Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Nýggjar bøkur í mai

Tíðindaskriv | 06/05-2021 15:40

Í vár letur Bókadeildin fimm fjølbroyttar bøkur úr hondum! Í hesi bókarúgvu kanst tú millum annað lesa um Pettson og Findus, sum byggja ein bil, ella læra teg at gera eitt terrarium í eini glaskrukku … ella loysa krimigátur í sjálvstøðugu framhaldsbókini av Drápsmansapuni og Ótrúligu søguni um Sally Jones!

Les meira um bøkurnar niðanfyri.

Pettson og Findus byggja ein bil
Í dag fara Pettson og Findus at byggja ein bil. Men fyrst má Findus vekja Pettson. Kanst tú hjálpa teimum? Ein pappbók við klaffum á hvørjari síðu, sum barnið kann flyta og stuttleika sær við.

Sven Nordqvist skrivaði og myndprýddi, og Niels Jákup Thomsen týddi úr svenskum. Bókin hevur 10 síður og er til tey umleið 0-2 ára gomlu.

Bukkarnir Brúsi fara at ferðast
Einaferð vóru tað tríggir geitarbukkar, sum allir itu Brúsi. Teir skuldu suðureftir at ferðast.

 - Eru trøll í heitu londunum? spurdi Lítlibrúsi.
 - Nei, segði Miðlingabrúsi. – Bara í Føroyum og kanska í Noregi.
 - PASSAR tað? spurdi Lítlibrúsi.
 - Ja, segði Miðlingabrúsi.

Men Lítlibrúsi tók vatnpistólina við sær, bara fyri at kenna seg tryggan. Tú kanst aldrin vita...

Bjørn F. Rørvik skrivaði, Gry Moursund myndprýddi, og Pauli Hansen týddi úr norskum. Bókin er innbundin, 46 síður og er til tey umleið 3-6 ára gomlu.

Sprettur og spírar – urtagarðsbók til børn
Børn kunnu fáa nógva gleði av urtagarðsarbeiði. Sprettur og spírar er full av einføldum ítrivum, sum geva øllum forvitnum, ungum gartnarum íblástur, og tað er uttan mun til, um tú eigur ein urtagarð, eina altan ella bara ein vindeygakarm.

Hví ikki gera eitt terrarium í eini glaskrukku at hava í kamarinum ella skriva náttúrudagbók og fylgja við øllum tí vakra, sum hendir í náttúruni?

Kirsten Bradley skrivaði, Aitch myndprýddi, og Beinta Johannesen týddi úr enskum. Bókin er innbundin, 50 síður og til tey umleið 7-8 ára gomlu.

Tá eg varð rænd aðru viku í juni
Eitt ógvisligt og skeivt ævintýr um knappliga at enda í eini aðrari familju. Og hvør veit, tað er kanska ikki so galið, sum tú heldur? Tað kundi hent, at tað er tað stuttligasta, sum er hent tær í langa tíð!

Familjan hjá Vilju vil onki stuttligt gera í summarferiuni. Tað stuttligasta, sum hendir, er, at tey skulu fara við bilinum at vitja ommuna. Og tað er ávegis hagar, at tað hendir. Ein rænarabilur forðar teimum á vegnum. Øll verða biðin um at koma úr bilinum, og so skjótt sum snarljósið hava skálkarnir tikið alt, tey eiga! Og ræna Vilju! Sjálv fær hon akkurát tikið sína dagbók við sær …

Siri Kolu skrivaði, og Arnbjørn Ó. Dalsgarð týddi úr finskum. Bókin er innbundin, 210 síður og er til tey umleið 9-11 ára gomlu.

Falska rósan
"Tygum hava biðið meg skrivað alt niður, sum eg veit um mannin, tey kallaðu Hetlands Jack. Tað skal eg gera. Eg skal siga tygum frá um harða lív hansara. Og tygum skulu fáa sannleikan at vita um, hvussu hann hvarv á løgnan hátt. Men søgan um Hetlands Jack var ikki komin at enda, tá ið faðir hansara varð funnin í havnini í Glasgow. Og nú er lagnan hjá Jack vorðin mín egna lagna. Um hetta má eg eisini skriva, hóast tað kenst svárt. Onkuntíð vil eg bara gloyma tann langa veturin í húsunum á Oswald Street og alt tað ónda, sum fór fram har. - Vinur tygara, Sally Jones"

Falska rósan er eitt sjálvstøðugt framhald av teimum virðisløntu bókunum Ótrúliga søgan um Sally Jones og Drápsmansapan. 

Jakob Wegelius skrivaði og myndprýddi, og Ása H. Ellefsen týddi úr svenskum. Bókin er innbundin, 532 síður og til tey, sum eru umleið 12 ár og eldri.


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi