- Her fáa fólk mistar førleikar aftur
Depilin í Rólantsgøtu til umlætting og endurmenning er liður í arbeiðinum hjá Heilsu- og umsorganartænastuni at veita mennandi tilboð til heimabúgvandi eldri borgarar, samstundis sum økt verður um føstu búplássini á røktarheimi.
Móttøka var seinnapartin í Rólantsgøtu, nú depilin til umlætting og endurmenning er latin upp.
Her er røðan hjá Kristionnu Winther Poulsen, forkvinnu í heilsu- og eldranevndini, sum hon bar fram, tá ið móttøka var í Rólantsgøtu seinnapartin.
- Í dag er ein stórur dagur. Ein dagur, sum nógv í Tórshavnar kommunu hava glett seg til.
- Hesin depilin í Rólantsgøtu er eitt stórt framstig, og eg gleðist saman við tykkum øllum um, at vit nú fáa so góðar umstøður til bæði umlætting og endurmenning í Tórshavnar kommunu.
- Depilin er søguligur, tí hann hyggur bæði fram í tíð og loysir ein tørv, sum vit hava beint her og nú.
- Vit hava nú í nógv ár hoyrt tíðindi um, at vit gerast alsamt fleiri eldri borgarar. Hesin depilin er fyrsta veruliga stigið, sum tekur hædd fyri tí, vit hava tosað so nógv um - broytingarnar í fólkasamansetingini.
- Hugsanin við deplinum er tann, at fólk fáa mistar førleikar aftur. Hetta er tað, sum á góðum føroyskum eitur endurmenning. Tá ið fólk fáa mistar førleikar aftur, hava færri fólk tørv á plássi á røktarheimi. Og soleiðis skapa vit karmar til borgaran, so hann sleppur at liva, sum hann vil, so leingi sum gjørligt.
***
- Tórshavnar kommuna er frammi í skónum við hesi verkætlanini. Depilin bjóðar borgarum stutttíðarpláss burturav, og hugsanin er hon, at tørvurin á røktarbúplássum við hesum fer at vaksa seinni enn talið á eldri borgarum.
- Tá ið ein borgari vendir sær til depilin, verður fyrst ein tvørfaklig samrøða við borgaran, sum tekur útgangsstøði í tørvinum á endurmenning hjá einstaka borgaranum. Og so verður eitt mál sett fyri borgaran.
- Málið kann vera rein venjing, tað kann vera kostur og tað kann vera sjúkrarøkt. Og so hava ymisku fakbólkarinir ymiskar styrkir, so borgarin fær eitt gott tvørfakligt tilboð.
- Fyrr hevur endurmenningin ligið spjadd á ymiskum bústovnum. Nú verður ein og sama hurð inn til endurmenningina, og allir borgarar fáa tað sama tilboðið. Tað er eitt stórt framstig.
- Starvsfólkini eru her fyri borgaran, og tvørfakliga samstarvið fer at gera tilboðið til borgaran liðiligt – altso kemur tørvurin hjá borgaranum í fremstu røð.
***
- Ein slík stór verkætlan eydnast væl, tá ið fakfólk, umsiting og brúkarar samstarva í allari tilgongdini. Og soleiðis hevur verið í hesi verkætlan. Depilin er nú bygdur, og eg eri sannførd um, at hann fer at lyfta alt eldraøkið.
- Depilin her í Rólantsgøtu er til fyri borgaran. Og so er tað gott at hava góð starvsfólk um seg – og tað fara tað at vera her. Starvsfólk, sum fara at leggja lag á og hjálpa borgaranum at koma fyri seg.
- Her eru bæði sjúkrarøktarfrøðingar, heilsuhjálparar, heilsurøktarar, ergoterpeutar, fysioterapeutar og fólk í køkinum.
- Eg fari at takka øllum, sum hava gjørt hesa verkætlanina til veruleika. Nógv hava verið við í tilgongdini, og nógv hava við innliti og royndum gjørt eitt stórt arbeiði at fyrireika byggingina.
- At enda fari eg at ynskja borgarum, starvsfólkum og leiðslu til lukku og blíðan byr her í Rólantsgøtu.
- Mánadagin gerast alt enn meira veruligt, tí tá koma teir fyrstu borgararnir inn her, og tað gleða vit okkum øll nógv til, segði Kristianna Winther Poulsen at enda.
Tórshavnar kommuna hevur listprýtt nýggja stovnin við nógvum verkum frá Steinprenti, sum kommunan hevur havt sera gott samstarv við. Í øllum 27 búrúmum hanga tvey grafisk verk. Eisini hanga grafiskverk aðrastaðni á stovninum.
Listakvinnan Sigrun Gunnarsdóttir hevur málað 10 nýggjar málningar til stovnin, sum listprýða setursstovurnar.
Trýst á búmerki hjá Tórshavnar kommunu fyri at síggja fleiri myndir.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











