Skriviskeið á Sandi í summarfrítíðini
Eftir eitt sera væleydna og fullteknað skriviskeið í fjør summar, hava vit avgjørt at hava summarfrítíðar-skriving aftur í ár. Hesaferð vera BÆÐI Rakel Helmsdal og Marjun Kjelnes við - og vit gleða okkum! Les meira niðanfyri.
9. - 13. august 2021: Ein heil vika á háskúla, fylt við íblástri og friði at lata hugflogið sveima og skriva - við kønari vegleiðing frá Rakel Helmsdal og Marjuni Syderbø Kjelnæs.
Arbeitt verður fram ímóti at hvør einstakur skrivar sína egnu lidnu stuttsøgu. Skeiðið er ætlað øllum - bæði royndum og óroyndum søgusigarum.
Á hesum skeiðinum er sjálv søgan og frásøgnin í miðdeplinum. Stavseting og mállæra koma í aðru røð. Lat ikki ð’ið forða tær, her ræður um at læra at skapa.
Komið og skapið nýggjar heimar og livandi persónar, sum fólka hesar heimar.
Á skeiðinum fara vit:
- at menna persónar
- at skapa eina fangandi søgugongd
- at skriva samrøður
- at kava niður í hvat tað er at vera menniskja
Les meira á heimasíðu okkara www.moldmentan.fo
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Meginfelag Útróðrarmanna havt limafund

So svakan havi eg ongantíð sæð Tobba verið!
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











