Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Vilja vit hava eitt vælferðarsamfelag? 

Politikkur | 13/05-2021 11:56

Seinastu dagarnar hava vit hoyrt um støðuna á dagstovnaøkinum í Havn, sum í summum førum er á pínumarkinum, og í øðrum førum er farin um pínumarkið. Familjur og starvsfólk hava merkt tað í rúma tíð. Uppgerð frá Pedagogfelagnum í 2017 vísti, at á leið 400-500 námsfrøðingar vanta í, skal minstamarkið, ið er lógarásett í dagstovnalógini, verða hildið. Búskaparráðið vísir á, at tørvur er á 89 fulltíðarstarvsfólkum bara í Tórshavnar Kommunu skal núverandi normering haldast, og at næstu 10 árini verður tørvur á 700 starvsfólki afturat í eldrarøktini og meira enn 100 í sjúkrarøktini. 

Tað nyttar ikki at venda hesi risastóru avbjóðing blinda eygað. Vit mugu gera av, um vit vilja hava eitt vælferðarsamfelag ella ikki. Vilja vit hava, at øll skulu hava møguleika at vera á arbeiðsmarknaðinum? So mugu vit hava nøktandi vælferðartilboð! 

Men vit kunnu eisini velja hitt. Eitt konservativt samfelag, har bara tey, sum hvørki hava børn ella gomul foreldur at taka sær av, sleppa til arbeiðis, og restin er heima og veitir umsorgan. Hesi samfeløgini finna vit m.a. í Suðurevropa. Tað ber til. Men tað ynski eg mær ikki. Tí gjógvin millum rík og fátøk er stór. Arbeiðsmarknaðurin stirvin og sosiala trygdarnetið so at siga ikki eksisterandi. Í Føroyum hava vit uppbygt okkum eitt sosialdemokratiskt samfelag. Eg tori at pástanda, at allarflestu føroyingar eru góðir við hesa skipanina. Og vit mugu minnast til, at hjúkla um tað, sum vit eru góð við. 

Tað gera vit ikki nú. Vit eru vitni til eina niðurlaging av vælferðarsamfelagnum, har fólk í arbeiðsførum aldri fara av arbeiðsmarknaðinum. At land og kommunur niðurpína vælferðartænasturnar. Vit mugu koma ásamt um, at skulu vit hava eitt vælferðarsamfelag, so mugu vit altíð hava eitt gott og nøktandi fakligt støði og nokk av starvsfólkum á vælferðarøkinum. At arbeiðið, sum fjølbroyttu umsorganarstørvini røkja er ómissandi, at arbeiðsumstøðurnar og lønin skal vera hareftir og samsvara við ta ábyrgd, ið vit lata upp í hendurnar á starvsfólki. Lat okkum fáa minimumsnormeringar á barna- og eldraøkinum sum skjótast! Og lat okkum blíva samd um, at vit vilja búgva í einum vælferðarsamfelag á hægsta støði, har øll í arbeiðsførum aldri kunnu vera á arbeiðsmarknaðinum við góðari samvitsku, har familjur og borgarar mennast og trívast. 

Ingilín Didriksen Strøm


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi