Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Vindmylluætlanin á Gellingarkletti

Politikkur | 05/05-2021 18:00

Svar frá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, til § 52a fyrispurning frá Tórbjørn Jacobsen, tingmanni, um vindmylluætlanina á Gellingarkletti.

Spurningur 1: 
Umhvørvisstovan valdi at lýsa eftir umsøkjarum til vindmylluætlanina á Gellingarkletti, áðrenn almenni stovnurin hevði ráðført seg við SEV. Er hesin framferðarháttur ikki brot á § 5 stk. 2 í elveitingarlógini, ið áleggur sum krav, at landsmyndugleikin skal ráðføra seg við SEV, áðrenn lýst verður eftir umsóknum? Um svarið er játtandi, var lýsingin eftir umsóknum tá ólóglig?

Svar: 
SEV hevur kært útboðið av vindorku, sum endaði við, at Umhvørvisstovan veitti Vindrøkt eitt framleiðsluloyvi á 25,2 MW á Gellingarkletti í Hoyvíkshaga, til Vinnukærunevndina. Í kæruni ger SEV m.a. galdandi, at Umhvørvisstovan framdi útboðið uttan at nøktandi ráðførsla varð hildin við SEV frammanundan.

Av tí at kæran frá SEV liggur til viðgerðar í Vinnukærunevndini, ger landsstýrismaðurin ikki ítøkiligar viðmerkingar til framferðarháttin í sambandi við útboðið. 

Ráðførsla millum orkumyndugleikan og SEV í sambandi við útbjóðing er lógásett krav í § 5, stk. 2 í elveitingarlógini.  Kravið um ráðførslu hongur neyvt saman við, at SEV hevur lógásetta skyldu sambært § 7 og § 11 í elveitingarlógini at halda veitingartrygdini uppi. Henda skylda er eisini galdandi í førum, tá onnur enn SEV framleiða inn á netið hjá SEV. 

Lógin ásetur ikki formkrøv til lógásettu ráðførsluna millum orkumyndugleikan og SEV, men lógin leggur til grund, at SEV sum net- og systemoperatørur hevur tøkniligt innlit í elskipanina og tí má takast við upp á ráð í sambandi við útbygging av framleiðsluni. Kortini hevur SEV ikki nakran lógarfestan vetorætt at seinka ella steðga orkuútbyggingunum, men SEV hevur ein lógarfestan rætt sambært § 11, stk. 5 til at geva øðrum framleiðarum boð um at gera broytingar í teirra framleiðslu, fyri at SEV kann halda eina nøktandi veitingartrygd. Tað er orkumyndugleikin, sum viðger umsóknir og letur loyvi til framleiðslu av elorku, og tað er SEV, sum neteigari og systemoperatørur, sum skal tryggja, at trygd og dygd er í netinum og elveitingini um alt landið. 

Síðani elveitingarlógin kom í 2007 hevur regluligt samskifti verið millum SEV og orkumyndugleikan um ymisk viðurskifti, tað verið seg dagføring av 10 ára útbyggingarætlanini hjá SEV, árligu góðkenningini av elprísunum hjá SEV og ætlanirnar at seta ferð á grønu orkuútbyggingarnar. Alt viðkomandi spurningar í sambandi við, at eftirspurningurin eftir el er tvífaldaður seinastu 10 árini. 

Umhvørvisstovan hevur upplýst, at ráðførslufundur varð hildin millum orkumyndugleikan og SEV stutt fyri at útboðið varð lýst. Hetta varð m.a. gjørt fyri at SEV skuldi fáa møguleika at leggja síni tøkniligu sjónarmið fram viðvíkjandi elskipanini. Hóast SEV frámælti eitt útboð í meginøkinum beint nú, valdi orkumyndugleikin kortini at bjóða út og at veita eitt vindloyvi í meginøkinum á 25,2 MW. 

Spurningur 2: 
Bert Spf. Vindrøkt hevði møguleika fyri at sleppa fram at jørðini og serloyvinum, sum Búnaðarstovan frammanundan hevði givið festaranum av landsjørðini á Gellingarkletti. Er hetta ikki brot á § 5 stk. 3 í elveitingarlógini, ið setur sum krav, at onnur skulu fáa møguleika fyri at søkja um sama loyvi. Merkir hetta ikki at tilsøgnin til Spf. Vindrøkt, sum heimilar at sett verður upp ein vindmyllulund á Gellingarkletti, er ólóglig?

Svar: 
Festarin í Hoyvíkshaga, norðari partur, søkti í mars 2005 Búnaðarstovuna um loyvi at seta upp vindmyllur við Gellingarklett í Hoyvíkshaganum. Í november 2005 boðaði Búnaðarstovan festaranum frá, at leigusáttmáli fór at verða gjørdur, tá ið greitt var, um ætlanin gjørdist veruleiki, og tá øll neyðug loyvi vóru fingin til vega. Henda tilsøgn er sostatt latin festaranum, áðrenn elveitingarlógin varð sett í gildi í 2007. 

Búnaðarstovan tók í 2018 tilsøgnina frá 2005 aftur, men Fiskimálaráðið broytti í kærumálsviðgerð síni avgerðina hjá Búnaðarstovuni soleiðis, at tilsøgnin frá 2005 stóð við. Samstundis varð boðað frá, at aðrar tilsagnir av hesum slag fóru ikki at verða latnar. Greitt er, at tað er ein bági fyri ta grønu orkuútbyggingina í Føroyum, um atgongdin at hóskandi økjum verður avmarkað á tann hátt, at einstakir festarar sjálvir gera av, hvør kann sleppa at brúka ávíst lendi til orkuframleiðslu, og hildið verður tí fast við avgerðina hjá Fiskimálaráðnum um ikki at lata líknandi tilsagnir sum hana, ið varð latin í 2005.  

Spurningur 3: 
SEV hevur boðað frá, at verður ætlanin á Gellingarkletti til veruleika, sum støðan annars er nú, er kommunali ravmagnsfelagsskapurin trýstur til at gera eina íløgu á umleið 100 milliónir krónur til battarí og synkron-kompensatorar fyri at hava møguleika at taka ímóti og brúka orkuna frá privatu vindmyllulundini. Fylgir hendan avleiðingin aðalendamálinum í elveitingarlógini um at veita øllum føroyingum so ódýran streym sum gjørligt?

Svar: 
Elveitingareftirlitið og SEV hava regluligt samskifti um elprísin, tí bæði aðalfundurin hjá SEV og elveitingareftirlitið skulu góðkenna elprísirnar hjá SEV. Vanliga verður góðkenning latin fyri eitt ár í senn. 

SEV hevur javnan søkt um at hækka prísin vegna ymiskar útbyggingar, eitt nú í sambandi við útbygging av Sundsverkinum. SEV kann eisini hava tørv á útbygging, tí aðrir loyvishavar skulu framleiða inn á netið hjá SEV. Umsóknir um at góðkenna hægri prís verða altíð viðgjørdar ítøkiliga og í tøttum samskifti við SEV. 

Sambært langtíðar útbyggingarætlanini hjá SEV verður mett, at SEV skal gera íløgur fyri omanfyri 3 milliardir í net og skipanarberandi tænastur komandi 10 árini. Íløgur, sum nú verða gjørdar í sambandi við at trý vindloyvi eru latin í meginøkinum, mugu tí síggjast í hesi heildini og ikki bara frá ári til ár ella frá útboði til útboð. Eisini fær SEV ta tíð, sum krevst til at fyrireika útbyggingar av neti og skipanarberandi tænastum á fíggjarliga skynsaman hátt. Avleiðingin kann verða, at grøna elorkan ikki verður fult gagnnýtt fyrsta árið ella tvey, men í stóru heildini koppar hetta ikki elprísin skeiva vegin. Staðfestast kann, at SEV hevur ein týðandi leiklut at fremja neyðugar netútbyggingar í nóg góðari tíð fyri at nøkta tørvin á meiri grønari orku, so ferð kann koma á grøna orkuskiftið.

Spurningur 4: 
Pumpuskipan í Vestmanna hevur verið ein stórur partur av orðaskiftinum, nú málið um Gellingarklett er umrøtt. SEV søkti longu í 2013 um at seta upp eina pumpuskipan í Vestmanna. Onki kom burturúr umsóknini; tí søkti SEV um hetta sama av nýggjum hin 31. august 2018. Felagsskapurin hevur enn onki svar fingið. 

Hví svarar landsmyndugleikin ikki eini slíkari umsókn viðvíkjandi útbygging av føroyska elkervinum? Umsóknin hevur skjótt ligið hjá landsmyndug-leikanum í 3 ár; hvør er orsøkin til hetta drál? Nær kann væntast, at SEV fær svar uppá hesa umsóknina um pumpuskipan í Vestmanna?

Svar: 
Umsóknin frá SEV um pumpuskipan í Vestmanna verður í løtuni viðgjørd á Umhvørvis-stovuni. Í umsóknini hevur SEV upplýst, at full gagnnýtsla ikki fæst av pumpuskipanini fyrr enn vindorkan er útbygd við 160 MW í meginøkinum. Hetta merkir, at ein pumpu- og goymsluskipan og útbygging av vindorkuni eiga at ganga hond í hond fyri at talan skal vera um skynsamar íløgur. 

Umsóknin um pumpu- og goymsluskipan inniheldur nógvar tøkniligar tættir og upplýsingar, sum mugu viðgerast og greinast í tøttum samskifti við umsøkjaran. Gongst sum ætlað, fær SEV svar innan alt ov langa tíð. 

Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 4. mai 2021
Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi