Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Tørvurin á rehabilitering í Føroyum innan almannaøkið?

Politikkur | 06/05-2021 17:00

Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í gjár 5. mai, sett Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismanni í almannamálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a), um tørvin á rehabilitering í Føroyum innan almannaøkið. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn

Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

1.    Hvussu stórur er samlaði tørvurin í Føroyum á rehabilitering á almannaøkinum árliga, t.d. í 2020, býtt á málbólkar ella slag av sjúkum, t.v.s. sjúklingar, sum eru í skipanini?

2.    Hvussu nógvir sjúklingar fáa í løtuni onga rehabiliteringsviðgerð ella standa á bíðilista, og hvat slag av sjúkum er talan um?

3.    Hvussu er uppgávubýtið í Almannaverkinum, t.v.s. hvat slag av rehabilitering er á ymsu økjunum, hvussu nógvar sjúklingar er talan um, og hvør samskipar verandi rehabiliteringsinnsats?

4.    Hvussu nógv verður útgoldið av peningi til teir bólkar, sum orsakað av vantandi endurmenning ikki kunnu vera fult ella partvís virkandi aftur á arbeiðsmarknaðinum?

5.    Ætlar landsstýrismaðurin at arbeiða fyri, at øll rehabilitering í Føroyum verður skipað í ein depil?

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Johan Dahl, løgtingsmaður, at tað eru nógvir føroyingar, sum hava tørv á rehabilitering. Rehablitering byggir á ta fortreyt, at talan er um viðgerð í longri tíðarskeið. Sjúkralegur í styttri tíðarskeið krevja ikki tað sama av avvarðandi, arbeiðsbyrða og familjulív - ein læknafaklig meting.

Rehabilitering verður umrøtt oftani, men uttan at vit hava nakað neyvt yvirlit yvir, hvør veruliga støðan og tørvurin er á rehabilitering. Harafturat liggur innsatsurin spjaddur kring landið, nøkur økið uppraðfest onnur ikki o.a. Í løtuni sær út til, at játtanir verða stroyddar út til einstøk tilboð og sjúkrahús - uttan neyðugu samskipanina og brúkaran í fokus.

Rehabilitering í Føroyum virkar ikki sum ein samanhangandi tvørfaklig skipan, har rættindi og skyldur hjá borgarunum eru tryggjað fyri at kunna virka aftur í gerandisdegnum. Skipanin er í løtuni pettað sundur í ymiskar skipanir og tí er ikki gjørligt at gera fullfíggjaðar rehabiliteringsætlanir. Avleiðingin er, at borgarar, sum gerast álvarsliga sjúkir, detta niðurímillum - fáa ikki nøktandi samskipandi tænastur.

Rehabilitering fyrigongur bæði á heilsuøkinum og almannaøkinum, og tí hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum fingið ein fyrispurning um sama evnið.

At enda sigur Johan Dahl, í sínum viðmerkingum, at tað er ikki gjørligt í løtuni neyvt at lýsa tørvin á rehabilitering í Føroyum, t.d. býtt upp á  málbólkar, sjúkuslag ella geografiskt, og tað, sum ikki verður skrásett, ber ikki til at stýra. Tað er altavgerandi at vita, hvør tørvurin er og út frá tí skipa okkum best møguligt, geva bestu tænasturnar, kostnaðareffektivt og við borgaranum í fokus. Tí verður hesin fyrispurningur settur.


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi