Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Eitt ár við koronu og methøgari ferð á nethandlinum

Tíðindaskriv | 05/05-2021 13:01

Sølan hjá Posta setti met í 2020 við 125 mkr. Samansetingin av virkseminum broyttist tó  munandi orsakað av koronu.

Posta hevur í dag kunngjørt roknskapin fyri 2020. Sølan setti met og gjørdist 125 mkr. fyri øll feløgini. Samansetingin av søluni broyttist tó munandi. Meðan nethandilin í Føroyum  tvífaldaðist, minkaði virksemið innan post og flogfrakt vegna koronu. Dótturfeløgini, PostaLogistics í Danmark og North West Chartering í Føroyum, høvdu jaliga gongd í árinum.  

Rakstraryvirskotið fyri 2020 er 8,2 mkr. svarandi til 7%. Tað er lægri enn tey umleið 10%, sum Posta hevur havt seinastu nógvu árini. Hetta ávirkar úrslitið, sum endaði við einum halli upp á 2,4 mkr. eftir skatt.  

”Árið 2020 var eitt ár við fleiri undantøkum. Starvsfólkunum og okkara miðvísa arbeiði við at  menna tænastuna fyri at takka, megnaðu vit at tillaga okkum broyttu umstøðurnar við koronu. Tað var ikki ein dagur, at korona steðgaði virkseminum. Í árinum minkaði talið av brøvum við 11%, og tá ið handlarnir stongdu, varð tørvurin á lýsingabløðum væl minni. Samstundis varð flogferðslan skerd í fleiri tíðarskeiðum, og tað ávirkaði flogfraktina hjá  Posta. Korona hevði tí eina avgerandi ávirkan á úrslitið í 2020,” sigur Joel undir Leitinum, stjóri á Posta.  

Hóast árið ikki hilnaðist sum upprunaliga ætlað, væntar Posta jaliga gongd komandi árini. Føroyingar hava nevniliga tikið nethandilin til sín, og fraktøkið væntast framhaldandi at vaksa ikki bert í Føroyum, men eisini á øðrum marknaðum. Tað er ætlanin framhaldandi at styrkja tænasturnar á hesum økjum. Talgilding og sjálvgreiðsluloysnir til privat og vinnu er natúrligur partur av hesum, greiðir Joel frá:  

”Nethandilin er tvífaldaður í árínum, tó er talan enn um smáar nøgdir, sammett við aðrar marknaðir. Potentialið er stórt – Vit arbeiða miðvíst fram ímóti at viðskiftafólk, bæði privat og vinna, kunnu avgreiða øll síni viðurskifti við Posta talgilt og ómakaleyst. Vit fáa jaligar afturmeldingar frá viðskiftafólkum, nú vit hava víðkað netið av avgreiðslum í samstarvi við Magn, eins og nógvar fyritøkur velja talgilda sambinding við okkara farmaskipan. Tað ger bílegging av flutningi munandi lættari,” sigur Joel undir Leitinum. 

Sí ársfrágreiðing her

Nevnd 

  • Joen Magnus Rasmussen, Nevndarformaður Reidar Nónfjall, Næstformaður 
  • Gudny Langgaard, Nevndarlimur 
  • Guðrið Højgaard, Nevndarlimur
  • Bjarki Poulsen, Nevndarlimur, Starvsfólkaumboð Jóannis Iversen, Nevndarlimur, Starvsfólkaumboð 

Posta í stuttum 

  • Virksemið fevnir um post, pakkar, filateli og farm til privat og vinnu 
  • Posta hevur høvuðssæti í Havn  
  • Tvey dótturfeløg: PostaLogistics við tveimum deildum í Danmark umframt North West Chartering í Føroyum  
  • Samlað søla í 2020 var 125 mkr - Posta hevur 123 ársverk 
  • 60 bilar, harav 7 elbilar


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi