Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Koppseting ímóti Covid-19

Heilsa, Lesarabrøv | 20/05-2021 12:30

Hin 30. dec. 2020 festi eg, aftaná spurning frá einum vini, mína hugsan um vaccinatión niður á blað og legði hana út í ein bólk á facebook, har knappliga 400 fólk við ymiskum hugsanum um m.a. vaccinatiónir eru í.

Hesar hugsanir, eg tá skrivaði, eru óbroyttar, og tær havi eg ført fram, har eg eri vorðin spurdur og har høvið hevur verið, privat, á landsstýrisfundum, til politisk høvi. v.m. Seinasta ferðin var í morgun, tá Gunnar Skúvadal frá VP ringdi og spurdi um tað passaði, sum onkur hevði sagt honum, at eg ikki fór at lata meg koppseta. Eg svaraði at so var ikki, men at eg fyribils bíði, til eg fái svarað spurninginum um langtíðarárin eru av vaccinuni- og um so er hvørji hesi kunnu hugsast at vera.

Tvs., at sannførðing mín um vaccinatión er óbroytt, og hesum havi eg væl og virðiliga greitt frá, tá eg eri vorðin spurdur, bæði tá høvið sum heild hava verið at borið míni sjónarmið fram- og eisini á politiskum fundum, herundir landsstýris.

Svar mítt til VP ljóðar annars soleiðis:

Jenis av Rana, landsstýrismaður, fer ikki at lata seg koppseta ímóti Covid-19.

- Tað eru ov nógvar óvissur í samband við hesar koppsetingarnar, tað koyrir alt uppá undantaksloyvi sum er, og eg kenni meg ikki nóg tryggan, sigur landsstýrismaðurin við VP.

Harvið gongur Jenis av Rana ímóti tilmælunum hjá sínum egna landsstýri, sum við fullari ferð útrullar kopping og mælir føroyingum til at lata seg koppseta.

- Men landsstýrisfólkini kenna mína støðu, sigur Jenis av Rana sum leggur afturat, at hann vónar, tíðin fer at prógva, at hansara varsemi verður gjørt til skammar.

Jenis av Rana, sum sjálvur er lækni og tí er væl ílatin til at hava eina meining um evnið, sigur, at tað ganga vanliga 4 til 5 ár, áðrenn ein við vissu kann siga, at eitt koppingarevni ella heilivágur sum heild er trygt at brúka.

- Vit kenna ov lítið til langtíðarhjáárinini av teimum koppingarevnum, sum eru tøk á marknaðinum. Og vit hava eisini sæð fleiri dømi um, hvussu ósikkurt alt er, tí fleiri lond eru steðgað við at brúka ávís sløg av koppingarevni, sigur landsstýrismaðurin.

- Men vilt tú so siga, at landsstýrið ger ein feil við at mæla fólki til at lata seg koppseta?

- Tað havi eg onga viðmerking til. Eg úttali meg bara vegna meg sjálvan, ikki vegna landsstýrið. Men tey kenna sum sagt mína hugsan um hetta.

- Men vilt tú mæla fólki frá at lata seg koppseta?

- Nei, eg vil hvørki mæla til ella frá. Fólk mugu sjálvi um, hvat tey gera - og eg virði teirra avgerðir.

- Men alternativið til koppseting er væl at halda fram við avbyrging og umfatandi stongsli við teimum avleiðingum, sum tað hevur við sær?

- Eg haldi, at fólk geva sær ov lítið far um, hvørjar avleiðingarnar kunnu vera av hesum koppsetingunum, sum vit, eftir mínari meining, kenna ov lítið til. Tað kann skjótt vísa seg, at hetta er ein løtuvinningur, sum vit fáa, sigur Jenis av Rana.

Hetta er ikki fyrstuferð at Jenis av Rana er ivasamur um tað skilagóða í at hópkoppseta fólk við vaksinum, sum ikki eru væl royndar. Tá H1N1 beinkrímið gekk fyri nøkrum árum síðani, var hann alment úti og mælti bæði sínum egnu sjúklingum og øðrum frá at lata seg koppseta.
 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi