug undantøk mugu latast
Vit tola als ikki hesa viðferð­ina!
Sensurur er sensurur, harra løgmaður!
Tøkar tíðir til koppseting
Mótmælistiltak við ráðhúsið og Vaglið í Tórshavn
Dollin – havnar­maðu­rin sum skrivaði heimssøgu
Starvsdagar í Lava- og Luddalon
Summarkvøld við Toftavatn mikukvøldið 16. juni kl. 18
Áheitan á lands­stýrið
Áheitan til bilførarar um at vísa varsemi
Samband
R7 Portal
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Heri Joensen, prestur
Vespureiðrið
Vespureiðrið (163) - 07. des. 2020 - Seinasta sending
EvR
Kelduvaðið 06. des. 2020: Símun Absalonsen "Uppreisnarvónin" - Orðið: "Signaði lívsæli dagur"
Ymiskar sendingar
Samrøða: Hans Marius í Byrgi um Sjógæti
Ymiskar sendingar
Samrøða: Bjarni K. Petersen og Aksel K. Berg um royking
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Heilsusendingin Puls (11) - 04. des. 2020
Nýggjastu tíðindi