Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Hitti maskinmann og uppfinnara

Fiskivinna | 08/05-2021 16:04

Tá sjómanstrúboðarin í vikuni vitjaði umborð á Tummas T, hitti hann, millum aðrar, maskinmannin, Johan Fagraklett, sum arbeiddi við at seta ein oljureinsara upp frá Green IQ.
Trúboðarin fekk eitt prát við hann um hesa serstøku føroysku útgerðina.

-Tað var í 2009, at vit byrjaðu at arbeiða við hesum oljulensara við separatori, sum nú er seldur umborð á gott 40 skip í ymiskum londum. Afturmeldingarnar eru sera góðar, so vit eru spentir at koma víðari út í heim við útgerðini. Harafturat er tað ein góð kensla at vera ein partur av einum uppfinnilsi í Føroyum, sum kann hjálpa øllum skipum í verðini við at dálka minni,-
Tað sigur Johann Fagraklett, sum er ein av stovnarunum aftanfyri fyritøkuna Green IQ -

-“Skimmarin”, er eitt flot, ið verður sett niður í lensibrunnin í maskinrúminum, sum skal taka oljuna omanav vatninum í brunninum. Síðani verður oljan, saman við nakað av vatni pumpað upp í seperatorin, sum so skilir oljuna frá vatninum. Oljan og vatnið fara so í hvør sín tanga,- sigur hann.

-Upp til heili 70% av tí sokallaðu spillolju, sum til dømis endar hjá IRF, er vatn. Tað er dýrt at pumpa oljuna upp og lata hana til IRF og harafturat fyllir hon nógv. Við hesi útgerð fer bara oljan til IRF, meðan tað grovreinsaða vatnið frá okkara skipan, fer fyri borð uttan trupulleikar við 15 ppm lensivatnsseperatorinum,- sigur Johann.

-Tí hjálpir hendan útgerðin bæði at halda maskinrúmið reint og spilloljan rúgvar nógv minni, og tí er hetta eisini ein fíggjarlig sparing fyri skipini. Hetta er ein sera einføld skipan, sum koyrir uppá fysikk, uttan kemikaliir, og eingir rørligir lutir eru í separatorinum, sigur hann.

-Tummas T er eitt av síðstu stóru skipunum í Føroyum, sum fær hesa útgerðina; hóast eg sigli við her sum maskinmaður. Eg eri ógegnigur, so hettar hava hinir maskinmenninir biðið um, sigur hann skemtandi.-Nevnast kann eisini, at SEV hevur hesa útgerðina til motorarnar og allir teir stóru grønlendsku trolararnar,- sigur hann.

-Hetta er ein grøn føroysk loysn, sum nú nærum bara verður selt út av landinum, tí flestu stóru føroysku skipini hava hana. Vit hava fingið okkum umboðsmenn í Norra og í Danmark, so vit eru spentir uppá at vaksa um søluna. Útgerðin betrar eisini um arbeiðsumhvørvið umborð og minkar um brandvandar í maskinrúmum; tí nærum ongin olja er í kjølinum, tá útgerðin koyrir,- sigur Johan Fagraklett.

Tummas T hevur ligið í nakrar vikur. Samstundis er ymiskt viðlíkahaldsarbeiði gjørt umborð.

Teimum og sjófólkunum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Fleiri myndir: facebook.com/sjomansmissionin


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi